52-202/2021
Húsarhaldsskúli Føroya
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 8. jun. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
202.21 Svar frá J. av Rana til E. M. Gunnleygsdóttur - Húsarhaldsskúli Føroya.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 8. jun. 2022
Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Dagfesting: 8. juni 2022 Tygara ref.: Máltal.: 21/08502-124 Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-202/2021 frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu, settur Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum. Fyrispurningurin er soljóðandi: Hví er spakin ikki settur í enn til nýggja Húsarhaldsskúla Føroya ? Svar Orsøkin til, at spakin ikki er settur í til nýggja Húsarhaldsskúla Føroya, er, at Uttanríkis- og mentamálaráðið ikki hevur givið skúlanum tilsøgn um stuðul til byggingina. Ein høvuðsorsøk til, at tilsøgnin ikki er givin, er, at verkætlanin, eftir at tilboðini eru komin inn, er dýrari enn mett, og sum lagt er upp til í galdandi heimildarlóg um studningslán til at byggja húsarhaldsskúla í Klaksvík, har landsstýrismaðurin hevur fingið heimild at veita 21 mió. kr. í stuðli. Henda upphædd vísir seg nú at vera ov lítil, og neyðugt verður tí at broyta galdandi heimildarlóg, um verkætlanin skal fremjast fyri nýggja kostnaðin. Umframt endaliga byggikostnaðin eru eisini onnur ivamál, sum Uttanríkis- og mentamálaráðið vil hava fult greiði á, áðrenn nøkur tilsøgn um stuðul til bygging verður givin. Samskift verður við skúlan um kostnaðin og hini viðurskiftini, sum ivi er um. Vinarliga Jenis av Rana landsstýrismaður -- 1 of 1 --
202.21 Spuningur til J. av Rana frá E. M. Gunnleygsdóttur - Húsarhaldsskúli Føroya.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 25. mai 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingsmaður Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum Evni: Húsarhaldsskúli Føroya Spurningur: Hví er spakin ikki settur í enn til nýggja Húsarhaldsskúla Føroya ? Viðmerkingar: Tann 6. apríl 2022 spurdi eg sum ófráboðaðan fyrispurning landsstýrismannin Jenis av Rana, nær spakin fór at blíva settur í til nýggja Húsarhaldsskúla Føroya. Landsstýrismaðurin upplýsti tá, at spakin bleiv settur í skjótt. Væntandi um nakrar vikur. Nøkur skjøl skuldu fyrst eftirhyggjast og tryggjast skuldi, at alt var í lagi, áðrenn byggingin fór í gongd. Sambært landsstýrismanninum sjálvum skuldi hetta ikki tikið langa tíð. Nú eru longu 7 vikur farnar, síðan landsstýrismaðurin segði hetta, men enn er ongin spaki settur í. Tí er spurningurin, hvørjum bíðað verður eftir. Á Løgtingi, 25. mai 2022 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur -- 1 of 1 --