← Løgtingsmál

52-194/2021

Hjálparátøk fyri húsarhald vegna høgu inflasjónina

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 1. jun. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
194.21 Svar frá U. Rasmussen til S. Stenberg - Hjálparátøk til húsarhaldini vegna høgu inflasjónini.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 30. mai 2022

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 30. mai 2022
J.nr.: 22/10105
Viðgjørt: TM
Svar til § 52a fyrispurning nr. 52-194/2021 frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, settur
landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um hjálparátøk fyri húsarhald
vegna høgu inflasjónina.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu metir landsstýrismaðurin, at hækkandi prís- og kostnaðarstøðið ávirkar
húsarhaldini í Føroyum?
2. Hvørjum hjálparátøkum arbeiðir landsstýrismaðurin við fyri at bøta um støðuna hjá
teimum, sum verða hart rakt av inflasjónini, t.d. teimum nógv hækkandi prísunum á m.a.
brennievni og matvørum?
3. Eru serlig hjálparátøk ætlað teimum, sum bert hava fólkapensjón, fyritíðarpensjón ella
almannaveiting at liva av?
4. Eru serlig hjálparátøk ætlað teimum við lægstu inntøkunum?
5. Eru serlig hjálparátøk ætlað sperdum barnafamiljum?
Til nr. 1
Ein avleiðing av prísvøkstrinum er, at keypiorkan hjá húsarhaldum minkar og at tiltøkupeningurin
hjá húsarhaldum minkar. Enn eru húsarhald í Føroyum ikki rakt eins hart av príshækkingum sum
húsarhald í til dømis Danmark ella aðrastaðni í Evropa. Hetta kemur av, at gass verður ikki brúkt
til upphiting ella til streymframleiðslu í Føroyum. Prísurin á gassi er fleirfaldaður í Evropa, og hetta
merkist væl hjá húsarhaldunum í Evropa. Ein annar munur er, at prísurin á streymi er ikki
hækkaður enn í Føroyum, meðan prísurin á streymi er nógv hækkaður í Evropa.
Samlaði prísvøksturin síðani russisku innrásina í Ukraina hevur verið lægri í Føroyum enn
aðrastaðni í Evropa. Prísvøksturin í Føroyum var til dømis 4,4% fyrsta ársfjórðing í ár í mun til
sama ársfjórðing í 2021 sambært Hagstovuni. Í flestu londum í Evropa er prísvøksturin í løtuni 7-
10% um árið.
Til nr. 2, 3, 4 og 5
Fíggjarmálaráðið fylgir neyvt við gongdini í prísvøkstrinum og metir støðugt um, hvørt tað er
neyðugt og ráðiligt at seta í verk hjálparátøk frá almennari síðu í sambandi við prísvøksturin, sum
sæst í løtuni.
Tað er til eina og hvørja tíð ein politiskur spurningur, um landið eigur at seta í verk hjálparátøk til
bólkar í samfelagnum, tá ið prísvøksturin í samfelagnum er óvanliga høgur. Fíggjarmálaráðið mælir
til at fylgja við prísgongdini og at seta átøk í verk seinni, um hetta verður mett at vera neyðugt og

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
ráðiligt. Flestu altjóða búskaparstovnar rokna við, at prísvøksturin fer at hæsa av aftur seinni í ár og
í 2023.
Verður mett neyðugt og ráðiligt at seta hjálparátøk í verk í sambandi við prísvøksturin, mælir
Fíggjarmálaráðið til at brúka verandi skipanir hjá landinum til endamálið, til dømis familjuískoytið,
persónliga viðbótin í fólkapensjónini sambært almannapensjónslógini og kunngerð ella fíggjarliga
ískoytið til stakútreiðslur sambært almannalógini.
Fíggjarmálaráðið mælir frá at brúka skattaskipanina ella at broyta avgjøld ella meirvirðisgjaldið á
ávísum vørum í sambandi við prísvøksturin, sum sæst í løtuni. Fíggjarmálaráðið mælir eisini til, at
møgulig hjálparátøk vera tíðaravmarkað og at tey eru fult fíggjað við at lækka aðrar útreiðslur hjá
landinum ella hækka inntøkurnar hjá landinum. Fíggjarmálaráðið heldur tað hava týdning, at
væntaða úrslitið hjá landinum í 2022 ikki verður verri, um hjálparátøk verða sett í verk.
Vansin við at landið setir í verk hjálparátøk, tá ið prísirnir á til dømis brennievni ella matvørum
hækka nógv, er, at átøkini kunnu vísa seg at raka skeivt og ótilætlað og hava aðrar óhepnar
avleiðingar við sær. Til dømis kunnu átøkini forða fyri neyðugum tillagingum í búskapinum og
kunnu seinka umleggingini til grønar orkuloysnir og forða fyri øðrum umleggingum í búskapinum.
Fíggjarmálaráðið mælir frá, at landið setir í verk hjálparátøk til húsarhald, sum ikki eru fíggjað við
at lækka aðrar almennar útreiðslur ella hækka skattir ella avgjøld. Fleiri fløskuhálsar eru á
arbeiðsmarknaðinum og á bústaðarmarknaðinum. Vandin við ófíggjaðum hjálparátøkum til
húsarhald er, at hesi kunnu stimbra prísvøksturin enn meira og gera støðuna við fløskuhálsum
verri. Ófíggjað hjálparátøk kunnu gera, at prísvøksturin verður enn størri og at enn størri trýst
kemur á bústaðarmarknaðin.
Enn ber ikki til at siga, júst hvørjar bólkar í samfelagnum møgulig hjálparátøk koma at fevna um.
Tinganes, 30. mai 2022
Uni Rasmussen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
194.21 Spurningur til U. Rasmussen frá S. Stenberg - Hjálparátøk til húsarhaldini vegna høgu inflasjónini.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 19. mai 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Sirið Stenberg, løgtingsmaður
Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Hjálparátøk fyri húsarhald vegna høgu inflasjónina
Spurningar:
1. Hvussu metir landsstýrismaðurin, at hækkandi prís- og kostnaðarstøðið ávirkar
húsarhaldini í Føroyum?
2. Hvørjum hjálparátøkum arbeiðir landsstýrismaðurin við fyri at bøta um
støðuna hjá teimum, sum verða hart rakt av inflasjónini, t.d. teimum nógv
hækkandi prísunum á m.a. brennievni og matvørum?
3. Eru serlig hjálparátøk ætlað teimum, sum bert hava fólkapensjón,
fyritíðarpensjón ella almannaveiting at liva av?
4. Eru serlig hjálparátøk ætlað teimum við lægstu inntøkunum?
5. Eru serlig hjálparátøk ætlað sperdum barnafamiljum?
Viðmerkingar:
Høgi prísvøksturin seinastu tíðina hevur sera stóra ávirkan á lívikorini hjá fólki. Tað
eru tey við teimum lægstu inntøkunum, sum verða lutfalsliga harðast rakt.
Gerandisvørurnar eru dýrkaðar nógv, og methøga príshækkanin fyri brennievni rakar
ómetaliga hart.
Hetta er ein støða, sum kemur uttanífrá, og fólk hava ikki havt møguleika at vart seg
fyri hesum. Tey hava onga ávirkan á støðuna og ei heldur møguleika til sjálvi at koma
sær úr støðuni.
Tað hava verið nógvar røddir frammi um at seta tíðaravmarkað hjálpartiltøk í verk
fyri at tryggja livikorini hjá fólki og at fyribyrgja fátækt.
Spurningurin er tí, hvørjum landsstýrið arbeiðir við fyri at minka um avleiðingarnar
av inflasjónini, til tess at sosiali ójavnin í landinum ikki økist.
Á Løgtingi, 19. mai 2022
Sirið Stenberg

-- 1 of 1 --