← Løgtingsmál

52-203/2021

Stjóralønin í Posta

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 11. jun. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
203.21 Svar frá U. Rasmussen til I. D. Strøm - Stjóralønin í Posta.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 10. jun. 2022

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 9. juni 2022
J. nr.: 22/10669-5
Viðgjørt: JS
Svar til fyrispurning nr. 52-203/2022 frá Ingilín D. Strøm, løgtingskvinnu, settur
landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um stjóralønina í Posta.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa orsøkina til, at nevndin í almenna partafelagnum Posta
hevur givið stjóranum eina lønarhækkan á 184.000 krónur í 2021?
2. Metir landsstýrismaðurin tað vera rætt, at nevndin hevur hækkað lønina hjá stjóranum við
184.000 krónum (12,5 prosentum)?
3. Samsvarar lønin hjá stjóranum í Posta á góðar 1,7 mió. kr. um árið við aðrar stjóralønir í
almennum partafeløgum?
4. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvat stjóralønirnar eru í øðrum almennum
partafeløgum, sum hoyra undir hansara málsøki?
Svar til fyrispurning nr. 1
Sum kunnugt verður Posta sum alment partafelag rikið við armslongd frá landsstýrinum.
Fíggjarmálaráðið hevur tí vent sær til nevndina í Posta við spurninginum um, hví lønin hjá
stjóranum hjá Posta varð hækkað.
Nevndin upplýsir at tá ið stjórin í Posta varð settur í 2011, varð avtala gjørd, um at hann fekk kr.
86.000,00 um mánaðin umframt 15% í eftirløn. Harafturat varð ein
bonusskipan/áeggjanarviðurgjald avtalað, sum var tengt at arbeiðinum við at fáa lønsemi í Posta.
Nevndin sigur, at nú hevur grundlønin hjá stjóranum verið óbroytt í 10 ár. Í 2021 var grundlønin
tí hækkað við 8,14% og áeggjanarviðurgjaldið varð broytt soleiðis, at tað nú er tengt at
rakstraríkastinum og úrslitinum fyri skatt.
Svar til fyrispurning nr. 2
Grundlønin hjá stjóranum var sum nevnt óbroytt í tíðarskeiðinum 2011 til 2021, tá grundlønin
varð hækkað við 8,14%. Í sama tíðarskeiði hækkaðu lønirnar á almenna arbeiðsmarknaðinum við
áleið 19%.
Tað er nevndin ið ger samsýningarpolitikk fyri stjórnina í fyritøkuni, og hevur nevndin ynskt, at
samlaða lønin er sett saman av eini grundløn og einum áeggjanarviðurgjaldi.
Landsfyritøkur eiga at vísa varsemi tá slík áeggjanarviðurgjøld verða ásett, og serliga hevur tað
týdning, at hesi verða tengd at ítøkiligum málum, ið gagna langtíðarmálum hjá fyritøkuni og

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
virka fyri, at fyritøkan stendur sterkari í framtíðini. Tá eitt tíðarskeið er liðið eigur at verða
eftirmett, um gjaldið stendur mát við tey avrik, sum stjórin hevur ávirkan á.
Posta hevur seinastu árini verið fyri stórum broytingum, og týðandi nútímansgeringar eru
framdar í virksemi felagsins. Áeggjarnarviðurgjøld eru serliga viðkomandi í slíkum støðum. Tað
er ábyrgdin hjá nevndini at áseta samsýningina hjá stjóranum soleiðis, at samlaða lønin stendur
mát við avrikið.
Fíggjarmálaráðið hevur arbeitt við at skipa umsitingina av almennum fyritøkum. Eitt uppskot til
leiðreglur er gjørt og verður nú viðgjørt endaligt politiskt. Málsetningar fyri fyritøkuna og
regluligt samskifti um viðurskifti, ið hava týdning fyri langtíðarmál og avrik hjá fyritøkuni, eru
týðandi partar av leiðreglunum.
Svar til fyrispurning nr. 3
Nevndin í felagnum ásetur samsýningina til stjóran. Grundlønin í 2021 var kr. 1.283.405,52.
Áeggjanarviðurgjaldið var 377.674,48. Um áeggjanarviðurgjald verður víst til viðmerkingarnar í
svari 2.
Samlaða lønin er grundað á stødd, ábyrgd og hvussu samansett virksemi er. Vinnufeløg landsins
eru ymisk, og tí eigur samsýningin eisini at vera ymisk.
Svar til fyrispurning nr. 4
Stjóralønirnar í teimum partafeløgum, ið hoyra undir málsøkið hjá landsstýrismanninum:
Felag Ognarlutur landsins Løn til stjóran
P/f Føroya Tele (samtak) 100% 2.276.000
P/f Posta 100% 1.661.080
P/f Atlantic Airways (samtak) 100% 1.398.000
P/f Eystur- og Sandoyartunlar 100% 1.239.797
P/f Vága Floghavn (samtak) 100% 974.331
P/f Tunnil* 100% 690.000
*Raksturin av P/f Vágatunnilin og P/f Norðoyatunnilin er lagdur í P/F Tunnil.
Lønin er fyri roknskaparárið 2021. Upphæddin er íroknað áeggjanarviðurgjald og eftirløn.
Einans partafeløg, sum landið eigur 100% eru tald við.
Tinganes, 9. juni 2022
Uni Rasmussen
landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
203.21 Spurningur til U. Rasmussen frá I. D. Strøm - Stjóralønin í Posta.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 30. mai 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Ingilín D. Strøm, løgtingsmaður
Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Stjóralønin í Posta
Spurningar:
1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa orsøkina til, at nevndin í almenna
partafelagnum Posta hevur givið stjóranum eina lønarhækkan á 184.000
krónur í 2021?
2. Metir landsstýrismaðurin tað vera rætt, at nevndin hevur hækkað lønina hjá
stjóranum við 184.000 krónum (12,5 prosentum)?
3. Samsvarar lønin hjá stjóranum í Posta á góðar 1,7 mió. kr. um árið við aðrar
stjóralønir í almennum partafeløgum?
4. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvat stjóralønirnar eru í øðrum almennum
partafeløgum, sum hoyra undir hansara málsøki?
Viðmerkingar:
Í farnu viku kom fram, at stjóralønin í Posta er hækkað við 184.000 krónum ella 12,5
prosentum frá 2020 til 2021. Nú er samlaða lønin 1,7 mió. krónur um árið. Hvørki
nevnd ella landsstýrismaður hava givið nakra frágreiðing í miðlunum higartil.
Tað er Føroya fólk, sum eigur Posta, og tí hevur landsstýrismaðurin evstu ábyrgd av,
at almenna partafelagið verður rikið á ábyrgdarfullan hátt. Tí verða hesir
fyrispurningarnir settir.
Á Løgtingi, 30. mai 2022
Ingilín D. Strøm

-- 1 of 1 --