52-211/2021
Frítíðartilboð til børn við serligum tørvi
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 25. jun. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
211.21 Svar frá S.Nolsø til E. Samuelsen - Frítíðartilboð.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 27. jun. 2022
Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn Tel: +298 304000 • E-mail: amr@amr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 110 Tórshavn 24. juni 2022 Mál: 22/11589 Tygara Skriv: Viðgjørt: Barbara Álvsdóttir Thomsen Nr. 52/211-2021 Svar upp á § 52 a fyrispurning nr. 52/211-2021 frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í almannamálum Sólvit E. Nolsø, um frítíðartilboð til børn við serligum tørvi Fyrispurningurin ljóðar soleiðis: 1. Hvussu nógv børn í skúlaaldri frá 3. flokki standa á bíðilista til frítíðartilboð eftir skúlatíð? 2. Hvussu er bíðilistin býttur yvir landið? 3. Hvussu nógv fleiri børn hava tørv á frítíðartilboði til komandi skúlaár? 4. Er nøkur ítøkilig ætlan um at útvega hesum børnum frítíðartilboð frá komandi skúlaári? Svar: Til nr. 1 og 2 Sambært upplýsingum frá Almannaverkinum stóðu í alt 31 børn á bíðilista til eitt frítíðartilboð tann 31. mai 2022. Av hesum 31 børnunum hava fýra fingið bjóðað frítíðartilboð nú eftir summarfrítíðina. Bíðilistin er býttur soleiðis yvir landið: í Suðurstreymoy standa 13 børn á bíðilista, í Norðurstreymoy 4 børn, í Vágum 3 børn, í Norðoyggjum 1 barn og í Eysturoynni 10 børn. Til nr. 3 Í løtuni viðger Almannaverkið 10 umsóknir um frítíðartilboð til børn. Aftrat hesum hevur Almannaverkið samband við uml. 3-4 børn, sum kunnu hugsast at hava tørv á frítíðartilboði eftir summarfrítíðina. Royndirnar hjá Almannaverkinum vísa harnæst, at Almannaverkið eftir skúlabyrjan eisini fær tvær til tríggjar umsóknir um frítíðartilboð innan hendan málbólk. Eydnast ikki at útvega fleiri pláss til frítíðartilboð næstu tíðina koma sostatt uml. 40 børn at standa á bíðilista til frítíðartilboð, tá komið er út í september. -- 1 of 2 -- ALMANNAMÁLARÁÐIÐ síða 2 av 2 Til nr. 4 Arbeitt verður støðugt við at útvega hóskandi hølir og starvsfólk fyri at gera tað møguligt at veita børnunum á bíðilista neyðuga tænastu. Almannaverkið er av teirri fatan, at nógv børn við serligum tørvi høvdu havt størri gagn av einum heildartilboði heldur enn at hava fleiri ymisk tilboð. Ítøkiliga kann nevnast, at avtala nýliga er gjørd við Mentamálaráðið og Skúlan á Trøðni um, at nøkur av teimum børnunum, sum ganga á hesum serskúlatilboðnum og fara í 3. flokk eftir summarfrítíðina, kunnu fáa frítíðartilboðið veitt á skúlanum eftir skúlatíð. Í løtuni fevnir avtalan bert um 2 børn. Somuleiðis verður arbeitt við at gera seravtalur við tær kommunur, sum hava frítíðartilboð til børn frá 3. flokki. Endamálið er, at tey børn, sum hóast serliga tørvin kunnu megna at ganga í kommunala frítíðartilboðnum við eyka normering, fáa hóskandi tilboð. Almannaverkið hevur eina slíka seravtalu og arbeiðir í løtuni við at fáa eina slíka avtalu afturat við aðra kommunu. Almannamálaráðið 24. juni 2022 Sólvit E. Nolsø landsstýrismaður -- 2 of 2 --
211.21Spurningur til S.Nolsø frá E. Samuelsen - um frítíðartilboð.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 14. jun. 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Eyðgunn Samuelsen, løgtingsmaður Svarari: Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum Evni: Frítíðartilboð til børn við serligum tørvi Spurningar: 1. Hvussu nógv børn í skúlaaldri frá 3. flokki standa á bíðilista til frítíðartilboð eftir skúlatíð? 2. Hvussu er bíðilistin býttur yvir landið? 3. Hvussu nógv fleiri børn hava tørv á frítíðartilboði til komandi skúlaár? 4. Er nøkur ítøkilig ætlan um at útvega hesum børnum frítíðartilboð frá komandi skúlaári? Viðmerkingar : Um hesa tíðina í fjør var frammi í fjølmiðlunum, at fleiri børn við serligum tørvi ikki fóru at fáa frítíðartilboð eftir skúlatíð við skúlaársbyrjan 2021. Skipanin er soleiðis, at kommunurnar útvega øllum børnum frítíðartilboð eftir skúlatíð í 1. og 2. flokki. Tá ið eitt barn við serligum tørvi byrjar í 3. flokki, skal Almannaverkið taka yvir og útvega barninum frítíðartilboð. Manglandi frítíðartilboð rakar familjuna og barnið sera hart. Tað gongur út yvir trivnaðin hjá barninum, tí barnið verður isolerað heima og fær ikki møguleikan at vera saman við øðrum javnlíkum. Fyri foreldrini merkir tað ein fíggjarligan miss og ótryggleika í starvinum, tí tey noyðast úr arbeiði fyri at vera heima hjá barninum. Endamálið við lógini um almannatrygd og tænastur er, at foreldur við barni, ið hevur serligan tørv, fáa møguleika at liva eitt vanligt og virkið lív og luttaka á arbeiðsmarknaðinum á jøvnum føti við onnur. Harumframt skulu børnini fáa somu tilboð sum onnur børn og harvið møguleikar at mennast í felagsskapi við onnur børn. Útveganin av frítíðartilboði til børnini er harumframt ein stór sparing fyri Almannaverkið, tí foreldrini kunnu halda fram at arbeiða heldur enn at fáa útgoldið pening orsakað av inntøkumissi. Eisini kunnu manglandi tilboð hava við sær, at hesi foreldur ikki orka meir, og barnið tískil má á stovn. Eitt stovnspláss, har barnið er alt samdøgrið, er sera dýrt og óneyðugt, um tilboð so sum frítíðartilboð og umlætting eru tøk til foreldrini, tá ið tørvur er á tí. -- 1 of 2 -- Fyri at fáa greiðu á, um hetta er nakað, ið landsstýrismaðurin ætlar sær at gera nakað við, verða hesir spurningar settir. Á Løgtingi, 14. juni 2022 Eyðgunn Samuelsen -- 2 of 2 --