52-195/2021
Viðgerðartilboð til gikta- og psoriasissjúklingar
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 1. jun. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
Svar uppá § 52 fyrispurning nr 52-195-2021 frá Jóhannis Joensen um viðgerðartilboð til gikta- og psoriasissjúklingar .pdfuppruna-PDF
Svar · — · 2. jun. 2022
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 1. juni 2022 HMR j. nr. 22/10078-9 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður Svar upp á fyrispurning nr. 52-195/2021 eftir §52a í tingskipanini um viðgerðartilboð til gikta- og psoriasissjúklingar, frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni Spurningarnir vóru soljóðandi: 1. Hví er fyribyrgingartilboðið í Kroatia broytt, so færri gikta- og psoriasissjúklingar úr Føroyum sleppa avstað? 2. Hví eru krøvini munandi herd? 3. Hevur sjúkrahúsverkið nakað annað líknandi alternativ til sjúklingar, sum eru raktir av psoriasis og gikt? 4. Brúkar danska heilsuverkið líknandi viðgerðir sum fyribyrgingarleist? 5. Hví fylgja Føroyar ikki leistinum og krøvunum, sum danir brúka? Svar: Til spurning 1, 2 og 3 Tað er Sjúkrahúsverkið, ið varðar av og umsitur serviðgerðir uttanlands. Tað er Landssjúkrahúsið, sum í fleiri ár hevur sent sjúklingar við psoriasis og gikt til klimaviðgerð í Naftalan í Kroatia. Sambært Súkrahúsverkinum er hetta gjørt í samstarvi við avvarðandi sjúklingafeløg og donsku ferðaskrivstovuna “Et bedre liv”. Siðvenjan hevur verið, at umleið 20 sjúklingar hava fingið í boði hesa klimaviðgerð árliga. Í talvuni niðanfyri er talið av sjúklingum fyri tíðarskeiðið 2012-2021. 2012 2013 2014 2015 2016 2017 2018 2019 2021 íalt Tal av sjúklingum 21 21 17 19 20 20 21 20 20 179 -- 1 of 2 -- Sambært Sjúkrahúsverkinum hevur mannagongdin í stuttum verið tann, at tey við psoriasis ella gikt, ið hava mett seg hava tørv á viðgerð, eru biðin um at fara til sín kommunulækna, tá tíðin nærkaðist at søkja um pláss til klimaviðgerð. Áhugafeløgini hjá hesum sjúklingabólkum hava staðið fyri at lýsa í miðlunum. Kommunulæknin hevur mett um og sent ávísing til serlækna á Landssjúkrahúsinum. Serlæknarnir hava síðani út frá eini læknafakligari meting valt tilsamans 20 fólk út – vanliga 10 við psoriasis og 10 við gikt. Sjúkrahúsverkið hevur fyri stuttum upplýst fyri landsstýrismanninum, at tey hava broytt mannagongdina. Broytta mannagongdin skal sambært Sjúkrahúsverkinum m.a. síggjast í ljósinum av, at tað eru hend stór framstig í viðgerðini seinnu árini, og eitt nú er viðgerðin við lívfrøðiligum heilivági ment heilt nógv til hesar báðar sjúklingabólkarnar. Sambært Sjúkrahúsverkinum fáa teir allarflestu sjúklingarnir betri úrslit við nýggju viðgerðarmøguleikunum enn við klimaviðgerð, og tí hava tey tikið avgerð um at broyta ávísingarháttin soleiðis, at færri nú fáa bjóðað klimaviðgerð. Í 2022 er higartil bert ein sjúklingur við psoriasis visiteraður til klimaviðgerð í Kroatia, og sambært Sjúkrahúsverkinum sæst sama rák eisini í Danmark. Sambært Sjúkrahúsverkinum ber framvegis til við nýggju mannagongdini at verða ávístur til klimaviðgerð, men har serlækni í hvørjum einstøkum føri ger eina ítøkiliga meting út frá “Nationale kliniske retningslinjer”, sum danska Heilsustýrið gevur út. Sambært Sjúkrahúsverkinum brýtur hetta frá gomlu mannagongdini, har tað frammanundan var givið, at tilsamans 20 fólk – vanliga 10 við psoriasis og 10 við gikt – sluppu avstað. Til spurning 4 og 5 Sambært Sjúkrahúsverkinum byggir metingin hjá serlæknum á danskar leiðreglur, sonevndu “Nationale kliniske retningslinjer”, sum danska Heilsustýrið gevur út. Heilsumálaráðið, 1. juni 2022 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
195.21 Spurningur til K. L. H. Johannesen frá J. Joensen - Viðgerðartilboð til gikta- og psoriasissjúklingar.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 19. mai 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum Evni: Viðgerðartilboð til gikta- og psoriasissjúklingar Spurningar: 1. Hví er fyribyrgingartilboðið í Kroatia broytt, so færri gikta- og psoriasissjúklingar úr Føroyum sleppa avstað? 2. Hví eru krøvini munandi herd? 3. Hevur sjúkrahúsverkið nakað annað líknandi alternativ til sjúklingar, sum eru raktir av psoriasis og gikt? 4. Brúkar danska heilsuverkið líknandi viðgerðir sum fyribyrgingarleist? 5. Hví fylgja Føroyar ikki leistinum og krøvunum, sum danir brúka? Viðmerkingar: Gjøgnum fleiri ár hevur sjúkrahúsverkið saman við sjúklingafeløgum og donskum samstarvi skipað fyri túrum til Kroatia sum liður í viðgerð og fyribyrging av tungum sjúkragongdum fyri gikta- og psoriasissjúklingar í Føroyum. Sum skilst hevur hetta tilboðið givið sjúklingum ein bata í gerandisdegnum og arbeiðslívinum og styrkt um lívsgóðskuna hjá fleiri. Uml. 20 sjúklingar hava nýtt tilboðið á hvørjum ári. Brádliga er leisturin broyttur, soleiðis at heilt fáir sjúklingar sleppa avstað til hesar fyribyrgjandi viðgerðir. Krøvini eru broytt, og tí eru bert heilt fá, sum lúka treytirnar. Hetta kann raka sjúklingarnar og teirra avvarðandi meint, umframt at tað kann kosta sjúkrahúsverkinum meira pening seinni í øktari sjúklingaviðgerð. Lívsgóðskan hjá fleiri er tongd at viðgerðunum. Tilmælini frá Fólkaheilsuráðnum o.ø. fakkunnleika eru millum annað, at fyribyrgjandi parturin hjá frískum og sjúkum er grundarlagið undir einum heilsubetri lívi. Rehabilitering er tí sett á breddan á flestum sjúklingaøkjum í sjúkrahúsverkinum. Fyri at fáa greiðu á hesum máli verða hesir spurningar settir landstýrismanninum. Á Løgtingi, 19. maj 2022 Jóhannis Joensen -- 1 of 1 --