52-200/2021
Istanbul sáttmálin og harðskapur móti kvinnum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 8. jun. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
Svar uppá fsp. 52-200.2021 eftir tingskipanini § 52a til Bárð á Steig Nielsen, løgmann, frá Hervøri Pálsdóttir, løgtingsmanni, u.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 7. jun. 2022
Sjá útdrigin tekst
L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo Løgtingið Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 52-200/2021 eftir tingskipanini § 52a til Bárð á Steig Nielsen, løgmann, frá Hervør Pálsdóttir, løgtingsmanni, um Istanbul sáttmálan og harðskap móti kvinnum. Fyrispurningurin var soljóðandi: 1. Verður arbeitt við at seta Istanbul sáttmálan í gildi fyri Føroyar? 2. Verður arbeitt við átøkum fyri at basa harðskapi móti kvinnum? 3. Hvørja støðu hevur løgmaður til spurningin um sjálvstøðugt at kriminalisera sálarligan harðskap? Svar: Í samband við svar uppá spurning 1 og 2 havi eg biðið um viðmerkingar frá ávikavist Almannamálaráðnum og Uttanríkis- og mentamálaráðnum. Til spurning 1 Sum Føroya løgmaður kann eg als ikki góðtaka at harðskapur fer fram. Yvirhøvur arbeiðir føroyska umsitingin eftir meginreglunum í Istanbul-sáttmálanum og revsirættarliga lóggávan í Føroyum er stórt sæð í tráð við Istanbul-sáttmálan. Landsstýrið arbeiðir alla tíðina eftir, at dagføra lóggávuna, soleiðis at hon er í tráð við sáttmálan. Sum dømi kann nevnast, at vit nú hava sett á stovn bráðmóttøku fyri persónar, sum hava verið fyri neyðtøku ella øðrum slagi av harðskapi. Somuleiðis er ætlanin í næstum at gera dagføringar í revsilógini, soleiðis at sálarligur harðskapur verður sjálvstøðugt kriminaliseraður. Almannamálaráðið hevur upplýst, at um Istanbul-sáttmálin skal setast í gildi fyri Føroyar, so er neyðugt at seta eitt størri arbeiði í gongd fyri at kanna, hvørjar avleiðingar sáttmálin hevur fyri Føroyar. Til dømis hvørjar skyldur Føroyar átaka sær, og í hvønn mun tað er neyðugt at gera nýggja lóggávu ella broyta verandi lóggávu. Í løtuni er einki ítøkiligt arbeiði í gongd við at seta Istanbul-sáttmálan í gildi fyri Føroyar. Til spurning 2 Seinastu 10 árini hevur politiska skipanin, tvørtur um floksmørk, raðfest at seta á stovn tvær heildarætlanir at arbeiða við 1) harðskapi í parlagi og nærsambondum og 2) kynsligum ágangi. Báðar eru kjølfestar í eini hugsjón um, at tað at basa harðskapi er eitt samfelagsmál, sum vit øll eiga at vera við til at loysa. -- 1 of 2 -- L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo Tað er eingin ivi um, at hesi átøk hava verið við til at seta fokus á økið og fáa trupulleikan við harðskapi fram í ljósið. Eftir mínum tykki er hetta tann besta fyribyrgingin móti harðskapi, at vit seta fokus á økið og tora at tosa um trupulleikan. Sig frá, sum Almannamálaráðið varar av, eftirmetti á heysti 2021 báðar heildarætlanirnar. Her bleiv staðfest, at arbeiðið at basa harðskapi og ágangi er ikki liðugt. Sig frá, mælir tí til at byrja eina nýggja heildarætlan um harðskap í parlagi og nærsambondum, har hildið verður fast í sama leisti, men við nýggjum átøkum, tillagað samfelagsbroytingarnar seinastu árini. Fyrireikingarnar til hetta arbeiði eru byrjaðar nú í summar. Sum fyrsta stig er peningur longu settur av á fíggjarlógini í ár, til at fara undir at seta á stovn eina nýggja harðskapsmóttøku, ein miðstøð, ið samskipar ráðgeving og vegleiðing til fólk, ið eru fyri harðskapi í parløgum og nærsambondum. Sig frá hevur, í tøttum samstarvi við Kvinnuhúsið, orðað eitt tilmæli til landsstýrismannin um, hvussu harðskapsmóttøkan skal skipast. Við at víðka um verandi leigumál hjá Kvinnuhúsinum, við at styrkja um starvsfólkahópin, og við at styrkja markamótið til myndugleikan, við einum góðum og greiðum samstarvi við hesa harðskapsmóttøku, er ætlanin at fara til verka longu á heysti 2022. Til spurning 3 Tá ið dagføringar av revsilógini verða gjørdar í næstum er ætlanin sjálvstøðugt at kriminalisera sálarligan harðskap. Hesar dagføringar av revsilógini verða ætlandi bornar niðan í tingið í komandi tingsetu. Í Tinganesi, 3. juni 2022 Bárður á Steig Nielsen løgmaður -- 2 of 2 --
200.21 Spurningur til B. S. Nielsen frá H. Pálsdóttir - Istanbul sáttmálin og harðskapur móti kvinnum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 25. mai 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Hervør Pálsdóttir, løgtingsmaður Svarari: Bárður á Steig Nielsen, løgmaður Evni: Istanbul sáttmálin og harðskapur móti kvinnum Spurningar: 1. Verður arbeitt við at seta Istanbul sáttmálan í gildi fyri Føroyar? 2. Verður arbeitt við átøkum fyri at basa harðskapi móti kvinnum? 3. Hvørja støðu hevur løgmaður til spurningin um sjálvstøðugt at kriminalisera sálarligan harðskap? Viðmerkingar: Hagtølini hjá Kvinnuhúsinum um fráboðanir um harðskap eru nógv økt seinastu árini. Tað sæst eisini greitt í hagtølunum, at nógvar kvinnur eru fyri sálarligum harðskapi. Kvinnuhúsið fekk í 2020 623 fráboðanir um sálarligan harðskap. Istanbul sáttmálin er ein altjóða sáttmáli, hvørs endamál er at fyribyrgja og basa harðskapi móti kvinnum og harðskapi í heimunum. Istanbul sáttmálin fevnir breitt og fevnir um øll sløg av harðskapi. Istanbul sáttmálin er tó ikki settur í gildi fyri Føroyar. CEDAW sáttmálin er samtyktur at galda fyri Føroyar, og í 2021 heitti CEDAW á Føroyar at seta Istanbul sáttmálan í gildi. Hesin fyrispurningurin verður settur fyri at fáa greiðu á, um arbeitt verður við átøkum at basa harðskapi móti kvinnum, um ætlanin er at seta Istanbul sáttmálan í gildi fyri Føroyar, og um løgmaður ætlar at leggja uppskot fyri Løgtingið at kriminalisera sálarligan harðskap. Á Løgtingi, 25. mai 2022 Hervør Pálsdóttir -- 1 of 1 --