52-210/2021
Asfaltering og annað í Kalsoynni
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 22. jun. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
210.21 Svar frá U. Rasmussen til B. L Jacobsen - Asfaltering og annað í Kalsoynni.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 21. jun. 2022
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 20. juni 2022 J. nr.: 22/11485 Viðgjørt: AE Svar til fyrispurning nr. 52-210/2021 frá Beintu Løwe Jacobsen, løgtingskvinnu, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um asfaltering og annað í Kalsoynni. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Nær er ætlanin at asfaltera landsvegirnar og vegirnar í tunlunum í Kalsoynni? 2. Hvørjar ætlanir eru um at bøta um viðurskiftini hjá ferðafólkum, sum bíða á keiini á Syðradali? 3. Nær er ætlanin at byggja bíðirúm við vesihentleikum og øðrum á keiini á Syðradali? Svar til spurning 1 Tað eru játtaðar 500 tús. kr. til vegir og tunlar í Kalsoynni í ár (2022). Játtanin er brúkt til at asfaltera eitt vegastrekki í Villingardalstunlinum. Viðmerkjast kann, at ein partur av vegakervinum, herímillum tunlar, ongantíð eru gjørdir heilt lidnir. Tað er ein spurningur um játtan, nær arbeiðið verður gjørt. Svar til spurning 2 og 3 Landsverk upplýsir, at arbeitt hevur verið við at fyrireika málið um at betra umstøðurnar hjá ferðafólki við ferjuleguna á Syðradali. Ymiskar loysnir hava verið viðgjørdar, og nakað er brúkt til planlegging og tekning. Verandi ætlan er at gera eitt bíðirúm við vesi við ferjuleguna á Syðradali, og tað kostar umleið 2,0 mió. kr. Tað er umráðandi at umstøðurnar at ferðast eru góðar í Kalsoynni, og landsstýrismaðurin fer at taka málið upp um at játta pening til endamálið í sambandi við fíggjarlógaruppskotið fyri 2023. Tinganes, 20. juni 2022 Uni Rasmussen Landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 1 of 1 --
210.21 Spurningur til U. Rasmussen frá B. L Jacobsen - Asfaltering og annað í Kalsoynni.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 10. jun. 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Beinta Løwe Jacobsen, løgtingsmaður Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í samferðslumálum Evni: Asfaltering og annað í Kalsoynni Spurningar: 1. Nær er ætlanin at asfaltera landsvegirnar og vegirnar í tunlunum í Kalsoynni? 2. Hvørjar ætlanir eru um at bøta um viðurskiftini hjá ferðafólkum, sum bíða á keiini á Syðradali? 3. Nær er ætlanin at byggja bíðirúm við vesihentleikum og øðrum á keiini á Syðradali? Viðmerkingar: Kalsoyggin er millum mest vitjaðu oyggjar í landinum. Sambært hagtølum hjá SSL eru omanfyri 20.000 fólk og meira enn 3.000 bilar farin um Kalsoyarfjørð fyrstu fýra mánaðirnar í ár. Hetta eru fimm túsund ferðafólk fleiri enn somu tíð í fjør. Nógva ferðslan slítur vegirnar, og tað sæst aftur, tí nógva staðni eru teir illa farnir. Tí mugu vegirnir asfalterast. Umstøðurnar hjá ferðafólkum, sum bíða, eru heldur ikki tær bestu, um veðrið er vánaligt. Løgtingið feldi uppskotið hjá undirritaðu um at bøta um hesi viðurskifti. Klaksvíkar kommuna hevur sett tvey vesi upp á havnarlagnum, men sambært fjølmiðlum eru hesi nú tikin burtur, tí tey skuldu brúkast aðrastaðni. Tí má tað almenna nú gera okkurt fyri at bøta um hesi viðurskifti. Á Løgtingi, 10. juni 2022 Beinta Løwe Jacobsen -- 1 of 1 --