← Løgtingsmál

52-207/2021

Inflasjón og progressivi skattastigin

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 16. jun. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
207.21 Svar frá U.Rasmussen til S. K. Poulsen - infasjón og skattastigan.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 15. jun. 2022

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 15. juni 2022
J.nr.: 22/11010-2
Viðgjørt:
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-207/2021 frá Steffani Klein Poulsen, løgtingsmanni,
settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um inflasjón og progressiva
landsskattastigan.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvat var miðal árligi lønarvøksturin í prosentum hjá Føroya Arbeiðarafelag í
tíðarskeiðinum 2012-2021?
2. Hvussu høgur var landsskatturin í miðal í prosent av inntøkuni hjá føroysku borgarunum í
tíðarskeiðinum 2012-2021 hvørt árið sær?
3. Hvat var marginali landsskatturin fyri síðst tjentu krónuna hjá føroyingum í miðal í
tíðarskeiðinum 2012-2021 hvørt árið sær?
4. Heldur landsstýrismaðurin, at mørkini í landsskattastiganum eiga at verða prístalsjavnað?
Til nr. 1
Grundlønin hjá limum í Føroya Arbeiðarafelag var 113,79 kr. um tíman í 2012 og 135,56 kr. um
tíman í 2021. Hetta gevur ein miðal árligan lønarvøkstur á út við 2% í tíðarskeiðinum 2012 til
2021. Árligi lønarvøksturin í miðal kann roknast soleiðis:
á𝑟𝑙𝑖𝑔𝑢𝑟 𝑙ø𝑛𝑎𝑟𝑣ø𝑘𝑠𝑡𝑢𝑟 í % = ((135,56
113,79)
1
9
− 1) ∗ 100 ≈ 2%
Til nr. 2
Talva 1 niðanfyri vísir skattskylduga inntøku, landsskattin og landsskattin í % av skattskyldugari
inntøku fyri árini 2012 til 2020. Skattaárið 2021 er ikki endaliga gjørt upp enn, og uppgerðir eru
ikki tøkar enn fyri 2021.
TALVA 1 2012 2013 2014 2015 2016 2017 2018 2019 2020 2021
Skattskyldug
inntøka (mió. kr.) 9.577 9.800 10.271 10.749 11.310 11.792 12.286 12.993 13.307 -
Landsskattur
(mió. kr.) 1.175 1.207 1.289 1.390 1.356 1.442 1.555 1.693 1.775 1.785
Skattaprosent í
miðal 12,3% 12,3% 12,6% 12,9% 12,0% 12,2% 12,7% 13,0% 13,3% -
Kelda: Hagstovan og Gjaldstovan.

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
Til nr. 3
Spurningurin kann ikki svarast neyvt. Marginali landsskatturin er treytaður av inntøkuni hjá
skattgjaldarum. Til dømis hevur ein persónur við ársinntøku á 300 tús. kr. ein marginalskatt í
landsskattinum á 20%, meðan ein annar skattgjaldari við ársinntøku á 400 tús. kr. hevur ein
marginalskatt í landsskattinum á 25%. Markið fyri, nær skattgjaldarar rinda 25% í marginalskatti av
árligu inntøkuni, er 330 tús. kr. í landsskattatalvuni, sum hevur verið óbroytt síðani 2016.
Eitt vegleiðandi svar er at brúka miðalinntøkuna í inntøkuuppgerðini hjá Hagstovuni sum
ábending um miðalinntøkuna í landinum og síðani hyggja eftir marginala landsskattinum, sum
hendan miðalinntøkan rindar í landsskattatalvuni fyri hvørt ár. Hetta er gjørt í talvu 2 niðanfyri
(uppgerin er ikki tøk fyri 2012).
TALVA 2 2012 2013 2014 2015 2016 2017 2018 2019 2020 2021
Miðalinntøka (tús. kr.) 269 275 284 294 303 311 322 335 337 -
Marginalur landsskattur 20% 20% 20% 20% 20% 20% 20% 25% 25% -
Kelda: Hagstovan og TAKS (landsskattatalvan).
Til nr. 4
Tað er rætt, sum ført verður fram í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin, at mørkini í
landsskattastiganum eru føst, meðan nominellu lønirnar og prísstøðið í samfelagnum hækka so
líðandi. Hetta merkir, at størri partur av nominellu lønini, sum frálíður, verður lyft upp á hægra
landsskattastiga, og tí verða borgarar eisini skattaðir harðari, sum frálíður. Tað er eisini rætt, at ein
árlig prístalsjavning av landsskattastiganum hevði kunnað byrgt upp fyri hesum.
Í Danmark verða til dømis umleið 100 ymisk mørk og upphæddir á skatta- og avgjaldsøkinum
prístalsjavnað árliga við lóggávu. Talan er um ymiskar frádráttir, mørk í skattastiganum og líknandi.
Nevnast kann eisini, at almannaveitingar verða prístalsjavnaðar sambært løgtingslógini um
javningarprosent til almannaveitingar (løgtingslóg nr. 64 frá 30. apríl 2018 um javningarprosent til
almannaveitingar). Javningin av almannaveitingum fylgir lønargongdini á almenna
arbeiðsmarknaðinum og gongdini í prísstøðinum.
Eru politisk ynski um og undirtøka fyri at kanna, hvussu líknandi skipan kundi verið sett í verk á
skatta- og avgjaldsøkinum í Føroyum, eri eg sinnaður at fáa hetta kannað og lýst.
Tinganes, 15. juni 2022
Uni Rasmussen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
207.21 Spurningur til U.Rasmussen frá S.K.Poulsen - Inflasjón og skattastigin.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 3. jun. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður
Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Inflasjón og progressivi landsskattastigin
Spurningar:
1. Hvat var miðal árligi lønarvøksturin í prosentum hjá Føroya Arbeiðarafelag í
tíðarskeiðinum 2012-2021?
2. Hvussu høgur var landsskatturin í miðal í prosent av inntøkuni hjá føroysku
borgarunum í tíðarskeiðinum 2012-2021 hvørt árið sær?
3. Hvat var marginali landsskatturin fyri síðst tjentu krónuna hjá føroyingum í
miðal í tíðarskeiðinum 2012-2021 hvørt árið sær?
4. Heldur landsstýrismaðurin, at mørkini í landsskattastiganum eiga at verða
prístalsjavnað?
Viðmerkingar:
Tað verður nógv tosað um høgu inflasjónina í hesum døgum. Høg inflasjón hevur
nógvar keðiligar avleiðingar við sær. Ein avleiðing av inflasjón, sum lítið ella einki
hevur verið at hoyrt um, er, at borgarin sum frálíður verður skattaður harðari, og tað
eisini hóast at lønir og brúkaraprístal vaksa við somu ferð. Orsøkin er tann progressivi
landsskattastigin. Mørkini í landsskattastiganum eru føst, meðan nominellu lønirnar og
prísstøðið hækka so líðandi. Tað merkir, at alsamt størri partur av nominellu lønini sum
árini ganga verður lyft upp á tey hægru landsskattastigini, og tí verða borgarar skattaðir
alsamt harðari sum frálíður. Hesum hevði ein prístalsjavning av landsskattastiganum
kunna byrgt fyri.
Brúkaraprístalið vaks sambært hagtalsgrunni Hagstovunnar við í miðal 0,32% árliga
árini 2012-2021. Spurningurin er, hvussu stórur lønarvøksturin hevur verið samanborið
við prístalsvøksturin í hesum tíðarskeiði, og í hvønn mun skattatrýstið er vaksið hesi
árini vegna tann progressiva landsskattastigan við føstum mørkum.
Tí verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum.
Á Løgtingi, 3. juni 2022
Steffan Klein Poulsen

-- 1 of 1 --