← Løgtingsmál

52-217/2021

Møguleikin hjá útlendingum at læra føroyskt

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 1. jul. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
Svar upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-217-2021.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 28. jun. 2022

Sjá útdrigin tekst
U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
GONGIN 7 • POSTSMOGA 377 • 110 TÓRSHAVN • TELEFON 30 66 00 • E-MAIL: UVMR@UVMR.FO
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Føroyar
Tórshavn, tann 28. juni 2022
J.nr.: 22/12182-2
At tilskila í svari
Svar upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-217/2021 frá Beintu Løwe Jacobsen, løgtingsmanni,
um møguleikan hjá útlendingum at læra føroyskt
Spurningar vóru soljóðandi:
1. Hvat verður gjørt fyri at tryggja sær, at útlendingar, ið flyta til Føroya, læra føroyskt?
2. Hvørji krøv eru til útlendingar um, at tey skulu læra føroyskt, um tey skulu vera her í
longri tíð?
3. Hvør hevur ábyrgdina av at tryggja, at útlendingar, ið búsetast í Føroyum, verða
integreraðir?
4. Hvat verður gjørt fyri at integrera útlendingar, ið flyta til Føroya?
Svarað verður undir einum:
Í løtuni er tað ikki eitt krav, at útlendingar, sum flyta til Føroya, skulu læra seg føroyskt, men í
uppskotinum til integratiónslóg, sum væntandi verður lagt fyri Løgtingið í næstu tingsetu,
verður sett sum treyt fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi, at tilflytarin hevur luttikið í undirvísing
í føroyskum og hevur staðið eina roynd. Væleydnað integratión er m.a. treytað av, at tilflytarin
lærir málið, og á henda hátt verða tilflytarar, sum ætla at vera búgvandi í Føroyum, eggjaðir til
at læra seg føroysk og at læra føroyska samfelagið at kenna.
Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur ment útbúgvingina Føroyskt sum annaðmál 1, 2, og 3
(FSA1, FSA2 og FSA3). FSA er undirvísing í føroyskum máli og kunning um føroyska mentan
og samfelag fyri vaksnar tilflytarar, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál. Undirvísingin eigur
í størst møguligan mun at fara fram við fyriliti fyri mentan og fortreytum hjá tilflytarum og við
fyriliti fyri veruleikanum hjá tilflytarum í føroyska samfelagnum. Útbúgvingin, sum er ætlað
vaksnum tilflytarum, er skipað eftir altjóða CEFR-leisti (Common European Framework of
Reference for Languages), og kann tí sammetast við málútbúgvingar aðrastaðni. Undirvísingin
verður skipað sum serstøk frítíðarundirvísing eftir løgtingslóg um frítíðarundirvísing v.m.
Góður málførleiki er kortini ikki í sjálvum sær nóg mikið til at staðfesta, hvørt ein tilflytari er
komin væl inn í samfelagið, men málførleiki er ein ábending, sum saman við øðrum
viðurskiftum kann siga nakað um, hvussu væl tilflytarar eru komnir inn í samfelagið. Í øllum
førum er umráðandi at viðurkenna, at hóskandi málførleiki er eitt stórt stig nærri endamálinum
um, at tilflytarar skulu kunna gagnnýta sínar førleikar og síni evni og hava møguleika at luttaka
í samfelagnum á jøvnum føti við aðrar borgarar í samfelagnum.
Væleydnað integratión í høvuðsheitum er ábyrgdin hjá einstaka tilflytaranum, men væleydnað
integratión snýr seg eisini í stóran mun um vælvild, hugburð og um í felag at taka ábyrgd. Tí er

-- 1 of 2 --

U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
umráðandi, at familja, vinir og nærumhvørvið annars, arbeiðsgevarar og arbeiðspláss,
felagsskapir og borgarar taka ábyrgd av, at integratiónin verður væleydnað.
Á Útlendingastovuni hevur integratiónssamskipari verið í starvi síðani 2015. Samskiparin
hevur m.a. veitt almennum stovnum, kommunum, sjálvbodnum felagsskapum o.ø. vegleiðing
um integratión, eins og integratiónssamskiparin hevur staðið fyri at framleiða ymiskt tilfar.
Útlendingastovan hevur harumframt framleitt nakað av tilfari um integratión, m.a. bóklingar
um dagstovnaøkið og skúlaverkið. Eisini er skipað fyri øðrum integratiónsfremjandi tiltøkum,
m.a. sambinding og integratiónslegum, eins og Útlendingastovan hevur átikið sær at samskipa
tulking. Ein integratiónsvegleiðari er settur í fast starv á Útlendingastovuni í ár.
Komandi integratiónslógin hevur til endamáls at virka fyri at fremja integratión í Føroyum.
Yvirskipaða málið við integratión er, at tilflytarar fáa góðan møguleika at trívast og fáa høvi at
geva sítt íkast til samfelagið á ein týðandi hátt.
Endamálið við integratiónslógini er ikki assimilatión, men integratión og javnstøða millum
allar borgarar. Tað skerst kortini ikki burtur, at lítið hevur verið kjakast um integratión, og at
uppskotið fer at endurspegla, at hetta er nýggj lóggáva, sum má setast í samanhang við
samfelagið og støðuna í Føroyum í dag. Samstundis er umráðandi at hava í huga, at integratión
fyrst og fremst er ábyrgd hjá hvørjum einstøkum, sum velur at koma til Føroya, og at tað er
ábyrgdin hjá tí almenna at skapa karmar, sum gera, at integratión yvirhøvur ber til.
Við integratiónslógini verður farið undir at skapa hesar karmar, men greitt er eisini, at komið
verður ikki á mál við bara eini integratiónslóg. Umframt lóggávu, sum skapar formligu
karmarnar og setur formligu krøvini, er eisini neyðugt at menna ítøkilig tilboð til tilflytarar,
m.a. nøktandi undirvísingartilboð. Mest umráðandi er kortini at skapa tilvit um týdningin av
integratión og at eggja til ta hugburðsbroyting, at integratión hevur týdning fyri alt samfelagið
og at allir íbúgvar landsins hava part av ábyrgdini fyri, at integratiónin eydnast.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 28. juni 2022
Magnus Rasmussen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
217.21 Spurningur til Magnus Rasmussen frá B. L. Jacobsen - Møguleikin hjá útlendingum at læra føroyskt.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 20. jun. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Beinta Løwe Jacobsen, løgtingsmaður
Svarari: Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum
Evni: Møguleikin hjá útlendingum at læra føroyskt
Spurningar:
1. Hvat verður gjørt fyri at tryggja sær, at útlendingar, ið flyta til Føroya, læra
føroyskt?
2. Hvørji krøv eru til útlendingar um, at tey skulu læra føroyskt, um tey skulu
vera her í longri tíð?
3. Hvør hevur ábyrgdina av at tryggja, at útlendingar, ið búsetast í Føroyum,
verða integreraðir?
4. Hvat verður gjørt fyri at integrera útlendingar, ið flyta til Føroya?
Viðmerkingar:
Nógvir útlendingar eru komnir til Føroya seinastu árini. Summi fyri at arbeiða í styttri
tíðarskeið, onnur fyri at búseta seg her. Nógv av teimum vilja læra føroyskt, men sum
skilst, er tað ikki altíð so lætt hjá teimum, kanska tí tilboðini ikki eru har, ella tí at
hetta ikki samsvarar við arbeiðstíðina hjá teimun.
Summar fyritøkur hava av eintingum skipað fyri undirvísing í føroyskum fyri
útlendskum starvsfólkum. Hetta er eitt sera gott tiltak.
Tað er umráðandi, at útlendingar læra føroyskt, tí harvið er tað lættari hjá teimum at
gerast partur av føroyska samfelagnum Eisini er tað umráðandi, at tey læra føroyskt,
so tey sjálvi vita, hvørji rættindi og skyldur tey hava í føroyska samfelagnum.
Á Løgtingi, 20. juni 2022
Beinta Løwe Jacobsen

-- 1 of 1 --