← Løgtingsmál

52-190/2021

Ábøtur í Sumbiartunlinum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 30. mai 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
190.21 Svar frá U Rasmussen til S. Stenberg - Ábøtur í Sumbiartunlinum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 1. jun. 2022

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 31. mai 2022
J. nr.: 22/09783
Viðgjørt: AE
Svar til fyrispurning nr. 52-190/2021 frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, settur
landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um ábøtur í Sumbiartunnilin
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvørjar ætlanir eru um at gera ábøtur í Sumbiartunlinum, og nær ?
2. Nær kann roknast við at t.d. ljósviðurskifti, radiosamband, nógva støvið í tunlinum o.a.
kemur í rættlag?
3. Er tað nøktandi, at ongin ventilatión er í tunlinum?
4. Lýkur tunnilin øll trygdar- og brunakrøv, og er tilbúgvingin nøktandi?
Svar til fyrispurning
Sumbiarbergholið fylgir teimum trygdarstandardum, sum vóru galdandi, tá ið tunnilin varð
gjørdur. Tunnilin fylgir ikki standardum, ið eru galdandi, um tunnilin hevði verið gjørdur í dag.
Tað er ein spurningur um játtan at dagføra eldri tunlar til dagsins standardir.
Landsverk gjørdi eina ætlan í 2017 um at dagføra Sumbiartunnilin til sama støði, sum til dømis
Viðareiðistunnilin. Tað merkir, at hann hevði fingið ljós og nakað av grundleggjandi
trygdarútbúnaði.
Ætlanin var, at arbeiðið skuldi gerast í 6 byggistigum:
1. Teknikhús uttanfyri tunnilin og høvuðstalvur til elskipanina (gjørt í 2017)
2. Neyðljós í loftinum, ið er umleið 1/3 av samlaðu ljósunum (gjørt í 2018)
3. Neyðskáp, eldsløkkjarar og telefonir í tunlinum
4. Mátarar og kameraskipan í tunlinum
5. Restin av loft ljósskipanini í tunlinum
6. Neyðljós á vegginum og endalig uppsetan av skipanini
Arbeitt varð í 2017 og 2018 við einari loysn, har tvey av teimum fyrstu stigunum vórðu gjørd
fyri umleið 3,5 mió. kr. Tá var nakað av tí grundleggjandi arbeiðnum gjørt við eitt nú at leggja
dragirør til káplar í tunlinum, men neyðljósini í tunlinum vóru eisini við tá, so tí er nakað av ljósi
í tunlinum. Hetta svarar til umleið ein triðing av samlaðu ljósinum, tá ið øll armaturini eru sett
upp.
Í ætlanini frá 2017 eru radio og ventilatión ikki við. Radio verður mett til at kosta 1 mió. kr., og
ventilatión 7 mió. kr.

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
Landsverk roknar við, at tað fer at kosta einar 10 - 11 mió. kr. afturat, um byggistig 3 – 6 skulu
gerast. Um radio og ventilatión harumframt skulu leggjast inn í tunnilin, so verður kostnaðurin
umleið 18 – 19 mió kr.
Vanliga mælir Landsverk til, at ventilatión er í tunnlunum. Tað veitir eina betri trygd, um eldur
kemur í tunnilin. Ventilatión er tó ein rættiliga stór íløga.
Samstundis sum vegakervið er útbygt, ferðslan er vaksin, størri dygdarkrøv og trygdarkrøv verða
sett til vegir, tunlar og brýr, er játtanin til viðlíkahald og til at umvæla og tryggja
landsvegakervið tó ikki hækkað í nógv ár.
Vónandi ber til at fáa undirtøku fyri at hækka játtanina til dagføring og viðlíkahald næstu árini.
Tinganes, 31. mai 2022
Uni Rasmussen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
190.21 Spurningur til U Rasmussen frá S. Stenberg - Ábøtur í Sumbiartunlinum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 17. mai 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Sirið Stenberg, løgtingsmaður
Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Ábøtur í Sumbiartunlinum
Spurningar:
1. Hvørjar ætlanir eru um at gera ábøtur í Sumbiartunlinum, og nær ?
2. Nær kann roknast við at t.d. ljósviðurskifti, radiosamband, nógva støvið í
tunlinum o.a. kemur í rættlag?
3. Er tað nøktandi, at ongin ventilatión er í tunlinum?
4. Lýkur tunnilin øll trygdar- og brunakrøv, og er tilbúgvingin nøktandi?
Viðmerkingar:
Viðlíkahald og dagføringar av tunlum er týdningarmikið bæði fyri trygd og tryggleika
hjá teimum koyrandi. Tunnilin hevur nú nøkur ár á baki, og trygdarkrøvini, sum vóru,
tá ið tunnillin varð gjørdur, eru ikki tey somu sum í dag.
Tað er eyðsýnt, at tunnilin til Sumbiar krevur ábøtur. Fá ljós lýsa í tunlinum. Nógv
støv er, sum leggur seg á vegin, sum gerst hálur. Tunnilin er 3.000 metrar og ongin
ventilatión er í tunlinum, og spurningurin er, um tað er nøktandi.
Somuleiðis verður landsstýrismaðurin biðin um at greiða frá, um tunnilin lýkur øll
bruna- og trygdarkrøv, og um tilbúgvingin á staðnum er nøktandi skuldi eitt óhapp
hent. Eisini verður landsstýrismaðurin biðin at greiða frá, hvørjar ábøtur og
dagføringar roknast kann við verða gjørdar, og nær roknast kann við, at hetta verður
gjørt.
Á Løgtingi, 16. mai 2022
Sirið Stenberg

-- 1 of 1 --