← Løgtingsmál

52-189/2021

Útkoyring av heilivági í Suðuroy

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 25. mai 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
189.21 Svar frá K. L. H. Johannesen til H. Old - Útkoyring av heilivági í Suðuroy.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 25. mai 2022

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 24. mai 2022
HMR j. nr. 22/09608-4
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður
Svar
upp á
fyrispurning nr. 52-189/2021 eftir § 52 a í tingskipanini um útkoyring av heilivági í Suðuroy, frá
Henrik Old, løgtingsmanni
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hví kann góða tænastan, har privat fólk koyra heilivág út frá Suðuroyar Apoteki, ikki halda fram?
2. Kann landsstýrismaðurin tryggja, at tænastan til brúkaran framyvir verður á sama høga støði?
3. Hvussu nógvar privatar tænastur á heilsuøkinum skal Posta yvirtaka, sum feløg og einstaklingar
veita til føroyingar?
Svar:
Til spurning 1
Sambært Landsapotekaranum koyrir Posta allan heilivág út fyri Apoteksverkið, uttan í Suðuroy. Henda
skipan hevur virkað í nógv ár, har Apoteksverkið hevur ment útberingina saman við Posta og tí kann
Apoteksverkið í dag fylgja pakkanum frá útflýggjan frá apotekinum til peningurin er goldin, ella pakkin
er sendur apotekinum aftur. Hetta er sokallaða “track and trace skipanin”.
Í Suðuroy hevur útberingin verið framd av einari aðrari skipan, sum hevur verið knýtt einstøkum
privatpersónum í teimum ymisku bygdunum. Í norðaru helvt í Suðuroynni er ein skipan, og í sunnaru
helvt hevur ein privatpersónur koyrt pakkarnar út í Hovi, Porkeri og Vági. Ein annar persónur hevur gjørt
hetta í Lopra og aftur ein annar í Sumba. Tó hevur tann parturin av heilivágnum, sum er í skamtposum
frá Framleiðsluapotekinum verið borin út av Posta í Suðuroy. Fleiri orsøkir eru til, at Apoteksverkið vil
hava somu skipan um alt landið.
Í sambandi við uppstigan av nýggju kt-skipanini hjá Apoteksverkinum, er avgreiðsluhátturin, ið higartil
hevur verið frá Suðuroyar Apoteki, ikki longur ein møguleiki. Pengarnir fylgja pakkanum. Hetta merkir
tøkniliga, at nýggja skipanin ikki loyvir eina útflýggjan frá apotekinum uttan gjald, t.v.s., at ein sending
til útbering skal gerast við uppkravi við einum gjaldsstrongi frá útberara. Gjaldsstrongurin er

-- 1 of 2 --

samantvinnaður við skipanina “track & trace”, sum Apoteksverkið vil hava at virka fyri alla
heilivágsútberingina í Føroyum.
Mett verður ikki, at tað er skynsamt at menna eina sovorna skipan við útbering av einari lítlari nøgd av
pakkum saman við fleiri privatum veitarum í Suðuroy.
Við útbering av heilivági við Posta, kann Apoteksverkið tryggja sporføri av pakkunum, og at avrokning
fer fram umvegis ein gjaldsstrong.
Sambært Landsapotekaranum tryggjar hetta gjald fyri pakkan, og er bíligast at umsita fyri
Apoteksverkið.
Til spurning 2
Sambært Landsapotekaranum hevur Apoteksverkið leingi arbeitt saman við Posta og í tí sambandinum
verður mett, at tann góða og trygga útberingin, sum fer fram allastaðni, til hvønn krók í Føroyum, er á
nøktandi støði, og fer eisini at gagna viðskiftafólkunum í Suðuroy.
Apoteksverkið og Posta halda fram við at menna útberingina til frama fyri Apoteksverkið og teirra
viðskiftafólk.
Apoteksverkið metir, at tað í verandi støðu bert er Posta, sum kann veita útbering av heilivági til allar
bygdir í Føroyum hvønn dag, við teimum treytum sum Apoteksverkið hevur til útbering av heilivági.
Til spurning 3
Landsstýrismaðurin er ikki vitandi um, at Posta skal yvirtaka aðrar tænastur í heilsuverkinum, sum privat
feløg og einstaklingar í dag veita til føroyingar.
Tað er ábyrgdin hjá avvarðandi stovnsleiðslu, í hesum føri Apoteksverkinum, at gera avtalur og tryggja,
at tænastur, sum verða veittar borgarunum, til eina og hvørja tíð eru nøktandi við atliti at dygd og prísi.
Heilsumálaráðið, 24. mai 2022
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
189.21 Spurningur til K. L. H. Johannesen frá H. Old - Útkoyring av heilivági í Suðuroy.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 12. mai 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Henrik Old, løgtingsmaður
Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum
Evni: Útkoyring av heilivági í Suðuroy
Spurningar:
1. Hví kann góða tænastan, har privat fólk koyra heilivág út frá Suðuroyar
Apoteki, ikki halda fram?
2. Kann landsstýrismaðurin tryggja, at tænastan til brúkaran framyvir verður á
sama høga støði?
3. Hvussu nógvar privatar tænastur á heilsuøkinum skal Posta yvirtaka, sum
feløg og einstaklingar veita til føroyingar?
Viðmerkingar:
Í longri tíð hava privat fólk koyrt heilivág út frá Suðuroyar Apoteki til syðru helvt av
Suðuroynni. Hendan skipanin hevur verið stak góð. Sjálvt um brúkarin ikki hevur
verið heima, tá heilivágurin kemur, so hevur borið til at heinta heilivág hjá tí, sum
koyrir hann út.
Tíverri sær út til, at hendan skipanin ikki fær loyvi til at halda fram, og sum skilst er
ætlanin, at Posta skal yvirtaka útkoyringina av heilivági til syðru helvt av Suðuroynni.
Tænastan hevur riggað framúr væl, og fólk hava verið væl nøgd við hana. Tí kann
mann ivast í, um tænastan framyvir verður tann sama. Hetta setur eisini spurnartekin
við, hvussu nógv Posta skal yvirtaka av privatum tænastum á heilsuøkinum, sum
einstaklingar og feløg veita.
Tí verður hesin fyrispurningurin settur.
Á Løgtingi, 12. mai 2022
Henrik Old

-- 1 of 1 --