← Løgtingsmál

52-198/2021

Fólkapensjónistar í arbeiði

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 7. jun. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
2022 Erhard Joensen - Fólkapensjonistiar í arbeiði.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 7. jun. 2022

Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn
Tel: +298 304000 • E-mail: amr@amr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3, Postboks 208
110 Tórshavn
7. juni 2022
Mál: 22/10361
Tygara Skriv:
Viðgjørt: HP
Nr. 52-198/2021
Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-198/2021 frá Erhardi Joensen, løgtingsmanni,
settur landsstýrismanninum í almannamálum Sólvit E. Nolsø, um fólkapensjónistar í
arbeiði
Spurningur:
Hvussu nógvir fólkapensjónistar ella fólk í aldrinum 69-72 ár, 73-75 ár og frá 76 árum og
uppeftir, hava eina arbeiðsinntøku - býtt á kvinnur og menn, býtt á almenna og privata geiran,
og býtt á øki í landinum?
Svar
Tað verður spurt eftir tal av fólkapensjonistum 69 ár og eldri, sum arbeiða. Landsstýrismaðurin
skilir tað sum, at talan er um tey, sum eru 69 ár við ársbyrjan 2022. Tað merkir, at talan er um
øll tey, sum hoyra til gomlu pensjónsskipanina. Upplýsingarnar niðanfyri fevna sostatt um tey,
sum í minsta lagi eru fylt 69 ár ella eldri við ársbyrjan í 2022, og sum hava haft arbeiðsinntøku
í 2022.
Tað er ikki ásett nakað minstamark fyri arbeiðsinntøku. Tað merkir, at eisini tey, sum hava
heilt lítla arbeiðsinntøku eru tald við.
Fólkapensjonistar við lønarinntøku, skift á kyn og aldur
Kyn 69-72 ár 73-75 ár 76 ár og eldri Í alt
Konufólk 340 125 87 552
Mannfólk 457 191 271 919
Íalt 797 316 358 1.471
Sum talvan omanfyri vísir, eru fleiri mannfólk enn konufólk í pensjónsaldri, ið hava
lønarinntøku - eisini lutfalsliga. Í aldrinum 69 til 72 ár eru tað uml. 43% av monnunum, ið hava
arbeiðsinntøku, meðan umleið 32% av kvinnunum hava arbeiðsinntøku. Av øllum
fólkapensjonistum 69 ár og eldri hava 26% av monnunum arbeiðsinntøku og 14% av
kvinnunum hava arbeiðsinntøku.

-- 1 of 2 --

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
síða 2 av 2
Fólkapensjonistar við arbeiðsinntøku, skift á aldur og øki
Øki 69-72 ár 73-75 ár
76 ár og
eldri Íalt
69+ ár við
arb.innt
Suðurstreymoy 310 124 167 601 22%
Eysturoy 181 74 78 333 21%
Norðoyar 104 43 41 188 21%
Norðurstreymoy 61 23 37 121 20%
Suðuroy 75 24 14 113 13%
Vágar 39 19 14 72 15%
Sandoy 24 9 6 39 16%
Uttanfyri Føroyar 3 1 4 -
Íalt 797 316 358 1.471
Lutfalsliga er lítil munur á, hvussu nógvir persónar 69 ár ella eldri, ið hava arbeiðsinntøku. Í
Streymoy, Eysturoy og Norðoyggjum eru tað uml. 20 til 22%, ið hava arbeiðsinntøku, meðan
tað Vágum, Sandoy og Suðuroy eru uml. 13 til 16% ið hava arbeiðsinntøku.
Fólkapensjonistar við arbeiðsinntøku, skift á ávikavist almenna ella privata løn
Alment/privat 69-72 ár 73-75 ár 76 ár og eldri Íalt
Alment 419 145 110 674
Privat 378 171 248 797
Íalt 797 316 358 1.471
Samanlagt hava 54% av fólkapensjónistunum inntøku frá privata geiranum.
Almannamálaráðið, 7. juni 2022
Sólvit E. Nolsø
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
198.21 Spurningur til S. E. Nolsø frá E. Joensen - Fólkapensjónistar í arbeiði.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 24. mai 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Erhard Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum
Evni: Fólkapensjónistar í arbeiði
Spurningur:
1. Hvussu nógvir fólkapensjónistar ella fólk í aldrinum 69-72 ár, 73-75 ár og frá 76
árum og uppeftir, hava eina arbeiðsinntøku - býtt á kvinnur og menn, býtt á
almenna og privata geiran, og býtt á øki í landinum?
Viðmerkingar:
Tað er møguligt hjá fólkapensjónistum, eftir galdandi lóggávu, at hava við síðuna av
fólkapensjónini ávísa arbeiðsinntøku, uttan at henda ávirkar rættin til fólkapensjón.
Hetta hevur eisini við sær, at inntøkur frá arbeiði eru við til at økja og styrkja
inntøkugrundarlagið hjá fólkapensjónistum.
Tað er áður upplýst undirritaða frá Almannamálaráðnum, at mótrokningin, sum stavar
frá arbeiðsinntøku var umleið 74 mió. kr. í 2021. Í hesum sambandi er eisini
áhugavert at kenna talið á teimum pensjónistum, sum hava hesar arbeiðsinntøkur -
býtt á kvinnur og menn, býtt á almenna (land og kommunur, íroknað almenn
partafeløg og felagsskapir) og privata geiran, og eisini býtt á øki í landinum.
Endamálið við skipanini er at eggja teimum pensjónistum, sum er førir fyri tí, at hava
eitt hóskandi arbeiði, serliga nú arbeiðsloysið er lágt og tørvur er á arbeiðsmegi.
Tað er politiskt viðkomandi at eftirmeta, hvørja veruliga ávirkan skipanin hevur á
arbeiðsmarknaðin, undir hesum, hvussu nógvir fólkapensjónistar taka av
møguleikanum og hvussu nógvir ikki taka av. Tað er eisini viðkomandi at gera sær
eina meting av, um t.d. ein avtøka av mótrokningini hevði havt við sær, at
fólkapensjónistar, sum longu hava eitt arbeiði, høvdu viljað ella ynskt at arbeitt enn
fleiri tímar, enn teir gera í løtuni. Og hvat við teimum, sum ikki hava eitt arbeiði,
høvdu teir møguliga viljað ella ynskt at átikið sær eitt arbeiði, um mótrokningin varð
avtikin o.a. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 24. mai 2022
Erhard Joensen

-- 1 of 1 --