← Løgtingsmál

52-220/2021

Húsarhaldskúli Føroya

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 2. jul. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
220.21 Svar frá J. av Rana til E. M. Gunnleygsdóttur - Húsarhaldsskúli Føroya.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 27. jun. 2022

Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Dagfesting: 24. juni 2022
Tygara ref.:
Máltal.: 21/08502-130
Svar
upp á
§ 52a fyrispurning nr. 52-220/2021 frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur,
løgtingskvinnu, settur Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum, um
Húsarhaldsskúla Føroya.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Ætlar landsstýrismaðurin sær í Løgtingið at dagføra lógina um Húsarhaldsskúla Føroya
beinanvegin á Ólavsøku?
2. Nær verður spakin settur í til nýggja Húsarhaldsskúlan?
Svar
Til 1: Ætlanin er at leggja fram broytingaruppskot um at hækka stuðulsupphæddina í løgtingslóg
nr. 68 frá 9. mai 2019 um studningslán til at byggja húsarhaldsskúla í Klaksvík. Hetta verður gjørt
so skjótt sum greiða er fingin á viðurskiftunum, sum síðstu tíðina eru umrødd millum skúlan og
tey, sum skulu fíggja verkætlanina. Væntandi kann broytingaruppskotið verða lagt fyri Løgtingið
beint eftir Ólavsøku.
Talan er um eina stóra verkætlan fyri Húsarhaldskúla Føroya, sum krevur umrøðu og umhugsni.
Tá ið tað kemur til meirkostnaðin, so er hann í høvuðsheitum knýttur at innkomnu tilboðunum
uppá byggingina, ið eru væl hægri enn metti kostnaðurin sambært heimildarlógini. At hartil stórar
príshækkingar hava verið síðstu mánaðirnar, er ein støða, sum allar byggiverkætlanir mugu
fyrihalda seg til.
Av tí at tað eru fleiri partar, sum skulu fíggja verkætlanina, er neyðugt at fáa greiðu á, hvussu
meirkostnaðurin av byggingini kann fíggjast. Arbeitt verður við hesum spurninginum.
Til 2: Tað er ikki Uttanríkis- og mentamálaráðið, sum er byggiánari men Húsarhaldsskúlin, sum
sambært lóg er skipaður sum ein sjálvsognarstovnur. Tí er tað skúlin, sum stýrir tíðarætlanini, eitt
nú nær spakin verður settur í. Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur tó gjørt skúlanum greitt, at
skúlin ikki kann fáa eina endaliga tilsøgn og byrja byggingina, fyrrenn fíggingin er komin upp á
pláss, og Løgtingið hevur samtykt ætlaða broytingaruppskotið um hægri játtan. Í fyrsta umfari

-- 1 of 2 --

U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Page 2 of 2
verður arbeitt við at geva skúlanum eina tilsøgn um stuðul, ið er treytað av, at Løgtingið samtykkir
eina hægri játtan til byggingina.
Vinarliga
Jenis av Rana
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
220.21 Spurningur til J. av Rana frá E. M. Gunnleygsdóttur - Húsarhaldsskúli Føroya.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 21. jun. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingsmaður
Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum
Evni: Húsarhaldsskúli Føroya
Spurningar:
1. Ætlar landsstýrismaðurin sær í Løgtingið at dagføra lógina um Húsarhaldsskúla
Føroya beinanvegin á Ólavsøku?
2. Nær verður spakin settur í til nýggja Húsarhaldsskúlan?
Viðmerkingar:
Tann 25. mai 2022 spurdi eg landsstýrismannin, hví spakin ikki enn var settur í til
nýggja Húsarhaldsskúla Føroya. Landstýrismaðurin svaraði, at ein høvuðsorsøk var,
at verkætlanin var blivin dýrari enn mett, og sum var lagt upp til í galdandi
heimildarlóg um studningslán til at byggja skúlan.
Nú verður ikki bíðað eftir Bústøðum ella Klaksvíkar kommunu, men eftir Uttanríkis-
og mentamálaráðnum. Sum skilst snýr tað seg um 3,4 mió. kr. í løtuni fyri at fáa sett
gongd á byggingina; ein meirkostnaður, sum er íkomin av bíðing og tillagingum.
Tí vil eg nú aftur - næstan ein mánaða seinni - spyrja landsstýrismannin, um hann
hevur gjørt nakað ítøkiligt fyri at broyta galdandi heimildarlóg skjótast gjørligt, so
farast kann í gongd.
Tað verður uttan iva eitt ómetaliga tungt afturstig fyri skúlan, um skúlabyggingin
aftur nú – eftir 16 ára royndir og bíðing – skal útsetast enn einaferð. Tað er stórur
tørvur á skúlanum, tí til komandi skeið hevur Húsarhaldsskúli Føroya fingið 65
umsóknir, men pláss er einans fyri 21 næmingum.
Vit eru ein matvørutjóð, har matgerð úr okkara rávøru fær størri og størri virðing runt
um í heiminum. Tí er hesin skúlin, sum hevur prógvað sítt virði og tilverugrundarlag
nú í skjótt hálva øld, sera umráðandi fyri okkara framtíðarinntøkur.
Á Løgtingi, 21. juni 2022
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

-- 1 of 1 --