← Løgtingsmál

52-208/2021

Hernaðarligt virksemi í Føroyskum sjóumveldi

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 21. jun. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
208.21 Svar frá J. av Rana til B. K. Petersen - Hernaðarligt virksemi í Føroyskum sjóumveldi.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 21. jun. 2022

Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Dagfesting: 21. juni 2022
Tygara ref.:
Máltal.: 21/08502-127
Svar
upp á
§ 52a fyrispurning nr. 52-208/2021 frá Bjarna Kárason Petersen, løgtingsmanni, settur
Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum, um hernaðarligt virksemi á
føroyskum sjóumveldi.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvørjar eru formligu mannagongdirnar, tá ið fremmand herskip ynskja at sigla ígjøgnum
ella hava venjingar á føroyskum sjóumveldi?
2. Hvussu ofta hava fremmand herskip biðið um diplomatiskt loyvi til at sleppa inn á
føroyskt sjóumveldi síðani 2010?
3. Hvussu ofta hevur NATO framt hernaðarvenjingar á føroyskum sjóøki síðani 2010?
4. Hvørjar eru grundgevingarnar hjá fremmandum herskipum fyri at sleppa inn á føroyskt
sjóumveldi?
5. Hvørjar eru treytirnar fyri, at fremmand herskip fáa diplomatiskt loyvi til at sleppa inn á
føroyskt sjóumveldi?
6. Eru dømi um, at loyvi ikki er givið frá uttanríkistænastuni til at sleppa inn á føroyskt
sjóumveldi?
7. Ætlar landsstýrið í framtíðini at kunna almenningin, tá ið fremmand herskip fáa loyvi til
at sigla gjøgnum føroyskt sjóumveldi?
8. Eru ítøkiligar ætlanir um, at fremmand herskip skulu brúka føroyskar havnir sum
stuðulshavnir til teirra virksemi?
Svar
Svarað verður undir einum: Sambært Havrættarsáttmála Sameindu Tjóða hava fremmand skip,
eisini herskip, rætt til sonevnda sakleysa gjøgnumsigling (Innocent Passage) í ytra
sjóumveldinum. Ytra sjóumveldi Føroya er frá grundlinjunum og 12 fjórðingar út. Diplomatiskt
loyvi er kravt fyri at koma í innara sjóumveldi, sum er frá grundlinjunum og inn á land. Hóast
sakleys gjøgnumsigling í ytra sjóumveldinum ikki krevur diplomatiskt loyvi, biðja avvarðandi
myndugleikar vanliga um diplomatiskt loyvi til skip, bæði tá ið tey koma í ytra og innara
sjóumveldi.
Tá ið fremmand herskip skulu hava diplomatiskt loyvi at koma í føroyskt sjóumveldi ella í
føroyska havn, vendir avvarðandi myndugleiki, ið sum oftast er sendistovan í Keypmannahavn hjá
tí landi, ið eigur skipið, sær til Arktisk kommando við eini umsókn. Umvegis Ríkisumboðið verður
umsóknin send Uttanríkis- og mentamálaráðnum til viðmerkingar.

-- 1 of 2 --

U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Page 2 of 2
Í umsóknini verður upplýst nær og hvar viðkomandi skip ætlar at koma í føroyskt sjóumveldi ella
í føroyska havn, og hvørji ørindini eru. Dømi um hetta eru m.a. havnarvitjan, manningarskifti,
viðlíkahald, umvælingar og bunkring. Ein røð av tekniskum upplýsingum eru eisini í umsóknini.
Eftir at umsóknin er viðgjørd, verður vanliga svarað, at Uttanríkis- og mentamálaráðið ikki hevur
viðmerkingar til, at diplomatiskt loyvið verður latið at koma í føroyskt sjóumveldi, treytað av, at
skipið ikki ber sokallað CBRN-vápn ella lutir til slík vápn og annars heldur galdandi reglur. CBRN
er ensk stytting fyri evnafrøðilig vápn, lívfrøðilig vápn, geislavirkin vápn og kjarnorkuvápn.
Uttanríkis- og mentamálaráðið kennir ikki til dømi, har diplomatiskt loyvi ikki er latið skipum at
koma í føroyskt sjóumveldi ella føroyska havn. Rætturin at sýta fyri, at diplomatiskt loyvi verður
latið er galdandi fyri innara sjóumveldið og fyri annað virksemi enn gjøgnumsigling í ytra
sjóumveldinum.
Síðan 2010 hevur NATO skipað fyri einari flotavenjing, har vant eisini hevur verið í ytra og innara
sjóumveldi Føroya. Tað er venjingin Dynamic Mongoose 2022, sum byrjaði í Reykajvík 13. juni
og endar í Bergen 22. juni.
Ein gjøgnumgongd í viðkomandi skjalagoymslum vísir, at diplomatiskt loyvi er latið fremmandum
herskipum at koma í føroyskt sjóumveldi 40 ferðir frá 2010-2021. Higartil í 2022 er diplomatiskt
loyvi latið fremmandum herskipum at koma í føroyskt sjóumveldi 27 ferðir. Fleiri av skipunum,
sum hava verið við í flotavenjingini Dynamic Mongoose, hava fingið diplomatiskt loyvi at koma
í føroyskt sjóumveldi meira enn einaferð, tí tey hava havt ørindi í føroyskum sjóumveldi í fleiri
umførum í sambandi við venjingina.
Landsstýrið er tilvitað um týdningin, ið almenn kunning hevur, tá ið fremmand flotafør vitja.
Ongar ítøkiligar ætlanir eru um, at fremmand herskip skulu brúka føroyskar havnir sum formligar
stuðulshavnar ella øðrvísi, enn tær verður brúktar í dag. Fremmand skip kunnu í samsvari við
galdandi treytir og reglur sigla í føroyskum sjóumveldi og koma í føroyska havn.
Áhugin tykist vaksa fyri strategiska týdninginum, sum tað øki hevur, ið Føroyar eru partur av. Í
hesum sambandi er umráðandi, at Føroyar eru við í viðkomandi tilgongdum og avgerðum, og eisini
at Føroyar kunnu gera sín part til tess at tryggja ta verju, ið NATO stendur fyri í Norðuratlantshavi.
Vinarliga
Jenis av Rana
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
208.21 Spurningur til J. av Rana frá B. K. Petersen - Hernaðarligt virksemi í Føroyskum sjóumveldi.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 9. jun. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður
Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum
Evni: Hernaðarligt virksemi á føroyskum sjóumveldi
Spurningar:
1. Hvørjar eru formligu mannagongdirnar, tá ið fremmand herskip ynskja at sigla
ígjøgnum ella hava venjingar á føroyskum sjóumveldi?
2. Hvussu ofta hava fremmand herskip biðið um diplomatiskt loyvi til at sleppa
inn á føroyskt sjóumveldi síðani 2010?
3. Hvussu ofta hevur NATO framt hernaðarvenjingar á føroyskum sjóøki síðani
2010?
4. Hvørjar eru grundgevingarnar hjá fremmandum herskipum fyri at sleppa inn á
føroyskt sjóumveldi?
5. Hvørjar eru treytirnar fyri, at fremmand herskip fáa diplomatiskt loyvi til at
sleppa inn á føroyskt sjóumveldi?
6. Eru dømi um, at loyvi ikki er givið frá uttanríkistænastuni til at sleppa inn á
føroyskt sjóumveldi?
7. Ætlar landsstýrið í framtíðini at kunna almenningin, tá ið fremmand herskip
fáa loyvi til at sigla gjøgnum føroyskt sjóumveldi?
8. Eru ítøkiligar ætlanir um, at fremmand herskip skulu brúka føroyskar havnir
sum stuðulshavnir til teirra virksemi?
Viðmerkingar:
Sunnudagin 5. juni 2022 sigldu 6 NATO-herskip millum føroysku oyggjarnar.
Herskipini vóru partur av herflotabólkinum Standing NATO Maritime Group 1, og
kom umsókn inn til Arktisk Kommando um, at hesi seks skipini kundu sigla ígjøgnum
føroyskt sjóumveldi á veg norður eftir. Tað varð ikki fráboðað almenninginum, og
gingu tað fleiri tímar, áðrenn uttanríkistænastan úttalaði seg til miðlarnar um, hvat ið
var áfatt. Tað er sera óheppið, tí tað elvdi til stúran hjá mongum, ið ikki vistu teirra
ørindi her um leiðir.
Tað er alsamt vanligari, at vit síggja fremmand herskip í Føroyum. Tá ið amerikanski
oyðarin, USS Donald Cook (DDG 75) kom til Føroya í oktober 2019, var hetta fyrsta
vitjanin av amerikanska herflotanum í Føroyum í 33 ár, og í mai 2022 komu
amerikonsku kavbátarnir, USS Indiana (SSN-789) og USS John Warner (SSN-785) til
Føroya at skifta manning. Harafturat kom amerikanski oyðarin USS Ross (DDG-71)
inn í Runavíkar havn fyri at bunkra olju, sleppa av við burturkast, og fáa vatn og
eykalutir umborð.

-- 1 of 2 --

Heimurin er í eini spentari støðu, og eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina, hevur
NATO økt um sítt virksemi í Norðuratlantshavi. Tað kann hugsast, at vit fara at síggja
fleiri hernaðarvenjingar her um leiðir, og eisini kann tað blíva aktuelt, at umbøn
kemur frá amerikonsku stjórnini um at brúka føroyskar havnir sum stuðulshavnir fyri
herflota teirra og tess sameindu.
Tí vera hesir spurningarnir settir.
Á Løgtingi, 9. juni 2022
Bjarni Kárason Petersen

-- 2 of 2 --