← Løgtingsmál

52-209/2021

Endurvenjingar (uppfyljgandi spurningar)

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 21. jun. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
209.21 Svar frá K. L. H. Johannesen til H. Abrahamsen - Endurvenjing (uppfylgjandi spurningar).pdfuppruna-PDF

Svar · — · 21. jun. 2022

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 21. juni 2022
HMR j. nr. 22/11302-4
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður
Svar
upp á
fyrispurning nr. 52-209/2021 eftir § 52 a í tingskipanini um endurvenjingar frá Helga
Abrahamsen, løgtingsmanni
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Bjóða allar privatar sjúkratryggingar sjúklingunum endurvenjing, um hetta verður mett neyðugt?
2. Fá allir sjúklingar, sum hava fingið viðgerð aðrastaðni enn í føroyska heilsuverkinum, og sum
hava tørv á endurvenjing, men sum av eini ella aðrari orsøk ikki fáa tilboð um hetta frá síni
trygging, tilboð um endurvenjing frá heilsuverkinum?
3. Hvussu verða sjúklingarnir kunnaðir um hetta?
Svar:
Til spurning 1
Landsstýrismaðurin varðar ikki av, og hevur ei heldur kunnleika til innihaldið í øllum teimum privatu
sjúkratryggingunum, sum verða teknaðar. Tað er eitt mál millum tann tryggjaða og tryggingarfelagið.
Men sum víst varð á í áður givna svari, eru fleiri, sum hava endurvenjing sum ein part av
sjúkratryggingini.
Til spurning 2 og 3
Hava sjúklingar fingið viðgerð aðrastaðni enn í føroyska heilsuverkinum ella umvegis heilsuverkið,
kunnu hesi venda sær til kommunulæknan í sambandi við møguligan tørv á endurvenjing. Metir
kommunulæknin, at sjúklingurin hevur tørv á endurvenjing frá Sjúkrahúsverkinum, skal ein ávísing frá

-- 1 of 2 --

kommunulæknanum sendast Sjúkrahúsverkinum. Fær Sjúkrahúsverkið fyrispurning um endurvenjing frá
sjúklingi, ið eru viðgjørdir privat, uttan at sjúklingurin er ávístur frá Sjúkrahúsverkinum, so kunna tey
sjúklingin um, at ein ávísing er neyðug.
Flestu hava tó møguleikan at fáa endurvenjingina frá privatari klinikk við ávísing frá kommunulækna.
Í viðmerkingunum til fyrispurningin, reisir spyrjarin spurningin um, hvør orsøkin er til, at fólk, ið fáa
skurðviðgerð aðrastaðni enn í føroyska heilsuverkinum, missa rættin til endurvenjing í heilsuverkinum.
Tað er ikki rætt, at tey missa rættin, men tey skulu ávísast rætta vegin.
Sambært Sjúkrahúsverkinum hava tey onki kærumál um manglandi endurvenjing í Sjúkrahúsverkinum
vegna skurðviðgerð aðrastaðni.
Heilsumálaráðið, 21. juni 2022
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
209.21 Spurningur til K. L. H. Johannesen frá H. Abrahamsen - Endurvenjing (uppfylgjandi spurningar).pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 9. jun. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður
Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum
Evni: Endurvenjingar
Spurningar:
1. Bjóða allar privatar sjúkratryggingar sjúklingunum endurvenjing, um hetta verður mett
neyðugt?
2. Fáa allir sjúklingar, sum hava fingið viðgerð aðrastaðni enn í føroyska heilsuverkinum,
og sum hava tørv á endurvenjing, men sum av eini ella aðrari orsøk ikki fáa tilboð um
hetta frá síni trygging, tilboð um endurvenjing frá heilsuverkinum?
3. Hvussu verða sjúklingarnir kunnaðir um hetta?
Viðmerkingar:
Fyri nøkrum vikum síðani setti undirritaði ein § 52a fyrispurning um endurvenjing (tingmál nr. 52-
192/2021). Spurt varð, hvør orsøkin er til, at fólk, ið fáa skurðviðgerð aðrastaðni enn í føroyska
heilsuverkinum, missa rættin til endurvenjing í heilsuverkinum?
Í svarinum verður sagt, at flestu sjúklingar, ið velja at fara aðrastaðnis til skurðviðgerð, hava
møguleikan at fáa endurvenjingina frá privatari klinikk við ávísing frá kommunulækna, og at um
talan er um eina serliga kompliseraða endurvenjing, sum krevst, ella endurvenjing, sum ikki finnist í
privata geiranum, kann kommunulæknin senda ávísing til Sjúkrahúsverkið um at lyfta uppgávuna.
Fyri at fáa nærri greiði á, í hvønn mun sjúklingar fáa tilboð um endurvenjing, verða hesir spurningar
settir.
Á Løgtingi, 9. juni 2022
Helgi Abrahamsen

-- 1 of 1 --