52-199/2021
Familjur og børn sum liva í fátækt ella fátækraváða
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 7. jun. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
22-10363 - Svar uppá § 52a sp frá Bjørt Samuelsen.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 7. jun. 2022
Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn Tel: +298 304000 • E-mail: amr@amr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3, Postboks 208 110 Tórshavn 7. juni 2022 Mál: 22/10363 Tygara Skriv: Viðgjørt: HP Nr. 52-199/2021 Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-199/2021 frá Bjørt Samuelsen, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í almannamálum Sólvit E. Nolsø, um familjur og børn í fátækraváða Spurningar: 1. Hvussu stór inntøka krevst hjá einum húsarhaldi, fyri at hava nóg nógv at liva fyri við dagsins hækkandi prísstøði? 2. Nær verður ein familja ella persónur mettur at liva á ella undir fátækramarkinum? 3. Hvussu nógvar familjur og persónar í Føroyum kunnu í løtuni metast at liva í fátækt ella í fátækraváða, og hvussu mong børn teljast millum hesi? 4. Hvussu nógvar familjur og persónar metir landsstýrismaðurin hava tørv á bráðfeingis ella varandi fíggjarligum stuðli fyri at kunna liva eitt sømiligt lív? Svar 1. Hvussu stór inntøka krevst hjá einum húsarhaldi, fyri at hava nóg nógv at liva fyri við dagsins hækkandi prísstøði? Í viðmerkingunum til spurningin vísir spyrjarin til álitið frá 2014 um eitt føroyskt fátækramark. Í sambandi við álitið framleiddi arbeiðsbólkurin handan álitið eitt sokallað minstabúskett. Endamálið við minstabúskettinum var at vísa, hvat skal til fyri at fáa ein gerandisdag at hanga saman, tá ongir snávingarsteinar eru í vegin. Arbeiðsbólkurin gjørdi vart við eina røð av fyrivarnum í sambandi við minstabúskettið, ásannandi at hvør familja hevur ymiskan tørv. Familjutýpurnar í sambandi við minstabúskettið vóru lýstar ástøðiliga, og víst var á, at tað helst ikki finst nøkur familja, sum neyvt kennir seg aftur í minstabúskettinum. Lýsing av fátækradømi eftir búskettháttinum var eitt boð uppá eitt stutttíðarbúskett, og var partur av álitinum men var ikki partur av endaliga fátækramarkinum, sum arbeiðsbólkurin mælti til. Uppgerðin er ikki gjørd síðan. 2. Nær verður ein familja ella persónur mettur at liva á ella undir fátækramarkinum? Eins og flestu lond í heiminum hava Føroyar ikki eitt alment fátækramark, og tí ber ikki til at svar spurninginum. -- 1 of 3 -- ALMANNAMÁLARÁÐIÐ síða 2 av 3 3. Hvussu nógvar familjur og persónar í Føroyum kunnu í løtuni metast at liva í fátækt ella í fátækraváða, og hvussu mong børn teljast millum hesi? Tað ber ikki til at siga, hvussu nógv í løtuni liva í fátækt ella í fátækraváða. Hagtølini fyri 2022 um fátækraváða eru ikki tøk fyrr enn í 2024. Nýggjastu hagtølini um fátækraváða, ið eru tøk á heimasíðuni hjá Hagstovuni, eru fyri 2019 (landsstýrismaðurin hevur fingið upplýst, at tøl fyri 2020 væntandi verða almannakunngjørd í viku 23). Í 2019 vóru 7,7% av føroyingum í fátækraváða, meðan 7,9% av børnunum vóru í fátækraváða. Hagstovan almannakunnger ikki hagtøl um fátækraváða í trý ár á rað og harvið, hvussu nógv eru undir fátækramarkinum, sum arbeiðsbólkurin um fátækramark mælti til at brúka. Í 2019 vóru gott 1000 børn í Føroyum í fátækraváða. Fátækraváði og fátækradømi eru tvey ymisk hugtøk. Av tí at hagtøl um fátækraváða altíð eru forskotin við umleið tveimum árum, ber ikki til at siga, hvussu nógv í løtuni eru í fátækraváða. Sum nevnt omanfyri finnast í Føroyum heldur ikki hagtøl um fátækradømi, og tí ber ikki til hjá landsstýrismanninum at siga, hvussu nógvir føroyingar liva í fátækradømi. 4. Hvussu nógvar familjur og persónar metir landsstýrismaðurin hava tørv á bráðfeingis ella varandi fíggjarligum stuðli fyri at kunna liva eitt sømiligt lív? Landsstýrismaðurin skilir spurningin soleiðis, at spyrjarin ynskir at vita, hvussu hækkaða prísstøðið ávirkar tørvin á fíggjarligum stuðli. Men spyrjarin knýtir spurningin saman við tað at hava eitt sámiligt lív. Tað ber ikki til á ein objektivan hátt at siga, hvat er eitt sámiligt lív, og tað, sum eg sum landsstýrismaður meti verða sámiligt, er ikki neyðturviliga tað sama, sum onnur halda vera sámiligt. Prístalið er hækkað úr 123,2 fyrsta ársfjórðing í 2021 upp til 128,6 fyrsta ársfjórðing í 2022, sum er ein lutfalsliga stór hækking. Men tað er sera stórur munur millum ymsu vørubólkarnar, har serliga prísir í sambandi við bústað so sum húsaleiga, brenniolja, viðlíkahald, ravmagn og hiti o.t. er hækkað ógvusliga. Prístalið á flestu vørubólkum eru hækkað nakað meira enn vanligt, meðan nakrir vørubólkar sum so ikki eru hækkaðir. Tað er sostatt rættiliga ymiskt, hvussu føroysku familjurnar verða raktar. Tað er sum nevnt tey við lægstu inntøkunum, sum í størstan mun merkja príshækkingarnar, men tað kann ikki avmarkast til ávísar bólkar. At hava ein bráðfeingis tørv á fíggjarligum stuðli er beinleiðis tengt at inntøkum og útreiðslum. Útreiðslupartin ber ikki til at síggja í nakrari ávísari skrá og er ikki tengt at ávísari veiting ella ávísari sosialari støðu. Fíggjarligi stuðulin til stakar uppihaldarar er hækkaður munandi, síðani álitið um fátækramark varð almannakunngjørt í 2014, so tað ber ikki til at peika á serligar familjutýpur í samfelagnum, sum eru serliga illa fyri. -- 2 of 3 -- ALMANNAMÁLARÁÐIÐ síða 3 av 3 Tað er í ein ávísan mun vanligar familjur, sum eru í eini støðu, sum ger at príshækkingarnar raka serliga hart. Tað kann vera í sambandi við støðuna á bústaðarmarknaðinum, tað kann vera øktar útreiðslur til brennievni í sambandi við koyring til og frá arbeiði o.m.a. Hetta eru familjur, sum ikki hava samband við Almannaverkið, og tí ber ikki til hjá landsstýrismanninum at meta um, á hvønn hátt príshækkingarnar ávirka tal av familjum, ið hava tørv á stuðli fyri at liva eitt sámiligt lív. Almannamálaráðið, 7. juni 2022 Sólvit E. Nolsø landsstýrismaður -- 3 of 3 --
199.21 Spurningur til S. E. Nolsø frá B. Samuelsen - Familjur og børn í fátækraváða.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 24. mai 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52 a í Tingskipanini Spyrjari: Bjørt Samuelsen, løgtingsmaður Svarari: Sólvit Nolsøe, landsstýrismaður í almannamálum Evni: Familjur og børn sum liva í fátækt ella fátækraváða Spurningar: 1. Hvussu stór inntøka krevst hjá einum húsarhaldi, fyri at hava nóg nógv at liva fyri við dagsins hækkandi prísstøði? 2. Nær verður ein familja ella persónur mettur at liva á ella undir fátækramarkinum? 3. Hvussu nógvar familjur og persónar í Føroyum kunnu í løtuni metast at liva í fátækt ella í fátækraváða, og hvussu mong børn teljast millum hesi? 4. Hvussu nógvar familjur og persónar metir landsstýrismaðurin hava tørv á bráðfeingis ella varandi fíggjarligum stuðli fyri at kunna liva eitt sømiligt lív? Viðmerkingar: Prísstøðið hækkar skjótt og ógvusliga. Á mati, gerandisvørum, klæðum, olju, bensini o.s.fr. Samstundis er prísurin á býli hægri enn nakrantíð. Hvussu nógvur peningur, sum í minsta lagi skal til hjá einum húsarhaldi fyri at kunna hava sámilig lívskor, er alneyðug vitan hjá politiska myndugleikanum, skal nakað munagott gerast við støðuna. Í 2014 fekk táverandi landsstýrismaður í almannamálum handað álitið “Eitt føroyskt fátækramark”. Har varð ásett, hvat eitt nú ein stakur uppihaldari við børnum, ein familja við fleiri børnum og so frameftir kravdi at hava tøkt av inntøkuni fyri at kunna liva eitt nøkulunda vanligt lív. Í álitinum varð eisini m.a. víst á, at stakir uppihaldarar eru í størstum vanda fyri at gerast fátøk, og at hetta fátækradømi kann fáa stórar avleiðingar fyri børnini: “At vera fátækur í longri tíð er tað, sum kann hava álvarsligar avleiðingar fyri tann einstaka og ta einstøku familjuna, og fyri at koma undir fátækramarkið, skal inntøkan hava verið lægri enn 60 prosent av miðinntøkuni í 3 ár á rað. Men nýggjasta granskingin um fátækradømi vísir, at fyri børn kann eisini stutttíðar fátækradømi fáa neilig árin seinni í lívinum. Tí eigur áhaldandi dentur at verða lagdur á fátøk børn – eisini stutttíðar fátækradømi hjá børnum.” Barnafamiljur, fyritíðarpensjonistar og pensjonistar, sum einans hava lægstu veitingarnar at liva av, eru í størri fátækraváða, nú prísstøðið hækkar munandi. Spurningarnir verða settir fyri at fáa fram, hvussu mong í landinum nú kunnu metast at vera fátøk ella gerast fátøk. Hetta eru upplýsingar, myndugleikarnir vónandi hava til taks sum grundarlag undir einum neyðugum arbeiði við hjálp til fíggjarliga sperdar og neyðstaddar familjur. -- 1 of 2 -- Á Løgtingi, 24.maj 2022 Bjørt Samuelsen -- 2 of 2 --