52-205/2021
Ættleiðing av føroyingum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 13. jun. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
22-10685 Svar uppá § 52a fyrispurning nr. 52-205-2021 frá Steffan K Poulsen um ættleiðing av føroyingum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 13. jun. 2022
Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn Tel: +298 304000 • Fax: +298 304045 • E-mail: amr@amr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3Postboks 208 110 Tórshavn 13. juni 2022 Mál: 22/10685 Tygara Skriv: Viðgjørt: Heðin D. Poulsen Nr. 52-205/2021 Svar uppá § 52a fyrispurning nr. 52-205/2021 frá Steffan Klein Poulsen, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í almannamálum Sólvit E. Nolsøe, um ættleiðing av føroyingum Spurningar: 1. Hvussu nógvir føroyingar eru ættleiddir av føroyingum frá tí, at slíkar upplýsingar eru skrásettar til í dag? 2. Hvussu nógvir føroyingar eru burturættleiddir til eitt annað land sama tíðarskeiðið? 3. Hvussu nógvir føroyingar eru endaðir í fosturforeldraskipanini ella líknandi skipan sama tíðarskeiðið? 4. Hvussu sær hendan gongdin út í tølum býtt á hvørt einstakt ár frá tí, at slíkar upplýsingar eru skrásettar til í dag býtt á hesar bólkar: føroyingar ættleiddir av føroyingum, føroyingar burturættleiddir til annað land og føroyingar endaðir í fosturforeldraskipanini? 5. Hvørjar eru høvuðsforðingarnar fyri, at føroyingar ættleiða føroyingar undir galdandi skipan á økinum? 6. Heldur landsstýrismaðurin, at møguleikarnir fyri at føroyingar ættleiða føroyingar eru nóg góðir? Svar: Til nr. 1 Við undantaki av familjuættleiðingum, har eitt mál var skrásett í 2017 og eitt í 2022, er Familjufyrisitingin ikki vitandi um, at nakað barn búgvandi í Føroyum er ættleitt av føroyingum sambært ættleiðingarlógini. Familjuættleiðing er ættleiðing av børnum, sum eru í nær familju við tey sum ættleiða, ella hava eitt serligt tilknýti til tey sum ættleiða, eitt nú fosturbørn, ið eru umsorganaryvirtikin, við samtykki ella við tvingsli. Til nr. 2 Familjufyrisitingin er ikki vitandi um, at nakað barn búgvandi í Føroyum er burturættleitt til annað land. Til nr. 3 Í tíðarskeiðinum frá 2010 til 2020, hava tað verið millum 44 og 89 børn í fosturforeldraskipanini. -- 1 of 2 -- ALMANNAMÁLARÁÐIÐ síða 2 av 2 2010 2011 2012 2013 2014 2015 2016 2017 2018 2019 2020 44 54 68 72 68 77 73 86 69 87 89 Til nr. 4 Føroyingar ættleiddir av føroyingum, sí svar til spurning 1. Føroyingar burturættleiddir til annað land, sí svar til spurning 2. Føroyingar í fosturforeldraskipanini, sí svar til spurning 3. Til nr. 5 Tað eru ongar beinleiðis forðingar í lóggávuni fyri, at føroyingar kunnu ættleiða føroyingar. Um eitt barn skal ættleiðast innanlands, sendir Familjufyrisitingin málið til Adoptionsnævnet í Danmark. Adoptionsnævnet velur síðani millum góðkend ættleiðingarforeldur, ið kunnu vera føroyingar ella danskarar, hvørji ættleiðingarforeldur eru best skikkaði til at ættleiða barnið. Um samtykki til burturættleiðing er latið, og barnið skal ættleiðast av einum ávísum umsøkjara, viðger Familjufyrisitingin málið uttanum Adoptionsnævnet. Til nr. 6 Sí svar til spurning nr. 5 og at landsstýrið í løtuni ongar ítøkiligar ætlanir hevur um at gera broytingar í Ættleiðingarlógini. Almannamálaráðið 13. juni 2022 Sólvit E. Nolsø landsstýrismaður -- 2 of 2 --
205.21 Spurningur til S. E. Nolsø frá S. K. Poulsen - Ættleiðing av føroyingum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 31. mai 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður Svarari: Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum Evni: Ættleiðing av føroyingum Spurningar: 1. Hvussu nógvir føroyingar eru ættleiddir av føroyingum frá tí, at slíkar upplýsingar eru skrásettar til í dag? 2. Hvussu nógvir føroyingar eru burturættleiddir til eitt annað land sama tíðarskeiðið? 3. Hvussu nógvir føroyingar eru endaðir í fosturforeldraskipanini ella líknandi skipan sama tíðarskeiðið? 4. Hvussu sær hendan gongdin út í tølum býtt á hvørt einstakt ár frá tí, at slíkar upplýsingar eru skrásettar til í dag býtt á hesar bólkar: føroyingar ættleiddir av føroyingum, føroyingar burturættleiddir til annað land og føroyingar endaðir í fosturforeldraskipanini? 5. Hvørjar eru høvuðsforðingarnar fyri, at føroyingar ættleiða føroyingar undir galdandi skipan á økinum? 6. Heldur landsstýrismaðurin, at møguleikarnir fyri at føroyingar ættleiða føroyingar eru nóg góðir? Viðmerkingar: Teir fyrstu spurningarnir skulu fáa greiðu á, hvussu ofta tað kemur fyri, at føroyingar ættleiða føroyingar. Tað at ættleiða og burturættleiða er sárbært, men hendan loysnin kann broyta lagnurnar hjá børnum í truplum umstøðum til tað betra. Tað eru í høvuðsheitinum tveir møguleikar at lofta børnum, sum eru umsorgarnarsvikin ella av aðrari orsøk ikki kunnu vera hjá sínum biologisku foreldrum. Tað er við fosturforeldraskipanini ella við ættleiðing. Børn, sum verða tikin til fosturs, hava eitt bakland, til tey eru 18 ára gomul. Møgulig undantøk kunnu leingja hetta tíðarskeiðið til tey eru 23 ár. Ættleiðing er hinvegin ein langtíðarloysn, ið varir alt lívið hjá barninum. Harafturat er ættleiðing eitt alternativ til fosturtøku. Fleiri mammur og pápar umhugsa og velja fosturtøku av ymsum orsøkum. 28 fosturtøkur vórðu framdar í Føroyum í 2020. Um føroyingar høvdu eina góða ættleiðingarskipan, kann hugsast, at foreldur í truplum umstøðum valdu hendan møguleikan framum fosturtøku, ið hevur stórar avleiðingar við sær. Samstundis hava vit hjún í Føroyum, ið hava trupult við at fáa børn. Á Løgtingi, 30. mai 2022 Steffan Klein Poulsen -- 1 of 1 --