← Løgtingsmál

52-193/2021

Heilsuviðgerðartúrar til Kroatia fyri gikta- og psoriasissjúklingar

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 1. jun. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
Svar uppá § 52 fyrispurning nr 52-193-2021 frá Edvu Jacobsen um heilsuviðgerðartúrar til Kroatia .pdfuppruna-PDF

Svar · — · 2. jun. 2022

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 1. juni 2022
HMR j. nr. 22/10075-9
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður
Svar
upp á
fyrispurning nr. 52-193/2021 eftir §52a í tingskipanini um heilsuviðgerðartúrar til Kroatia fyri
gikta- og psoriasissjúklingar, frá Edvu Jacobsen, løgtingskvinnu
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvussu mong eru sloppin við til heilsuviðgerðartúrar til Kroatia árliga seinastu 10 árini í
sambandi við giktasjúku?
2. Hvussu mong eru sloppin við til heilsuviðgerðartúrar til Kroatia árliga seinastu 10 árini í
sambandi við psoriasis?
3. Hví eru hesir heilsuviðgerðartúrar um at blíva burtur sum viðgerðarháttur hjá Heilsuverki Føroya?
4. Er tað rætt skilt, at bara ein við gikt og eingin við psoriasis sleppur við í ár.
- um ja, hvør er grundgevingin og hvørjar eru ætlanirnar frameftir um heilsuviðgerðartúrar fyri
fólk við gikt og psoriasis?
- um nei, hvørjar ætlanir eru í ár og frameftir um heilsuviðgerðartúrar fyri fólk við gikt og
psoriasis?

-- 1 of 3 --

Svar:
Til spurning 1 og 2
Tað er Sjúkrahúsverkið, ið varðar av og umsitur serviðgerðir uttanlands.
Tað er Landssjúkrahúsið, sum í fleiri ár hevur sent sjúklingar við psoriasis og gikt til klimaviðgerð í
Naftalan í Kroatia. Sambært Sjúkrahúsverkinum er hetta gjørt í samstarvi við avvarðandi sjúklingafeløg
og donsku ferðaskrivstovuna “Et bedre liv”. Siðvenjan hevur verið, at umleið 20 sjúklingar hava fingið í
boði hesa klimaviðgerð árliga. Í talvuni niðanfyri er talið av sjúklingum fyri tíðarskeiðið 2012-2021.
2012 2013 2014 2015 2016 2017 2018 2019 2021 íalt
Tal av
sjúklingum 21 21 17 19 20 20 21 20 20 179
Árini 2012 til 2014 vóru tað einans fólk við psoriasis, sum fingu í boði klimaviðgerð, men síðani 2015
hava umleið eins nógvir giktasjúklingar sum psoriasissjúklingar verið í Kroatia til klimaviðgerð. Til
talvuna er at viðmerkja, at í 2012 vóru fimm sjúklingar í Ísrael og í 2013 var ein í Íslandi, annars hava
allir verið í Kroatia.
Sambært Sjúkrahúsverkinum hevur mannagongdin í stuttum verið tann, at tey við psoriasis ella gikt, ið
hava mett seg hava tørv á viðgerð, eru biðin um at fara til sín kommunulækna, tá tíðin nærkaðist at søkja
um pláss til klimaviðgerð. Áhugafeløgini hjá hesum sjúklingabólkum hava staðið fyri at lýsa í miðlunum.
Kommunulæknin hevur mett um og sent ávísing til serlækna á Landssjúkrahúsinum. Serlæknarnir hava
síðani, út frá eini læknafakligari meting, valt tilsamans 20 fólk út – vanliga 10 við psoriasis og 10 við
gikt.
Til spurning 3
Sjúkrahúsverkið hevur fyri stuttum upplýst fyri landsstýrismanninum, at tey hava broytt mannagongdina.
Broytta mannagongdin skal sambært Sjúkrahúsverkinum m.a. síggjast í ljósinum av, at tað eru hend stór
framstig í viðgerðini seinnu árini, og eitt nú er viðgerðin við lívfrøðiligum heilivági ment heilt nógv til
hesar báðar sjúklingabólkarnar. Sambært Sjúkrahúsverkinum fáa teir allarflestu sjúklingarnir betri úrslit
við nýggju viðgerðarmøguleikunum enn við klimaviðgerð, og tí hava tey tikið avgerð um at broyta
ávísingarháttin soleiðis, at færri nú fáa bjóðað klimaviðgerð. Í 2022 er higartil bert ein sjúklingur við
psoriasis visiteraður til klimaviðgerð í Kroatia, og sambært Sjúkrahúsverkinum sæst sama rák eisini í
Danmark.

-- 2 of 3 --

Til spurning 4
Sambært Sjúkrahúsverkinum ber framvegis til við nýggju mannagongdini at verða ávístur til
klimaviðgerð, men har serlækni í hvørjum einstøkum føri ger eina ítøkiliga meting út frá “Nationale
kliniske retningslinjer”, sum danska Heilsustýrið gevur út.
Sambært Sjúkrahúsverkinum brýtur hetta frá gomlu mannagongdini, har tað frammanundan var givið at
tilsamans 20 fólk – vanliga 10 við psoriasis og 10 við gikt – sluppu avstað.
Heilsumálaráðið, 1. juni 2022
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
193.21 Spurningur til K. L. H. Johannesen frá E. Jacobsen - Heilsuviðgerðartúrar til Kroatia.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 19. mai 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Edva Jacobsen, løgtingsmaður
Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum
Evni: Heilsuviðgerðartúrar til Kroatia fyri gikta- og psoriasissjúklingar
Spurningar:
1. Hvussu mong eru sloppin við til heilsuviðgerðartúrar til Kroatia árliga seinastu 10
árini í sambandi við giktasjúku?
2. Hvussu mong eru sloppin við til heilsuviðgerðartúrar til Kroatia árliga seinastu 10
árini í sambandi við psoriasis?
3. Hví eru hesir heilsuviðgerðartúrar um at blíva burtur sum viðgerðarháttur hjá
Heilsuverki Føroya?
4. Er tað rætt skilt, at bara ein við gikt og eingin við psoriasis sleppur við í ár
- um ja, hvør er grundgevingin og hvørjar eru ætlanirnar frameftir um
heilsuviðgerðartúrar fyri fólk við gikt og psoriasis?
- um nei, hvørjar ætlanir eru í ár og frameftir um heilsuviðgerðartúrar fyri fólk við
gikt og psoriasis?
Viðmerkingar:
Tað eru sera nógvar sjúkur, sum kunnu raka ein, og nakrar sjúkur eru kroniskar.
Heilsuviðgerðir av ymiskum slag kunnu vera við til, at tað betur letur seg gera at hava
eitt gott lív, eisini við kroniskari sjúku.
Í umleið 20 ár hevur Heilsuverk Føroya bjóðað fólki við gikt og psoriasis ein
heilsviðgerðartúr - fyrstu árini til Ísland fyri sjúklingar við psoriasis, og seinnu mongu
árini til Kroatia fyri bæði psoriasis- og giktasjúklingar. Hesir heilsutúrar eru gjørdir í
tøttum samstarvi við “Bedre liv” í Danmark.
Hesir viðgerðartúrar hava fyri mong gjørt, at tey hava eitt gott og virkið lív. Eisini
kunnu fleiri umgangast heilivág, eitt nú biologiskan heiluvág. Tað eru nógv, sum av
ymiskum orsøkum ikki kunnu taka biologiskan heilivág, og fyri tey hevur ein
heilsutúrur verið heilt fantastiskur og givið teimum eina lívsgóðsku. Tó skal sigast, at
fyri nøkur er biologiskur heilivágur góður og hjálpir.
Tá sjúka rakar er týdningarmikið, at tryggleiki viðvíkjandi viðgerðartilboðum er til
staðar. Tí verður hesin spurningur settur.
Á Løgtingi, 19. mai 2022
Edva Jacobsen

-- 1 of 1 --