52-201/2021
Hjálparpakki til láglønt
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 8. jun. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
Svar uppá fsp 52-201.2021 eftir tingskipanini § 52a til Bárð á Steig Nielsen, løgmann, frá Beintu Løwe Jacobsen, løgtingsmanni, .pdfuppruna-PDF
Svar · — · 7. jun. 2022
Sjá útdrigin tekst
L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo Løgtingið Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 201/2021 eftir tingskipanini § 52a til Bárð á Steig Nielsen, løgmann, frá Beintu Løwe, løgtingsmanni, um hjálparpakka til láglønt Fyrispurningurin var soljóðandi: 1. Hvør er orsøkin til, at løgmaður ikki metir tað vera skilagott at veita lágløntum hjálparpakka beinanvegin? 2. Kann løgmaður nágreina, nær ein hjálparpakki til láglønt og onnur við lágari inntøku kemur. Svar: Til spurning 1 og 2 Um verandi gongd heldur fram, verður ein hjálparpakki til láglønt eitt av fyrstu málunum, ið verða tikið upp á ólavsøku, tá tingið kemur saman aftur. Landsstýrið fylgir neyvt gongdini í búskapinum, og samskifti er millum Løgmansskrivstovuna, Fíggjarmálaráðið og Almannamálaráðið um møgulig átøk. Tað hevur týdning, at møgulig átøk verða fyrireikað væl, so tey raka rætt, og soleiðis at átøkini ikki hava aðra ótilætlaða ávirkan á búskapin. Somuleiðis er tað avgerandi, at hesi átøk eru tíðaravmarkað og verða málrættað til teir partar, sum eru harðast raktir av prísvøkstrinum. Flestu almannaveitingar verða veittar uttan mun til fíggjarlig kor hjá tí einstaka, men verða veittar til persónar sum lúka objektivar heilsuligar- ella aldurstreytir. Tó eru einstakar veitingar, sum hava til endamáls at hjálpa einstaklingum og familjum við fíggjarliga trongum korum ella familjum við lágum inntøkum. Vit eiga at røkka hesum við tillagingum til onkra av verandi skipanum, eitt nú: • Familjuískoyti • Persónlig viðbót sbrt. almannapensjónslógini • Fíggjarligt ískoyti til stakútreiðslur sbrt. almannalógini • Fyribils uppihaldsveiting sbrt. almannalógini • Brennistuðul -- 1 of 2 -- L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo Higartil kunna vit tó staðfesta, at samlaði prísvøksturin síðani russisku innrásina í Ukraina hevur verið lægri í Føroyum enn aðrastaðni í Evropa. Nevnast kann eisini, at fyri góðari viku síðani hava partarnir á privata arbeiðsmarknaðinum skrivað undir nýggjan sáttmála, og semjan inniber størstu lønarhækkingina í nógv ár. Fyri serliga lægst løntu løntakararnir er hetta at fegnast um. Harumframt verða ymiskar upphæddir í almannalóggávuni javnaðar við miðaltalinum av prosentvísu broytingini í lønarkarminum hjá Fíggjarmálaráðnum, og prosentvísu broytingini í brúkaraprístalinum. Broytingarnar í brúkaraprístalinum verða javnaðar pr. 1. januar. Hetta tryggjar, at tey sum hava almennar veitingar sum høvuðsinntøku, eisini fáa vøkstur í inntøkuni, sum svarar til prísvøksturin í samfelagnum og lønarvøksturin hjá teimum alment løntu. Við hesum skuldi hædd verið tikin fyri príshækkingini, ið sæst í løtuni. Landsstýrið fylgir tó væl við gongdini, og um neyðugt verða málrættaði og tíðaravmarkaði tiltøk sett í verk, til tess at hjálpa teimum, ið fáa almannaveitingar. Í Tinganesi, 6. juni 2021 Bárður á Steig Nielsen løgmaður -- 2 of 2 --
201.21 Spuningur til B. S. Nielsen frá B. L. Jacobsen - Hjálparpakki til láglønt.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 25. mai 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Beinta Løwe Jacobsen, løgtingsmaður Svarari: Bárður á Steig Nielsen, løgmaður Evni: Hjálparpakki til láglønt Spurningar: 1. Hvør er orsøkin til, at løgmaður ikki metir tað vera skilagott at veita lágløntum hjálparpakka beinanvegin? 2. Kann løgmaður nágreina, nær ein hjálparpakki til láglønt og onnur við lágari inntøku kemur. Viðmerkingar: Inflatiónin í Føroyum er vaksin 4,4 prosent frá fyrsta ársfjórðingi í fjør til fyrsta ársfjórðing í ár, sæst á heimasíðuni hjá Landsbankanum. Prísurin á brennievni er methøgur, og prísurin á matvørum er eisini vaksin nógv, og fer væntandi at halda fram at veksa eina løtu afturat. Løgmaður var í tíðindasending í Kringvarpinum 23. mai 2022 og segði, at ongin hjálparpakki er á veg nú, men kanska seinni í ár. Á Facebook-síðuni hjá Sambandsflokkinum er løgmaður endurgivin fyri at siga soleiðis: "Ein hjálparpakki til tey, sum eru harðast rakt av inflatiónini, kemur væntandi til politiska viðgerð eftir ólavsøku" Fyri at fáa nærri greiðu á hesum máli verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 25. mai 2022 Beinta Løwe Jacobsen -- 1 of 1 --