52-191/2021
Verkætlanin at umvæla og útbyggja gamla HF-skúlan í Klaksvík
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 31. mai 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
191.21 Svar frá S. E. Nolsø til E. M. Gunnleygsdóttur - Verkætlanin at umvæla og útbyggja gamla HF-skúlan í Klaksvík.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 31. mai 2022
Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn Tel: +298 304000 • Fax: +298 304045 • E-mail: amr@amr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 100 Tórshavn 31. mai 2022 Mál: 22/09886 Viðgjørt: KÁ Nr. 52-191/2021 Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 52-191/2021 eftir tingskipanini § 52a til Sólvit E. Nolsø, landsstýrismann við almannamálum, frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingsmanni, at umvæla og umbyggja gamla HF-skúlan í Klaksvík Spurningar: 1. Hvussu gongur við verkætlanini at umvæla og útbyggja gamla HF-skúlan í Klaksvík, so hann kann hýsa hølum til endur- og viðlíkahaldsvenjing, hølum til økisdeildina hjá Almannaverkinum og skrivstovum til eindarleiðarar hjá Almannaverkinum? Svar: Almannaverkið hevur gjørt eina avtalu um at leiga hølir á Klaksvíksvegi 60, sum vanliga verður nevndur HF-bygningurin. Ætlanin var, at Almannaverkið skuldi flyta inn í hølini móti sumri. Almannaverkið hevur nú fingið at vita frá útleigaranum, at umbyggingin av hølunum dregur út, tí bíðað verður eftir handverkarum. Hølini verða tessvegna klár til nýtslu nakrar mánaðir seinni enn ætlað. Tórshavn, 31. mai 2022 Sólvit E. Nolsø landsstýrismaður -- 1 of 1 --
191.21 Spurningur til S. E. Nolsø frá E. M. Gunnleygsdóttur - Verkætlanin at umvæla og útbyggja gamla HF-skúlan í Klaksvík.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 18. mai 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingsmaður Svarari: Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum Evni: Verkætlanin at umvæla og útbyggja gamla HF-skúlan í Klaksvík Spurningur: 1. Hvussu gongur við verkætlanini at umvæla og útbyggja gamla HF-skúlan í Klaksvík, so hann kann hýsa hølum til endur- og viðlíkahaldsvenjing, hølum til økisdeildina hjá Almannaverkinum og skrivstovum til eindarleiðarar hjá Almannaverkinum? Viðmerking: Hendan verkætlanin bleiv sett í gongd, meðan undirritaða sat sum landsstýrismaður í almannamálum og eftir tíðarætlanini, sum tá bleiv gjørd, skuldu hølini standa klár at taka í brúk nú í summar 2022. Nú hava vit skjótt summar 2022 og tí hevði verið áhugavert at fingið at vita, um tíðarætlanin fer at halda. Á Løgtingi, 17. mai 2022 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur -- 1 of 1 --