← Løgtingsmál

52-221/2021

Vantandi játtan til Strandferðsluna

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 4. jul. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
221.21 Svar frá U. Rasmussen til B. Hammer - Vantandi játtan til Strandferðsluna.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 6. jul. 2022

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 5. juli 2022
J. nr.: 22/12453
Viðgjørt: AE
Svar til fyrispurning nr. 52-221/2021 frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni, settur
landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um vantandi játtan til
Strandferðsluna
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa Tinginum, nær politiska skipanin av fyrstan tíð bleiv
gjørd varug við, at játtanin hjá Strandferðsluni ikki fór at halda?
2. Ætlar landstýrismaðurin at leggja eykajáttan fyri Løgtingið, sum skal tryggja neyðuga
fígging at leggja upp fyri hækkandi oljuprísinum?
Svar til fyrispurning nr. 1 og 2
Oljuprísurin er nógv hækkaður seinasta hálvtannað árið. Tað hevur við sær, at tað er vorðið væl
dýrari at reka Strandfaraskip landsins.
Løgtingið er kunnað um hækkaðu oljuútreiðslurnar fleiri ferðir hetta tíðarskeiðið. Longu í
“Búskaparfrágreiðing I” hjá Fíggjarmálaráðnum frá mars 2021 verður greitt frá, at
játtanarkarmurin verður framskrivaður soleiðis, at oljuprísurin hækkar við 0,75 kr. fyri liturin í
2022. Løgtingið varð eisini kunnað um hækkandi oljuútreiðslurnar í fíggjarlógaruppskotinum fyri
2022, har játtanin til oljuútreiðslur til Strandfaraskip landsins hækkaði við 12,0 mió. kr. í samtyktu
fíggjarlógini, og í eykajáttanarlógini fyri mars 2022-3, har játtanin til oljuútreiðslur hækkaði við
18,5 mió. kr.
Stor óvissa er um, hvussu gongdin verður við oljuprísinum, og verður tí fylgt við, hvussu
marknaðurin háttar seg. Tað er tískil sera trupult at koma við neyvum boði um, hvussu nógv skal
játtast afturat til oljuútreiðslur fyri restina av árinum. Tó er greitt, at tørvur er á eykajáttan til
Strandfaraskip landsins til hækkandi oljuútreiðslur, og verður eykajáttanin tikin við í næstu
eykajáttanarlóg, soleiðis at ætlaða virksemi stovnsins restina av árinum kann halda fram.
Tinganes, 5. juli 2022
Uni Rasmussen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 1 of 1 --
221.21 Spurningur til U. Rasmussen frá B. Hammer - Vantandi játtan til Strandferðsluna.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 22. jun. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bjarni Hammer, løgtingsmaður
Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Vantandi játtan til Strandferðsluna
Spurningar:
1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa tinginum, nær politiska skipanin av fyrstan
tíð bleiv gjørd varug við, at játtanin hjá Strandferðsluni ikki fór at halda?
2. Ætlar landstýrismaðurin at leggja eykajáttan fyri Løgtingið, sum skal tryggja
neyðuga fígging at leggja upp fyri hækkandi oljuprísinum?
Viðmerkingar:
Hækkandi oljuprísurin hevur gjørt tað alsamt truplari hjá stovnum at fíggja virksemi,
sum nýtir nógva olju. Strandferðslan og SEV eru slíkir stovnar. Tó er tað einans SEV,
sum hevur tryggjað sær ein støðugan lágan prís restina av hesum árinum.
Sum skilst fekk Strandferðslan ikki sama møguleika orsakað av játtanardráli hjá
samgonguni, og tí er stovnurin sera hart raktur av hækkandi oljuprísinum.
Seinastu metingarnar vísa, at kanska heilar 30 mió. kr. fara at resta í.
Í samskiftinum millum stovnin og politiska myndugleikan í sambandi við eykajáttan
til stovnin í vár skilst, at samgonguumboð skutu upp, at um Strandferðslan minkaði
túratalið við 50%, so bleiv ikki neyðugt við fleiri eykajáttanum. Hetta kann als ikki
góðtakast og eigur sjálvandi ikki at vera ein møguleiki.
Landsstýrið hevur ábyrgdina av at tryggja suðuroyingum og hinum oyggjabúgvunum í
Føroyum, at teir ikki eru fyri vanbýti og mismuni. Hækkandi oljuprísir mugu tí ikki
raka hesar íbúgvar harðari enn aðrar borgarar í Føroyum, og stilla teir verri.
Á Løgtingi, 22. juni 2022
Bjarni Hammer

-- 1 of 1 --