← Løgtingsmál

52-216/2021

Kapellið á Landssjúkrahúsinum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 1. jul. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
Svar uppá § 52 fyrispurning nr 52-216-2021 frá Sirið Stenberg um kapellið á Landssjúkrahúsinum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 30. jun. 2022

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 30. juni 2022
HMR j. nr. 22/12149-4
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður
Svar
upp á
fyrispurning nr. 52-216/2021 eftir § 52a í tingskipanini um kapellið á Landssjúkrahúsinum,
frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvør er orsøkin til, at kapellið á Landssjúkrahúsinum ikki er tøkt í løtuni?
2. Nær kann roknast við, at kapellið aftur kann brúkast sum kapell?
Svar:
Til spurning 1 og 2
Kapellið á Landssjúkrahúsinum lat aftur fyri sløkum hálvumtriðja ári síðani, tá koronafarsóttin av
álvara tók seg upp í Føroyum. Í sambandi við fyrireikingarnar til sambindingina millum verandi og
nýggja sjúkrahúsbygningin, hevur verið neyðugt at finna eina fyribils staðseting til seingjavaskið,
og sambært Landssjúkrahúsinum verða hølini í løtuni brúkt til hetta endamál.
Enn er ikki heilt greitt, nær arbeiðið við sambindingini verður endaliga liðugt, og tað aftur verður
møguligt at nýta hølini til kapell.
Heilsumálaráðið, 30. juni 2022
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

-- 1 of 1 --
216.21 Spurningur til K. L. H. Johannesen frá S. Stenberg - Kapellið á Landssjúkrahúsinum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 20. jun. 2022

Sjá útdrigin tekst
Munnligur fyrispurningur
eftir § 52 í Tingskipanini
Spyrjari: Sirið Stenberg, løgtingsmaður
Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum
Evni: Kapellið á Landssjúkrahúsinum
Spurningar:
1. Hvør er orsøkin til, at kapellið á Landssjúkrahúsinum ikki er tøkt í løtuni?
2. Nær kann roknast við, at kapellið aftur kann brúkast sum kapell?
Viðmerkingar:
Sum skilst er kapellið á Landssjúkrahúsinum ikki tøkt í løtuni.
Kapellið hevur eina sera týdningamikla funktión. Nógv flest fólk fara foldum frá á
sjúkrahúsunum, og tað er partur av jarðarferðini, at tey nærmastu kunnu fara í
kapellið, áðrenn farið verður til sjálva jarðarferðina.
Landssjúkrahúsið er meginsjúkrahús, og fólk úr øllum landinum doyggja eisini har.
Tá hevur verið vanligt, at farið varð úr kapellinum, áðrenn farið varð víðari til
heimbygdina hjá viðkomandi at halda sjálva jarðarferðina. Hetta hevur givið mongum
møguleika at luttaka og siga farvæl har.
Fyri familju og avvarðandi er løtan í kapellinum sera týdningarmikil og partur av eini
virðiligari samkomu, sum eisini hevur stóran týdning fyri eftirtíðina, bæði andaliga og
eksistensielt.
Á Løgtingi, 20. juni 2022
Sirið Stenberg

-- 1 of 1 --