← Løgtingsmál

52-197/2021

Herjólfur sum avloysaraskip

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 4. jun. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
197.21 Svar frá U. Rasmussen til S. Stenberg - Herjólfur sum avloysaraskip.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 10. jun. 2022

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 9. juni 2022
J. nr.: 22/10255
Viðgjørt: AE
Svar til fyrispurning nr. 52-197/2021 frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, settur
landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um Herjólf sum avloysaraskip
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Metir landdsstýrismaðurin, at Herjólfur verður nøktandi sum avloysaraskip, meðan
Smyril er í dokk?
2. Í mun til ferðafólkatøl og farmaflutning, sum er í løtuni, hvussu nógv metir
landsstýrismaðurin, at samferðslan til Suðuroynna verðus skerd, um Herjólfur skal sigla,
meðan Smyril er í dokk?
3. Heldur landsstýrismaðurin, at tað er nøktandi at skerja samferðsluviðurskiftini til
Suðuroynna, meðan Smyril er í dokk?
4. Hvørjar ábøtur skulu gerast, og hvørji krøv eru annars fyri, at Herjólfur kann sigla við
ferðafólki, og hvat kosta hesi?
5. Nær og hvussu leingi skal Smyril í dokk?
Svar til fyrispurning nr. 1, 2 og 3
Strandfaraskip Landsins hevur í fleiri ár ynskt at fáa eitt avloysaraskip fyri Smyril, bæði tá ið hann
fer í dokk, og eisini tá Smyril skal umvælast. Talið av ferðafólki, og mongdin av farmi og akførum
er vaksið nógv á Suðuroyarleiðini seinastu árini.
Í sambandi við fíggjarlógarviðgerðina fyri 2022 varð biðið um eina játtan til eitt
frakt/avloysaraskip á Suðuroyarleiðini. Tað var øllum kunnugt, at talan var um ferjuna Herjólf III,
og Løgtingið hevur verið kunnað um ætlanina so hvørt.
Strandfaraskip Landsins førdi fram nakrar grundgevingar fyri at fáa fáa eitt avloysaraskipi, og tað
eru serliga hesi fýra viðurskifti, sum vísa, hvussu viðbrekin Suðuroyarleiðin er:
• Dagligur rakstur - ferðafólk eru ónøgd, tí ferðaætlanin ikki kann haldast. Hetta vegna
avbjóðandi havnaumstøður og nógvan farm.
• Lítil tíð er til skipað viðlíkahald og harvið longri dokkingartíð.
• Dokking - tilvildarlig skip verða vald, sum kosta óneyðuga nógv.
• Óhapp - onki avloysaraskip er tøkt til Smyril, um okkurt størri óhapp skuldi verið.
Fyri at tryggja eina varandi og trygga loysn og loysa avbjóðingarnar á Suðuroyarleiðini mælti
Strandferðslan til at skilja sundur vinnuligan farmaflutning og ferðafólkaflutning. Hetta kann
gerast við at keypa eitt brúkt farma- og ferðafólkaskip, sum eisini kann virka sum ferðafólkaskip,
tá ið tørvur er á tí.

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
Strandferðslan hevur havt samráðingar við “Vegagerðin” í Íslandi, um at keypa Herjólf III. Eftir
ynski frá eigaranum var ætlanin tó broytt soleiðis, at tað í staðin skuldi verða ein leigusáttmáli í
hálvt annað ár, og síðan skuldi Strandferðslan keypa skipið.
Leigusáttmáli um Herjólf III er júst gjørdur við Vegagerðina, har Strandferðslan leigar skipið í 16
mánaðir. Vegagerðin vil nú ikki selja skipið, tí teir hava sjálvir brúk fyri einum avloysaraskipi.
Smyril hevur væl størri kapasitet enn Herjólfur, og tað fer at merkjast á leiðini. Smyril kann hava
975 ferðafólk við umborð í tíðarskeiðinum apríl – oktobur, og 800 ferðafólk hinar mánaðirnar, og
tekur 200 bilar, ella 30 stór akfør (sleip/treylarar).
Herjólfur er ikki skrásettur undir føroyskum flaggi enn, og endaliga manningarskjalið og
ferðafólkaloyvið er ikki givið av myndugleikanum, men Strandferðslan hevur fingið vegleiðandi
skjøl. Tað “hægsta” ferðafólkaloyvið er 530 fólk treytað av, at alduhæddin ikki er meira enn 2,5
metrar. Í øðrum føri 450 ferðafólk. Tað eru 350 sitipláss, 100 koyggjur og 45 briksir til ferðafólk.
Eftir føstu ferðaætlanini siglir Smyril 36 ferðir um Suðuroyarfjørð um vikuna ella 1.872 túrar um
Suðuroyarfjørð um árið. Tað kemur at kalla ikki fyri, at ikki øll ferðafólk sleppa við. Verður hugt
eftir ferðafólkahagtølunum, so vóru tað bert 53 túrar í 2021, har tað vóru eru meira enn 400
ferðafólk við, ella 3% av øllum túrum, og bert 25 túrar, har tað vóru meira enn 500 ferðafólk.
Sostatt kann roknast við, at siglingin við ferðafólki verður á góðari leið, meðan Herjólfur røkir
Suðuroyarsiglingina.
Hinvegin so tekur Herjólfur bert 67 bilar, og verða umstøðurnar til bilflutning og farmaflutning
nógv skerdar. Fyri at bøta um støðuna er ætlanin, at Herjólfur skal sigla ein farmatúr um náttina.
Strandferðslan upplýsir, at fundur verður bæði við vinnuna í Suðuroy, og við borgarstjórarnar í
Suðuroy.
Svar til fyrispurning nr. 4
Herjólfur skal til 30 ára klassing. Ein rampa skal gerast á hekkuni soleiðis, at bilar og farmur kunnu
koyrast umborð og í land. Bjargingarbátarnir eru gamlir og skulu skiftast út.
Tað verður mett til at kosta Strandferðsluni eini 7,0 mió. kr. at gera Herjólf kláran til sigling og
fyri at leiga skipið frá 1. juni 2022 til 31. desembur 2022.
Svar til fyrispurning nr. 5
Smyril fer í dokk 16. august 2022 og fer aftur í sigling fyrstu vikuna í oktobur.
Tinganes, 9. juni 2022.
Uni Rasmussen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
197.21 Spurningur til U. Rasmussen frá S. Stenberg - Herjólfur sum avloysaraskip.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 23. mai 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52 í Tingskipanini
Spyrjari: Sirið Stenberg, løgtingsmaður
Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Herjólfur sum avloysaraskip
Spurningar:
1. Metir landsstýrismaðurin, at Herjólfur verður nøktandi sum avloysaraskip,
meðan Smyril er í dokk?
2. Í mun til ferðafólkatøl og farmaflutning, sum er í løtuni, hvussu nógv metir
landsstýrismaðurin, at samferðslan til Suðuroynna verður skerd, um Herjólfur
skal sigla, meðan Smyril er í dokk?
3. Heldur landsstýrismaðurin, at tað er nøktandi at skerja samferðsluviðurskiftini
til Suðuroynna, meðan Smyril er í dokk?
4. Hvørjar ábøtur skulu gerast, og hvørji krøv eru annars fyri, at Herjólfur kann
sigla við ferðafólki, og hvat kosta hesi?
5. Nær og hvussu leingi skal Smyril í dokk?
Viðmerkingar:
Samferðsluviðurskiftini millum Suðuroynna og miðstaðin eru í verandi støðu undir so
stórum trýsti, at tey til tíðir als ikki eru nøktandi. Ferðafólkatalið veksur alsamt, og
nógvur farmur er. Í sjálvum sær ber vaksandi ferðafólkatal og vaksandi farmur boð
um nakað positivt, men tað hevur eisini stórar avbjóðingar við sær. Bilar standa
javnan eftir, økt trýst er á starvsfólkini, ongin bíleggingarskipan er, trongt er umborð
ávísar túrar, umframt at ferðakostnaðurin er nógv tann dýrasti í landinum.
Tað er gott, at tað nú eru boð um, hvussu farmasiglingin kann gerast betri, men at
Herjólfur skal vera ferðafólkaskip kann verða ein risa avbjóðing. Tað verður uttan iva
eitt stórt afturstig, um Herjólfur skal røkja siglingina, meðan Smyril er í dokk, tí tað
fer at merkja færri túrar, færri ferðafólk og færri bilar. Tað er tað suðuroyingum er í
boði. Hetta kemur sostatt at hava við sær stórar avbjóðingar fyri bæði fólk og vinnu,
og setir farleiðina áratíggju aftur í tíðina.
Á Løgtingi, 23. mai 2022
Sirið Stenberg

-- 1 of 1 --