← Løgtingsmál

52-215/2021

Sjúkrarøktarfrøðingar í heilsuverkinum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 1. jul. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
Svar uppá § 52 fyrispurning nr 52-215-2022 frá Beintu Løwe Jacobsen um sjúkrøktafrøðingar í heilsuverkinum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 28. jun. 2022

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 28. juni 2022
HMR j. nr. 22/12150-4
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður
Svar
upp á
fyrispurning nr. 52-215/2021 eftir § 52 a í tingskipanini um sjúkrarøktarfrøðingar í
heilsuverkinum, frá Beintu Løwe Jacobsen, løgtingskvinnu
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvørjar treytir eru um bústað hjá sjúkrarøktarfrøðingum, ið arbeiða í heilsuverkinum
gjøgnum vikarstovur?
2. Hvør er lønin hjá sjúkrarøktarfrøðingi, ið kemur gjøgnum útlendska vikarstovu, og hvør er
lønin hjá sjúkrarøktarfrøðingi, ið arbeiðir eftir sáttmálanum hjá Felagnum Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar, men sum ger sama arbeiði, og sum arbeiðir sama brøk?
3. Hvør rindar fyri kost og bústað hjá sjúkrarøktarfrøðingum, ið arbeiða í heilsuverkinum
gjøgnum vikarstovur?
4. Kunnu sjúkrarøktarfrøðingar, ið búgva í Føroyum, arbeiða í heilsuverkinum gjøgnum
útlendska vikarstovu?
5. Hvussu nógv rindar heilsuverkið árliga útlendskum vikarstovum fyri at fáa
sjúkrarøktarfrøðingar?
Svar:
Til spurning 1
Sambært Sjúkrahúsverkinum er tað ein treyt, at Sjúkrahúsverkið útvegar bústað til
sjúkrarøktarfrøðingar, ið arbeiða í verkinum gjøgnum vikarstovur. Til dømis verða kømur í
íbúðarbygningunum á Eirargarði nýtt, tá ið Landssjúkrahúsið brúkar vikarstovur.
Til spurning 2
Sjúkrahúsverkið ger avtalu við vikarstovuna, og kann tí ikki upplýsa, hvørji lønarviðurskiftir gera
seg galdandi millum vikarstovur og teirra vikarar. Tað er eitt mál millum vikarstovuna og
vikararnar.

-- 1 of 2 --

Sjúkrarøktarfrøðingar, sum Landssjúkrahúsið setir í starv, fáa løn smb. sáttmála millum Felagið
Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið í mun til hvørjum stigi hesi eru á.
Til spurning 3
Sjúkrahúsverkið veitir bústað (sí svarið til spurning 1) men ikki kost. Vikarar fáa somu
avsláttartreytir viðv. kosti, tá keypt verður inni á sjúkrahúsinum, eins og øll onnur starvsfólk á
sjúkrahúsinum.
Til spurning 4
Sambært Sjúkrahúsverkinum eru vikarstovur vanliga skipaðar soleiðis, at tað ikki lønar seg hjá
sjúkrarøktarfrøðingum at arbeiða gjøgnum vikarstovu á t.d. teimum sjúkrahúsum, har teir
frammanundan eru í starvi ella á sjúkrahúsi í nærumhvørvinum.
Um sjúkrarøktarfrøðingur sigur seg úr starvi fyri heldur at fáa vaktir ígjøgnum vikarstovu á
sjúkrahúsi í nærumhvørvinum, seta vikarstovurnar sum treyt, at viðkomandi fyrst skal í 6 mánaðir
karantenu. Harnæst má sjúkrarøktarfrøðingurin liva við einans at fáa vaktir, tá tørvur er á tí, og sum
regul fyri styttri tíðarskeið. Harumframt kann Sjúkrahúsverkið ikki seta sjúkrarøktarfrøðing í fast
starv uttanum vikarstovu í trý ár, aftaná viðkomandi hevur arbeitt sum vikar fyri vikarstovu í
Sjúkrahúsverkinum.
Sambært Sjúkrahúsverkinum er slík skipan vanliga galdandi bæði í Føroyum og í grannalondum
okkara.
Sjúkrahúsverkið søkir vanliga bert eftir sjúkrarøktarfrøðingum umvegis vikarstovu, sum hava
serútbúgving innan ávís fakøkir, har als ongin vón er um at fáa vaktirnar settar á vanligan hátt.
Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar kunnu tó altíð fara uttanlands at arbeiða gjøgnum útlendskar
vikarstovur.
Til spurning 5
Samlaða útreiðslan fyri sjúkrarøktarfrøðingar ígjøgnum vikarstovur var til dømis í 2020 umleið 585
tús. kr. og í 2021 umleið 504 tús. kr. Upphæddirnar fyri bæði árini vóru einans nýttar til
sjúkrarøktarfrøðingar við serútbúgving innan neonatala tilbúgving.
Heilsumálaráðið, 28. juni 2022
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
215.21 Spurningur til K. L. H. Johannesen frá B. L. Jacobsen - Sjúkrarøktarfrøðingar í Heilsuverkinum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 20. jun. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Beinta Løwe Jacobsen, løgtingsmaður
Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum
Evni: Sjúkrarøktarfrøðingar í heilsuverkinum
Spurningar:
1. Hvørjar treytir eru um bústað hjá sjúkrarøktarfrøðingum, ið arbeiða í
heilsuverkinum gjøgnum vikarstovur?
2. Hvør er lønin hjá sjúkrarøktarfrøðingi, ið kemur gjøgnum útlendska
vikarstovu, og hvør er lønin hjá sjúkrarøktarfrøðingi, ið arbeiðir eftir
sáttmálanum hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, men sum ger
sama arbeiði, og sum arbeiðir sama brøk?
3. Hvør rindar fyri kost og bústað hjá sjúkrarøktarfrøðingum, ið arbeiða í
heilsuverkinum gjøgnum vikarstovur?
4. Kunnu sjúkrarøktarfrøðingar, ið búgva í Føroyum, arbeiða í heilsuverkinum
gjøgnum útlendska vikarstovu?
5. Hvussu nógv rindar heilsuverkið árliga útlendskum vikarstovum fyri at fáa
sjúkrarøktarfrøðingar?
Viðmerkingar:
Fyri at fáa greiðu á hesum viðurskiftum verður hesin fyrispurningur settur
Á Løgtingi, 20. juni 2022
Beinta Løwe Jacobsen

-- 1 of 1 --