52-206/2021
Strandferðslan og ferðavinnan í Kalsoynni
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 15. jun. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
206.21 Svar frá U.Rasmussen til Ey. Samuelsen um Strandferðsluna og ferðavinnu í Kalsoynni.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 16. jun. 2022
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 16. juni 2022 J. nr.: 22/11009 Viðgjørt: AE Svar til fyrispurning nr. 52-206/2021 frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um Strandferðsluna og ferðavinnu í Kalsoynni. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Arbeiðir landsstýrismaðurin við at seta fleiri túrar inn á farleiðina í Kalsoynna? 2. Er ætlanin at broyta ásetingina um, at bólkar yvir 25 fólk ikki kunnu bíleggja pláss við Sam til og frá Kalsoynni? 3. Um ja, nær kunnu hesar broytingar væntast at verða settar í verk? Svar til spurning 1 Landsstýrismaðurin fegnast um, at ferðavinnan mennist í Kalsoynni, og at Strandferðslan stuðlar undir framburði innan ferðavinnu og samferðslu. Strandferðslan hevur í eina tíð samskift við ferðavinnuna í Kalsoynni, Klaksvíkar kommunu og onnur um Kalsoyarleiðina, fyri at loysa málið um fólkaflutning, nú ferðafólkatalið er økt so nógv á leiðini. Strandferðslan hevur júst broytt ferðaætlanina fyri tíðarskeiðið 13. juni – 1. septembur 2022. Túratalið á Kalsoyarleiðini er økt, bæði á sjógvi og landi. Nú verða eftir ætlan sigldir 5 túrar afturat aftur og fram um vikuna, sum merkir, at tað verða sigldir upp til 52 túrar aftur og fram samanlagt um vikuna. Eisini eru fleiri túrar settir inn á Bygdaleiðum (busssambandið) og er kapasiteturin tvífaldaður. Svar til spurning 2 Fyri fleiri árum síðani avráddi Strandferðslan, í samráð við fastbúgvandi á Kalsoynni og á øðrum útoyggjum, at eitt hámark skuldi setast fyri, hvussu nógv pláss til størri ferðaløg einstakar ferðaskrivstovur og onnur kunnu bíleggja frammanundan við ferjuni. Endamálið var, at fastbúgvandi í Kalsoynni skuldu hava betri møguleika at koma við ferjuni. Sambært Strandferðsluni hevur stovnurin ofta loyvt ferðaløgum við fleiri enn 25 ferðandi á Kalsoyarleiðina, og eisini loyvt fleiri bólkum samstundis á somu túrum, í samráð við manningina umborð á Sam. Um ferðaløg hava verið væl størri enn hetta, til dømis 60 til 90 ferðandi, hevur Strandferðslan mælt til at leiga skipið til ein eykatúr, so hetta ikki órógvar møguleikan hjá fastbúgvandi og øðrum ferðandi at ferðast sambært ferðaætlanini. Hetta hevur, sambært Strandferðsluni, riggað væl. -- 1 of 2 -- F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð Ministry of Finance 2/2 Strandferðslan samskiftir nú við borgarar á Kalsoynni og kommununa um málið. Ynskja tey at broyta hámarkið fyri ferðaløg til og úr Kalsoy, verður tað eftir ætlan gjørt. Svar til spurning 3 Ferðaætlanin varð broytt 13. juni 2022. Tinganes, 16. juni 2022. Uni Rasmussen Landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 2 of 2 --
206.21Spurningur til U.Rasmussen frá Ey Samuelsen- ferðavinnu í Kalsoynni.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 2. jun. 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Eyðgunn Samuelsen, løgtingsmaður Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum Evni: Strandferðslan og ferðavinnan í Kalsoynni Spurningar: 1. Arbeiðir landsstýrismaðurin við at seta fleiri túrar inn á farleiðina í Kalsoynna? 2. Er ætlanin at broyta ásetingina um, at bólkar yvir 25 fólk ikki kunnu bíleggja pláss við Sam til og frá Kalsoynni? 3. Um ja, nær kunnu hesar broytingar væntast at verða settar í verk? Viðmerkingar: Ferðavinnan er ein týdningarmikil inntøkukelda hjá ferðavinnuaktørum í Kalsoynni, og nú eru vit við at koma í háárstíð hjá ferðavinnuni. Tað vísir seg tó at vera ein stór forðing, at ferðafólkabólkar omanfyri 25 fólk ikki kunnu bíleggja pláss, men mugu leiga bátin, um tey ynskja at tryggja sær pláss. Hetta er sera kostnaðarmikið og hevur við sær avlýsingar, ið viðføra fíggjarligt tap fyri ferðavinnuna. Eisini túratalið hjá Sam er ein forðing fyri ferðavinnuna. Vit hava sæð, at áhugin fyri at vitja Kalsoynna er sera stórur og vaksandi. Sostatt kundi eitt økt túratal – eitt nú um vikuskiftið – havt við sær fleiri inntøkur bæði fyri ferðavinnuna og Strandferðsluna. Fyri at fáa greiðu á, hvørjar ætlanir landsstýrismaðurin hevur, og nær nakað hendir á økinum, verða hesir spurningar settir. Á Løgtingi, 2. juni 2022 Eyðgunn Samuelsen -- 1 of 1 --