52-219/2021
Teknmálsorðabókin – fullføra orðabókina og møguleikar at menna føroyska teknmálið
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 2. jul. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
219.21 Svar frá J. av Rana til B. Samuelsen - Teknmálsorðabókin – Fullføra orðabókina og møguleikar at menna føroyska teknmálið.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 5. jul. 2022
Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Dagfesting: 29. juni 2022 Tygara ref.: Máltal.: 21/08502-133 Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-219/2021 frá Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu, settur Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum, um teknmálsorðabókina – fullføra orðabókina og møguleikar at menna føroyska teknmálið. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at teknmálsorðabókin kann fullførast og víðarimennast? 2. Hvussu nógv metir landsstýrismaðurin, at tað kostar at fáa gjørt teknmálsorðabókina lidna, so hon í dygd og vavi kann sammetast við móðurmálsorðabøkur? 3. Hvussu stór er almenna játtanin til hetta arbeiði? 4. Hvussu metir landsstýrismaðurin, tað gongur at “... røkja, menna og verja føroyska teknmálið”, soleiðis, sum lógin um Málráð ásetir? 5. Eru stig, sum landsstýrismaðurin ætlar at taka, fyri at tryggja varðveitslu og víðari menning av føroyska teknmálinum og atkomuligheit til málið í almenna rúminum. Um ja, hvørji? Svar Til 1: Eg eri samdur í, at orðabøkur eru alneyðugar fyri eitthvørt mál, og ein játtan til endamálið er sjálvandi vanliga ein fortreyt fyri, at arbeiðið kann fullførast og mennast. Teknmálsorðabókin, Sign Wiki Føroyar, er einki undantak, og sjálvandi eigur hon sítt pláss og skal ikki detta niðurímillum. Ein játtan er til orðabókagerð, sum seinastu árini burturav er farin til at gjalda fyri, at øll hava ókeypis atgongd til netorðabøkurnar, sum liggja á heimasíðuni hjá forlagnum Sprotanum. Í ár havi eg tó hækkað hesa játtan við 450 tús. kr., so tað er møguleiki fyri at søkja stuðul til orðabókagerð og at gera orðabøkur tøkar á netinum. Til 2: Ein varlig meting er, at tað hevði kostað umleið tvey ársverk at fingið teknmálsorðabókina lidna. Síðan krevst altíð eitt ávíst viðlíkahald. Higartil er stórt sæð alt arbeiði við teknmálsorðabókini sjálvboðið og ólønt. Tá SignWiki byrjaði, játtaði NordPlus eina upphædd, ið svaraði til uml. tvær mánaðarlønir, og í 2017 var ein 3 mánaða starvsløn játtað til verkætlanina. -- 1 of 2 -- U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Page 2 of 2 Til 3: Ein partur av játtanini hjá Málráðnum er oyramerktur til at menna føroyskt teknmál. Upphæddin er 100 tús. kr. Sum nevnt omanfyri undir 1, er eisini ein játtan til orðabókagerð, har stuðul kann verða játtaður eftir umsókn. Til 4: Sambært Málráðnum er tað ein trupul uppgáva serskilt at røkja, menna og verja føroyska teknmálið. Tað var í 2017 álagt Málráðnum at røkja hesa uppgávu aftrat vanliga virkseminum, men eingin fígging ella annar stuðul fylgdi við. Síðan í fjør hevur tó verið ein lítil játtan á 100 tús. kr., sum eru ætlaðar til at menna føroyskt teknmál, og tað er Málráðið, sum ger av, hvussu upphæddin verður brúkt. Sum skilst á Málráðnum er ætlanin at raðfesta arbeiðið við teknmálsorðabókini við hesi upphædd. Til 5: Eg haldi, sum tað longu hevur verið nevnt, at tað er sera týdningarmikið, at teknmálsorðabókin verður liðug, tí hon er grundarlagið undir føroyskum teknmáli. Ein ávegis útgáva av orðabókini er tøk á netinum og ókeypis at brúka hjá øllum. Endamálið við orðabókini er at samla inn tekn og geva fólki lætta atgongd til at læra føroyskt teknmál ella at læra tekn úr føroyska teknmálinum, sum eisini verða brúkt í sambandi við tekn til talu og annað teknstuðlað samskifti. Ein regluliga dagførd og støðugt ment teknmálsorðabók, er við til, at føroyskt teknmál verður meiri atkomuligt og lætt at læra hjá øllum. Hon viðvirkar til, at teknmálið støðugt verður ment og virt sum ein partur av okkara mentanararvi. Um fleiri fólk læra teknmál, økir tað um atkomuna hjá deyvum borgarum í samfelagslívinum. Hetta er í samsvari við ST-samtyktina um rættindi hjá fólki, ið bera brek, sum er galdandi í Føroyum. Sbrt. teimum, sum arbeiða við teknmálsorðabókini, hevur føroyska teknmálsorðabókin møguleika fyri at hava mállæru, undirvísingartilfar og ymiskt tilfar til børn á føroyskum teknmáli, og arbeitt verður eisini við at menna hesar møguleikar. Eg fari saman við Málráðnum og øðrum, sum varða av teknmáli, at kanna, hvussu vit best tryggja, at teknmálsorðabókin fær betri sømdir og kann verða fullførd og ment. Vinarliga Jenis av Rana landsstýrismaður -- 2 of 2 --
219.21 Spurningur til J. av Rana frá B. Samuelsen - Teknmálsorðabókin – Fullføra orðabókina og møguleikar at menna føroyska teknmálið.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 21. jun. 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Bjørt Samuelsen, løgtingsmaður Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum Evni: Teknmálsorðabókin – fullføra orðabókina og møguleikar at menna føroyska teknmálið Spurningar: 1. Ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at teknmálsorðabókin kann fullførast og víðarimennast? 2. Hvussu nógv metir landsstýrismaðurin, at tað kostar at fáa gjørt teknmálsorðabókina lidna, so hon í dygd og vavi kann sammetast við móðurmálsorðabøkur? 3. Hvussu stór er almenna játtanin til hetta arbeiði? 4. Hvussu metir landsstýrismaðurin, tað gongur at “... røkja, menna og verja føroyska teknmálið”, soleiðis, sum lógin um Málráð ásetir? 5. Eru stig, sum landsstýrismaðurin ætlar at taka, fyri at tryggja varðveitslu og víðari menning av føroyska teknmálinum og atkomuligheit til málið í almenna rúminum. Um ja, hvørji? Viðmerkingar: Føroyska teknmálið varð í 2017 góðkent, og í lógini um Málráð er ásett, at: “Málráðið skal harumframt serskilt røkja, menna og verja føroyska teknmálið.” Væl mentar orðabøkur eru ein grundarsteinur undir at varðveita og víðarimenna eitthvørt mál. Ein teknmálsorðabók finst á fo.signwiki.org. Henda orðabók er tó langt ífrá liðug. Tað er trupult at menna eitt mál, um neyðugu amboðini ikki eru tøk og orkan avmarkað. Skulu vit hava eina nøktandi teknmálsorðabók krevst játtan, og at onkur verður settur at gera arbeiðið. Ein væl útbygd orðabók er eitt av fleiri neyðugum átøkum fyri at gera teknmál munandi meira atkomuligt og møguligt at brúka allastaðni í samfelagnum. Og fyri at geva fólki lætta atgongd til at læra føroyskt teknmál. Í føroysku teknmálsorðabókini eru umleið 1.400 tekn, men skal orðabókin avspegla teknmálið eiga tað at vera fleiri túsund. Til samanbering kann nevnast, at í íslendsku teknmálsorðabókini eru nú savnaði nærum 12.000 tekn. Á Løgtingi 21. juni 2022 Bjørt Samuelsen -- 1 of 1 --