← Løgtingsmál

52-214/2021

Barnsburðartunglyndi

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 1. jul. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
Svar uppá § 52 fyrispurning nr 52-214-2021 frá Sirið Stenberg um barnsburðartunglyndi.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 28. jun. 2022

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 28. juni 2022
HMR j. nr. 22/12152-4
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður
Svar
upp á
fyrispurning nr. 52-214/2021 eftir § 52a í tingskipanini um barnsburðartunglyndi, frá Sirið
Stenberg, løgtingskvinnu
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Er tað rætt, at Psykiatriski Depilin ikki veitir hjálp fyri barnsburðartunglyndi í løtuni, og at
samstarvið við Gigni tískil ikki er virkið?
2. Um ja, hvussu leingi hevur støðan verið soleiðis ?
3. Hvussu nógvar mammur vóru í samband við Psykiatriska Depilin árliga, tá ið skipanin
virkaði?
4. Verða allar mammur framvegis screenaðar fyri barnsburðartunglyndi?
5. Hvør hjálp verður sett inn, nú tænastan hjá Psykiatriska Deplinum er óvirkin, og hvussu
long er bíðitíðin hjá mammunum at sleppa framat?
Svar:
Til spurning 1, 2 og 3
Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum hevur ikki havt eitt fast tilboð um viðgerð fyri
barnsburðartunglyndi.
Tað, sum spyrjarin sipar til, var ein verkætlan um barnsburðartunglyndi, sum Psykiatriski depilin
seinastu árini hevur luttikið í, har partur av verkætlanini var, at depilin veitti viðgerð, tá hetta varð
mett neyðugt. Talan var um granskingarverkætlan, sum varð fíggjað av Sjúkrakassagrunninum,
Granskingargrunninum og lutvíst Psykiatriska deplinum. Verkætlanin varð samskipað í samstarvi
við Gigni, ljósmøðurnar og umboð fyri kommunulæknaskipanina.
Sambært Sjúkrahúsverkinum var dátuinnsamlingin í verkætlanini herfyri liðug, og varð tá avrátt
fyribils at steðga við tilboðnum um viðgerð, til úrslitini frá verkætlanini fyrilógu fyri at vita, hvat
hesi vístu um tørv og gagn av viðgerðartilboðnum. Samstundis varð støða tikin til, at tey, sum fingu
staðfest barnsburðartunglyndi, skuldu vísast til tey tilboð, sum annars eru í heilsuverkinum.

-- 1 of 2 --

Tað hevur drigið út at fáa verkætlanini lidna, og endaligu úrslitini eru ikki klár enn. Hetta verður
væntandi liðugt innan stutta tíð. Tá verkætlanin verður almannakunngjørd, fáa øll innlit í, hvussu
nógvar mammur hava verið í samband við Psykiatriska depilin hetta tíðarskeiðið, ið verkætlanin var
í gongd.
Tá endaligu úrslitini eru greið, ber eisini til at gera nærri metingar av, hvørji tilboð neyðugt er at
seta í verk, tá burðartunglyndi verður staðfest, og hvat tilfeingi er neyðugt fyri at hetta kann lata seg
gera.
Til spurning 4
Allar nýklaktar mammur í Føroyum fáa tilboð um at verða screenaðar fyri barnsburðartunglyndi, tá
barnið er 8-10 vikur. Heilsufrøðingarnir hava gjørt hesa kanningina síðani 2012. Sambært Gigni
vísa kanningar, at 10-12% av øllum mammum hava tekin um barnsburðartunglyndi og hava tørv á
einum eyka átaki.
Til spurning 5
Í løtuni verða mammurnar, ið hava tekin um barnsburðartunglyndi, ávístar aftur til kommunulækna,
sum síðani metir um støðuna og kann vísa víðari til sálarfrøðing ella til Psykiatriska depilin.
Í løtuni kann vera trupult at sleppa framat einum sálarfrøðingi. Sambært Heilsutrygd er aktuella
bíðitíðin frá gott einum mánað upp til seks mánaðir hjá onkrum.
Heilsumálaráðið, 28. juni 2022
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
214.21 Spurningur til K. L. H. Johannesen frá S. Stenberg - Barnsburðartunglyndi.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 20. jun. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Sirið Stenberg løgtingsmaður
Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum
Evni: Barnsburðartunglyndi
Spurningar:
1. Er tað rætt, at Psykiatriski Depilin ikki veitir hjálp fyri barnsburðartunglyndi í
løtuni, og at samstarvið við Gigni tískil ikki er virkið?
2. Um ja, hvussu leingi hevur støðan verið soleiðis ?
3. Hvussu nógvar mammur vóru í samband við Psykiatriska Depilin árliga, tá ið
skipanin virkaði?
4. Verða allar mammur framvegis screenaðar fyri barnsburðartunglyndi?
5. Hvør hjálp verður sett inn, nú tænastan hjá Psykiatriska Deplinum er óvirkin,
og hvussu long er bíðitíðin hjá mammunum at sleppa framat?
Viðmerkingar:
Í nøkur ár hevur verið skipað samstarv millum Gigni og Psykiatriska Depilin um hjálp
fyri barnsburðartunglyndi. Allar mammur hava havt í boði screening fyri
barnsburðartunglyndi. Alt eftir hvør støðan er, hevur Gigni bjóðað eyka vitjanir, og
um tørvurin hevur verið størri enn tað, sum Gigni kann bjóða, hevur mamman fingið
hjálp frá Psykiatriska Deplinum. Sum skilst er tænastan frá Psykiatriska Deplinum
ikki tøk í løtuni. Hetta ljóðar álvarsamt og kann hava stórar avleiðingar fyri nýggju
familjuna.
Endamálið við at seta screeningina í verk var at seta hjálp inn skjótast tilber í samband
við barnsburðartunglyndi vitandi, at støðan er álvarsom fyri menningina hjá barninum
eins og mammu, og familjuna sum heild. Hetta er liður í fyribyrgjandi arbeiðnum á
økinum og skal tryggja, at skjót, góð og kvalifiserað hjálp verður sett í verk.
Álvarsemið í støðuni krevur skjóta viðgerð.
Tí hesir spurningar til landsstýrismannin fyri at fáa greiðu á, um tænastan er skerd, og
hvør hjálp verður veitt í staðin.
Á Løgtingi, 20. juni 2022
Sirið Stenberg

-- 1 of 1 --