52-213/2021
Eftirlit við festum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 28. jun. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
22_11849-3 Svar upp á § 52a-fyrispurning nr 813127_528476_0.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 20. jun. 2022
Sjá útdrigin tekst
U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð GONGIN 7 • POSTSMOGA 377 • 110 TÓRSHAVN • TELEFON 30 66 00 • E-MAIL: UVMR@UVMR.FO Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Føroyar Tórshavn, tann 20. juni 2022 J.nr.: 22/11849-3 At tilskila í svari Svar upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-213/2021 frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, um eftirlit við festum Spurningarnir vóru soljóðandi: 1. Hevur Búnaðarstovan gjørt nakra ætlan fyri, hvussu reglulig sýn kunnu verða gjørd av festum? 2. Hvussu nógv festisýn hevur Búnaðarstovan gjørt seinastu tvey árini? Svar: Í svari til § 52a-fyrispurning nr. 52-92/2019, sum spyrjarin eisini vísir til, varð greitt frá, at festisýnini vóru slept, tá ið farið varð undir at einskilja ta almennu jørðina fyri nøkrum árum síðani. Orsøkin til hetta var ivaleyst, at festisýn eru óneyðug, um jørðin er einskild. Einskiljingar-tilgongdin varð síðani steðgað, men lógarverkið, sum varð samtykt í sambandi við ta komandi einskiljingina, varð ikki broytt aftur til ta veruligu støðu, sum enn er galdandi, nevniliga at jørðin framvegis er almenn ogn. Undanfarni landsstýrismaður tók tí stig til at fáa gongd aftur á regluligu festisýnini, sum vóru dottin niðurfyri. Búnaðarstovan setti í mai 2021 fólk at taka sær av uppgávuni, og Búnaðarstovan hevur síðani framt 21 festisýn, serliga í sambandi við festaraskifti. Harumframt hevur Búnaðarstovan sýnað festi, sum kært er um, og leigutraðir. Arbeitt verður við at fáa festisýnini í eina meira skipaða legu soleiðis, at øll festi verða sýnað við regluligum millumbili. Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 20. juni 2022 Magnus Rasmussen landsstýrismaður -- 1 of 1 --
213.21 Spurningur til M. Rasmussen frá H. Abrahamsen - Eftirlit við festum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 16. jun. 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður Svarari: Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum Evni: Eftirlit við festum Spurningar: 1. Hevur Búnaðarstovan gjørt nakra ætlan fyri, hvussu reglulig sýn kunnu verða gjørd av festum? 2. Hvussu nógv festisýn hevur Búnaðarstovan gjørt seinastu tvey árini? Viðmerkingar: Fyri tveimum árum síðani setti Heðin Mortensen, sum tá var løgtingsmaður, undirritaða, sum tá var landsstýrismaður, ein § 52a fyrispurning, nr. 92/2019, har spurt varð, um nøkur skylda ella ábyrgd er hjá Búnaðarstovuni at hava eftirlit við ella vitja festi til tess at tryggja, at festibrævið er dagført. Í svarinum til fyrispurningin varð millum annað sagt: “Búnaðarstovan hevur sambært lóg um landsjørð skyldu til at hava eftirlit við almennu festunum, ikki bara tá ið festaraskifti er. Hetta eftirlit hevur ikki virkað nóg væl seinastu árini, men stig eru tikin til at fáa hesi viðurskifti í rættlag, og Búnaðarstovan er biðin um at fyrireika eina ætlan soleiðis, at festisýn frameftir verða framd regluliga.” Nú tvey ár eru liðin, síðani nevndi spurningur varð svaraður verður spurt, um gongd er í málinum. Á Løgtingi tann 16. juni 2022 Helgi Abrahamsen -- 1 of 1 --