← Løgtingsmál

52-218/2021

Bústaðir

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 2. jul. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
22-12247 Svar uppá fyrispurning frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir um Bústaðir.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 5. jul. 2022

Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
• Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn
Tel: +298 304000 • E-mail: amr@amr.fo • www.amr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
100 Tórshavn
1. juli 2022
Málsnr.: 22/12247
Málsviðg.: JND
Nr. 52-218/2021
Svar uppá § 52 a fyrispurning nr. 52-218/2021 frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur,
løgtingsmanni til Sólvit E. Nolsø landsstýrismann í almannamálum, um Bústaðir
Spurningar:
1. Nær kemur verulig ferð á íbúðarbyggingina hjá Bústøðum?
2. Hvørjar byggiverkætlanir eru í gongd?
3. Av hesum, hvørjar byggiverkætlanir eru settar í gongd við nýggju fíggingarheimildini?
4. Hvørjar byggiverkætlanir eru ávegis saman við øðrum íleggjarum?
5. Hvørjar byggiverkætlanir eru ávegis til serligar málbólkar í samstarvi við Almannaverkið?
6. Manglar stjórin fyri Húsalánsgrunnin nakra heimild frá stýrinum fyri at fáa gongd á bygging
saman við øðrum íleggjarum?
7. Manglar stjórin fyri Húsalánsgrunnin nakra heimild frá stýrinum fyri at fara í gongd við
bygging av bústøðum fyri serligar málbólkar (fyri Almannaverkið)?
8. Verða byggiverkætlanir bodnar út soleiðis, at øll kunnu bjóða uppá arbeiði fyri Bústaðir?
Svar:
Til nr. 1
Fleiri verkætlanir eru í gongd og fleiri verkætlanir verða fyrireikaðar. Stýrið, sum varð sett av
undanfarna landsstýrismanni, hevur tíverri ikki virkað serliga væl, og hevur ikki fingið tað av skafti,
sum ynskiligt kundi verið. Av tí sama hevur framdriftin í virkseminum hjá Bústøðum ikki verið so
stór, sum ein kundi ynskt sær. Eg avgjørdi tí at seta eitt nýtt stýri, ikki minst við tí fyri eyga, at fáa
størri framdrift í íbúðabyggingina, og tað havi eg sera góðar vónir um fer at eydnast.
Til nr. 2
Hesar verkætlanir eru í gongd pr. 01.06.2022:
- Sandavágur, Við Steigarbrekku 5 íbúðir
- Vestmanna 7 íbúðir

-- 1 of 3 --

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
• Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn
Tel: +298 304000 • E-mail: amr@amr.fo • www.amr.fo
- Tórshavn, Óðinshædd II, Byggistig 2 20 íbúðir
- Tórshavn, Óðinshædd II, Byggistig 3 20 íbúðir
- Tórshavn, Óðinshædd II, Byggistig 4 19 íbúðir
- Tórshavn, Blómubrekka/Berjabrekka, Byggistig 1 10 íbúðir
- Tórshavn, Blómubrekka/Berjabrekka, Byggistig 2 16 íbuðir
- Tórshavn, Blómubrekka/Berjabrekka, Byggistig 3, (Almannaverkið ávísir) 12 íbúðir
- Tórshavn, Heimasta Horn II 22 íbúðir
- Vágur, Á Mýrum 6 lutaíbúðir
- Tvøroyri, Heiðatrøðin II 8 íbúðir
Til nr. 3
Enn er eingin avtala við lánsveitarar um víðari fígging, sambært løgtingslóg nr. 34 frá 26. mars 2021,
komin endaligt uppá pláss. Men nú nýtt stýri er valt, vænti eg at gongd kemur á byggiverkætlanir eftir
hesum leisti.
Til nr. 4
Fleiri verkætlanir, sum eru undir fyrireiking, skulu eftir ætlan bjóðast øðrum íleggjarum at luttaka í
eisini. Talan er m.a. um størri verkætlanir í Tórshavn, í Norðragøtu, í Klaksvík, í Vágum, umframt
nakrar smærri verkætlanir.
Til nr. 5
Ein verkætlan við 12 íbúðum á Blómubrekku í Tórshavn er í gerð í samstarvi við Almannaverkið og
Sinnisbata. Harumframt er farið undir verkætlanir at byggja búfelagsskapir á Toftum, á Strondum og
møguliga í Vágum.
Til nr. 6
Avgerð um at fara í holt við bygging saman við øðrum íleggjarum, verður tikin av stýrinum, eftir
tilmæli frá stjóranum. Nú nýtt stýri er sett, kemur væntandi gongd á bygging eftir hesum leisti.
Til nr. 7
Avgerð um at fara í holt við bygging av bústøðum fyri serligar málbólkar, verður tikin av stýrinum,
eftir tilmæli frá stjóranum, og í samráð við Almannaverkið og Almannamálaráðið.

-- 2 of 3 --

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
• Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn
Tel: +298 304000 • E-mail: amr@amr.fo • www.amr.fo
Til nr. 8
Bústaðir hava framt 30 verkætlanir higartil við umleið 20 ymiskum høvuðsarbeiðstakarum, og einum
stórum tali av ráðgevum, undirveitarum og øðrum. Í flestu førum hevur verið talan um undirhondsboð
frá í mesta lagi tveimum arbeiðstakarum, meðan innboðin lisititatión og alment útboð bert hevur verið
roynt í einstøkum førum.
Tórshavn 1. juli 2022
Sólvit E. Nolsø
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
218.21 Spurningur til S. E. Nolsø frá E. M. Gunnleygsdóttur - Bústaðir.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 21. jun. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingsmaður
Svarari: Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum
Evni: Bústaðir
Spurningar:
1. Nær kemur verulig ferð á íbúðarbyggingina hjá Bústøðum?
2. Hvørjar byggiverkætlanir eru í gongd?
3. Av hesum, hvørjar byggiverkætlanir eru settar í gongd við nýggju
fíggingarheimildini?
4. Hvørjar byggiverkætlanir eru ávegis saman við øðrum íleggjarum?
5. Hvørjar byggiverkætlanir eru ávegis til serligar málbólkar í samstarvi við
Almannaverkið?
6. Manglar stjórin fyri Húsalánsgrunnin nakra heimild frá stýrinum fyri at fáa gongd
á bygging saman við øðrum íleggjarum?
7. Manglar stjórin fyri Húsalánsgrunnin nakra heimild frá stýrinum fyri at fara í
gongd við bygging av bústøðum fyri serligar málbólkar (fyri Almannaverkið)?
8. Verða byggiverkætlanir bodnar út soleiðis, at øll kunnu bjóða uppá arbeiði fyri
Bústaðir?
Viðmerkingar:
Tað var eitt stórt fet rætta vegin, tá bústaðarpakkin endaliga bleiv samtyktur tann 25.
mars 2021. Við bústaðarpakkanum fingu Bústaðir 450 mió. kr. at arbeiða við
komandi árini.
200 mió. krónur skuldu fíggja bústaðarverkætlanir til serligar málbólkar uttanfyri
vanliga bústaðarmarknaðin, eitt nú lestraríbúðir, búfelagsskapir til fólk við serligum
tørvi og barnaverndarstovnar.
Hinar 250 mió. krónurnar skuldu fíggja vanligar íbúðir - saman við øðrum
íleggjarum. Harvið fer lánsheimildin hjá felagnum at røkka til munandi fleiri íbúðir
enn áður.
Bústaðir søgdu longu fyri fleiri árum síðani - longu undir undanfarnu samgongu - at
stovnurin hevði fleiri verkætlanir á skriviborðinum, men tey fingu ikki farið í gongd
við tær, tí fígging var ikki til tað.
Tí skuldi man trúð, at Bústaðir vóru klár at fara í gongd so skjótt, sum nýggja lógin
um Húsalánsgrunn varð samtykt tann 25. mars 2021, og stovnurin fekk møguleika at
læna 450 mió. kr. Tí verða hesir fyrispurningar settir.

-- 1 of 2 --

Á Løgtingi, 21. juni 2022
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

-- 2 of 2 --