52-192/2021
Endurvenjingar
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 1. jun. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
Svar uppá § 52 fyrispurning nr 52-192-2021 frá Helga Abrahamsen um endurvenjing.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 2. jun. 2022
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 1. juni 2022 HMR j. nr. 22/10070-5 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður Svar upp á fyrispurning nr. 52-192/2021 eftir § 52 a) í tingskipanini um endurvenjingar, frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni Spurningurin var soljóðandi: 1. Hvør er orsøkin til, at fólk, ið fáa skurðviðgerð aðrastaðni enn í føroyska heilsuverkinum, missa rættin til endurvenjing í heilsuverkinum? Svar: Til spurning 1 Í løtuni er tað soleiðis, at tað er ein ávís bíðitíð til skurðviðgerðir í Sjúkrahúsverkinum. Tí velja nøkur, sum hava privata trygging, at fara aðrastaðnis til skurðviðgerð, har bíðitíðin er styttri. Í mun til privata viðgerð koma fleiri afturvendandi spurningar. Sjúkrahúsverkið upplivir m.a., at sjúklingar ynskja viðtalu í Sjúkrahúsverkinum, har tey fáa kunning um skurðviðgerðina, áðrenn tey velja skurðviðgerð í privata geiranum. Somuleiðis vilja sjúklingar fegnir sleppa til t.d. endurvenjing í Sjúkrahúsverkinum eftir viðgerð í privata geiranum. Í mun til endurvenjing bjóða privatar tryggingar eisini endurvenjing, um hetta verður mett neyðugt (sí t.d. Mølholm Forsikring: Forsikringsbetingelser). ”§ 7.8 Genoptræning: § 7.8.1 Hvis der er foretaget behandling (operation) ambulant eller under indlæggelse på privathospital, dækker behandlingsforsikringen forsikredes udgifter til nødvendig genoptræning. Genoptræningen skal godkendes af Mølholm Forsikring A/S. Genoptræningen godkendes for en 3 måneders periode første gang, herefter skal der ansøges om yderligere 3 måneder pr. telefon. Er der efter 6 måneder stadig brug for genoptræning, skal der udfyldes ny skadeanmeldelse med en vurdering fra speciallæge eller egen læge. Dette for at afdække, om forløbet forløber planmæssigt, eller om den forsikrede atter skal ses af en speciallæge. Forsikredes udgifter til nødvendig genoptræning hos fysioterapeut og kiropraktor er dækket indtil behandlingen er afsluttet over for Mølholm Forsikring A/S. Genoptræningen skal ordineres af speciallæge.” -- 1 of 2 -- Flestu hava møguleikan at fáa endurvenjingina frá privatari klinikk við ávísing frá kommunulækna. Um tað er ein serliga kompliserað endurvenjing, sum krevst, ella endurvenjing, sum ikki finnist í privatum geranum, kann kommunulæknin senda ávísing til Sjúkrahúsverkið um at lyfta uppgávuna. Heilsumálaráðið, 1. juni 2022 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
192.21 Spurningur til K. L. H. Johannesen frá H. Abrahamsen - Endurvenjing.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 19. mai 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum Evni: Endurvenjingar Spurningar: 1. Hvør er orsøkin til, at fólk, ið fáa skurðviðgerð aðrastaðni enn í føroyska heilsuverkinum, missa rættin til endurvenjing í heilsuverkinum? Viðmerkingar: Nógv fólk standa á bíðilistum til at fáa skurðviðgerðir av ymiskum slagi. Tað er ikki óvanligt, at hesi fólkini hava egna trygging, ið gevur teimum rætt til at fara aðrastaðni at fáa skurðviðgerðina framda. Men undirritaði hevur sæð dømi um, at fólk, ið hava umhugsað henda møguleikan, hava fingið at vita frá heilsuverkinum, at um tey velja hesa loysnina, so missa tey rættin til endurvenjing í heilsuverkinum. Fyri tann sjúka kann bíðitíðin vera trupul, og tí er væl skiljandi, at fólk vilja nýta teir møguleikar ið eru, fyri at linna pínuna, men um avleiðingin er, at tey ikki fáa endurvenjing, so skulu tey velja ímillum skurðviðgerð beinan vegin uttan endurvenjing, ella at ganga við pínu, fyri at tryggja endurvenjingina seinni. Tí verður spurt, hvør orsøkin er til hesa støðuna hjá heilsuverkinum. Á Løgtingi, 19. mai 2022 Helgi Abrahamsen -- 1 of 1 --