← Løgtingsmál

52-204/2021

Vantandi tilboð til børn við serligum tørvi

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 11. jun. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
204.21 Svar frá S. E. Nolø til Ey. Samuelsen - Vantandi tilboð til børn við serligum tørvi.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 9. jun. 2022

Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn
Tel: +298 304000 • Fax: +298 304045 • E-mail: amr@amr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
110 Tórshavn
9. juni 2022
Mál: 22/10656
Viðgjørt: Maria Michelsen
Nr. 52-204/2021
Svar uppá fyrispurning, nr. 52-204/2021, frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingsmanni
settur landsstýrismanninum í almannamálum Sólvit E. Nolsø, um vantandi tilboð til
børn við serligum tørvi.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Heldur landsstýrismaðurin, at tað er nøktandi, at fosturforeldur ikki vita sunnukvøld, um
barn teirra framhaldandi hevur eitt tilboð mánamorgun?
2. Hvat verður gjørt fyri at tryggja, at tílikt ikki hendir aftur?
3. Ætlar landsstýrismaðurin at taka stig til at eftirhyggja og betra um samstarvið millum
barnaverndina og Almannaverkið?
Svar:
Til nr. 1
Nógv umrødda málið um eitt barn, hvørs frítíðartilboð á stovni hjá Almannaverkinum brádliga
fall burtur, er á ongan hátt nøktandi, og eg harmist um støðuna hjá barninum og
fosturforeldrunum. Heldur ikki er tað nøktandi, at foreldur fáa boð um fyribils broytingar í
fyriskipanum við so stuttum skotbrái.
Málið snýr seg nærri um eitt barn, ið hevur eitt fast frítíðartilboð á stovni hjá Almannaverkinum
eftir skúlatíð frá uml. kl. 13.30-17.00. Vegna starvsfólkatrot og bráðfeingis sjúkraskrivingar
kom Almannaverkið í tað bráðfeingis støðu, at Almannaverkið brádliga ikki kundi bjóða
barninum frítíðartilboðið í áleið 2 vikur. Avleiðingin var, at barnið fyribils mátti vera heima
hjá fosturforeldrunum hesar dagarnar millum kl. 13.30-17.00. Fosturforeldrini fingu boðini um
fyribils broytingar hósdagin 19. mai, og kom broytingin í gildi týsdagin 24. mai.
Málið varð loyst við at starvsfólk frá øðrum stovnum hjá Almannaverkinum og fyrrverandi sett
starvsfólk traðkaðu bráðfeingis til, fyri framhaldandi at kunna veita barninum eitt frítíðartilboð
eftir skúlatíð. Ein avloysari er nú settur til at røkja starvið fyribils inntil ein varandi loysn er
funnin.
Til nr. 2
Almannaverkið hevur upplýst, at trupult er at finna skikkað starvsfólk bráðfeingis tá okkurt
óvæntað hendir, sum tá starvsfólk brádliga verða sjúkraskrivaðið. Fleiri tilboð hjá
Almannaverkinum eru smá og tí sera viðbrekin, tá starvsfólk verða sjúkraskrivað bráðfeingis.

-- 1 of 2 --

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
síða 2 av 2
Eitt yvirskipað trot á starvsfólki innan tann almenna geiran ger eisini, at tøk starvsfólk ikki eru
í øllum skipanum, og tí er trupult at fyribyrgja slíkum støðum heilt.
Møguligt er tó at fyribyrgja líknandi støðum í ein vissan mun við at leggja ætlanir og arbeiði
til rættis í góðari tíð í mun til møguligar broytingar í starvsfólkahópinum og umstøðunum, eins
og miðjað skal verða eftir, at broytingar í ymiskum skipanum verða fráboðaðar foreldrum í
góðari tíð.
Almannaverkið upplýsir, at ein avloysari nú er settur til at røkja starvið fyribils inntil ein
varandi loysn er funnin.
Til nr. 3
Orsøkin til støðuna í hesum ítøkiliga málinum var bráðfeingis starvsfólkatrot og
sjúkraskrivingar í Trivnaðareind 3 hjá Almannaverkinum, og ikki samstarvstrupulleikar
millum ymisku myndugleikarnir innan barnaverndarøkið.
Málið snúði seg um eitt tilboð á einum stovni í Trivnaðareind 3 hjá Almannaverkinum, sum
veitir fyriskipanir til borgarar við serligum tørvi. Orsøkin til støðuna í Trivnaðareind 3 í mun
til starvsfólkatrot og bráðfeingis sjúkraskrivingar var ikki samanhangandi við
barnaverndarøkið og Trivnaðareind 10 í Almannaverkinum, ið tekur ímóti børnum og ungum,
ið eru umsorganaryvirtikin sambært barnaverndarlógini. Talan er um ymiskar stovnar hjá
Almannaverkinum, ið røkja ymiskar uppgávur.
Orsøkin til óhepnu støðuna var starvsfólkatrot. Hetta er ein trupulleiki, sum stendur við og
versnar innan allar vælferðartænastur komandi nógvu árini, um onki verður gjørt fyri at bøta
um støðuna. Í álitinum “Í góðum hondum”, sum var handað landsstýrinum í vár, varð m.a. mælt
til at byggja fleiri og størri stovnar til fólk við serligum tørvi. Hetta fyri at kunna skipa
tænastuna meiri skynsamt og gagnnýta verandi starvsfólkaorku betri. Landsstýrismaðurin er,
saman við avvarðandi pørtum, farin undir at fyrireika eina slíka tilgongd.
Tórshavn, 9. juni 2022
Sólvit E. Nolsø
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
204.21 Spurningur til S. E. Nolø frá Ey. Samuelsen - Vantandi tilboð til børn við serligum tørvi.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 30. mai 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eyðgunn Samuelsen, løgtingsmaður
Svarari: Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum
Evni: Vantandi tilboð til børn við serligum tørvi
Spurningar:
1. Heldur landsstýrismaðurin, at tað er nøktandi, at fosturforeldur ikki vita
sunnukvøld, um barn teirra framhaldandi hevur eitt tilboð mánamorgun?
2. Hvat verður gjørt fyri at tryggja, at tílikt ikki hendir aftur?
3. Ætlar landsstýrismaðurin at taka stig til at eftirhyggja og betra um samstarvið
millum barnaverndina og Almannaverkið?
Viðmerkingar:
So hendi tað aftur, at vit hoyrdu dømi í miðlunum um eitt barn við serligum tørvi, ið
er dottið niður ímillum skipanir. Hesaferð snýr tað seg um eitt barn, ið er til fosturs,
og er tað samstarvið millum barnavernd og Almannaverkið, ið ikki riggar, sum tað
skal.
Tað er als ikki nøktandi, at foreldur ikki vita eitt sunnukvøld, um barn teirra hevur eitt
tilboð dagin eftir. Hetta er eisini sera órógvandi fyri barnið, tí børn hava tørv á
skipaðum viðurskiftum, og ofta tola tey ikki broytingar.
Hetta er enn eitt dømi um ein víðfevndan trupulleika við vantandi samstarvi millum
geirar. Tað sýnist ikki sum, at trupulleikin verður tikin í nóg stórum álvara. Fyri at fáa
greiðu á, um hetta er nakað, ið landsstýrismaðurin ætlar at broyta, verða hesir
spurningar settir.
Á Løgtingi, 30. mai 2022
Eyðgunn Samuelsen

-- 1 of 1 --