← Løgtingsmál

52-188/2021

Føroyskt teknmál

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 24. mai 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
188.21 Svar frá J. av Rana til H. Jensen - Føroyskt teknmál.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 24. mai 2022

Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Dagfesting: 24. mai 2022
Tygara ref.:
Máltal.: 21/08502-117
Svar
upp á
§ 52a fyrispurning nr. 52-188/2021 frá Honnu Jensen, løgtingskvinnu, settur Jenis av
Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum, um føroyskt teknmál.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu er støðan hjá føroyskum teknmáli?
2. Hvar kann ein læra føroyskt teknmál, og hvør og hvussu mong læra føroyskt teknmál í
løtuni?
3. Eru ætlanir um at styrkja støðuna hjá føroyskum teknmáli í okkara samfelagi, og um ja, á
hvønn hátt verður hetta so gjørt?
Svar
Til. 1: Tað er ilt at meta um, hvør støðan hjá føroyskum teknmáli er yvirskipað. Tað er ikki einans
Uttanríkis- og mentamálaráðið, sum varðar av málsøkinum. Innan málsøkið hjá Uttanríkis- og
mentamálaráðið eru teknmálstænastur og samskiftistænastur. Tær eru skipaðar soleiðis, at tær
verða verksettar, tá ið ítøkiligur tørvur er á teimum á dagstovnum og í fólkaskúlum. Tað er ein
sannroynd, at trot er á teknmálstulkum. Og teknmál er ikki lærugrein á Námsvísindadeildini. Tað
eru fleiri sjálvboðið fyriskipað átøk, sum Uttanríkis- og mentamálaráðið fer at taka við í tilgongdini
at finna eina virðiliga loysn, sum tryggjar deyvum og tunghoyrdum teknmálstænastur og
samskiftismøguleikar sambært ST-sáttmálanum.
Til 2: Í Føroyum eru nakrir møguleikar at læra føroyskt teknmál, eitt nú í fólkaskúlanum, í
frítíðarundirvísingini, hjá áhugafeløgum og privatum fyritøkum, ið bjóða skeið í teknmáli.
Tað er torført at meta um, hvussu nógv læra seg teknmál í løtuni. Skúlaárið 2021/22 hevur verið
undirvísing í teknmáli í Skúlanum við Streymin. Tá tað kemur til frítíðarvirksemi, so er í
inniverandi skúlaári játtaðir 264 tímar, svarandi til 117.744,- kr., til teknmál í
frítíðarundirvísingini.
Viðmerkjast kann, at tekn til talu og teknmál er hvør sítt. Tá talan er um deyv børn, har tørvur er
á at undirvísa teimum vaksnu, sum eru um barnið, í føroyskum teknmáli, veitir Sernám eisini hesa
tænastu.
Sernám hevur havt starvsfólk við førleikum í teknmáli í starvi seinasta árið. Hesa tíðina hava skeið
í tekn til talu verið hildin á nøkrum dagstovnum og skúlum, fyri starvsfólkum og nøkrum
foreldrum. Harumframt hevur verið undirvíst í teknmáli í einum fólkaskúla.

-- 1 of 2 --

U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Page 2 of 2
Sernám hevur eitt ynski um, at hesir fakligu førleikarnir verða styrktir. Í Sernámi eru tey við at
førleikamenna fleiri starvsfólk til tekn til talu, fyri at røkka alsamt vaksandi tørvinum. Tað snýr
seg millum annað um teknmálstulkatænastur til børn, sum hava fingið coclear implant.
Til 3: Í svarinum til skrivliga fyrispurning frá Rósu Samuelsen í mai 2022 viðvíkjandi mál- og
samskiftistrupulleikum hjá børnum og ungum vísti landsstýrsimaðurin á, at:
“Landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og mentamálum hevur tikið stig til felagsfund fyri øllum
avvaðrandi pørtum; landsstýrismonnum, aðalráðum, stovnum og áhugfeløgum. Endamálið við
hesum átaki er at finna fram til loysnir, so at verandi skipanir møguliga kunnu samskipast ella
umskipast, so tað gerst einfaldari hjá tí einstaka barninum/familjuni at fáa røttu hjálpina.”
Føroyskt teknmál er partur av hesum átaki.
Vinarliga
Jenis av Rana
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
188.21 Spurningur til J. av Rana frá H. Jensen - Føroyskt teknmál.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 11. mai 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Hanna Jensen, løgtingsmaður
Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum
Evni: Føroyskt teknmál
Spurningar:
1. Hvussu er støðan hjá føroyskum teknmáli?
2. Hvar kann ein læra føroyskt teknmál, og hvør og hvussu mong læra føroyskt
teknmál í løtuni?
3. Eru ætlanir um at styrkja støðuna hjá føroyskum teknmáli í okkara samfelagi,
og um ja, á hvønn hátt verður hetta so gjørt?
Viðmerkingar:
Føroyskt teknmál er eitt egið teknmál. Arbeiðið fyri deyv í Føroyum hevur nógv ár á
baki. Deyvafelag Føroya varð stovnað í Gøtu í 1972 og hevur síðani virkað innan
flestallar tættir, sum viðvíkja deyvum, m.a. fyri føroyskum teknmáli.
Herfyri vóru í danskari grein settir viðkomandi spurningar sum: hvør hevur ábyrgdina
av føroyskum teknmáli, hvør er støðan hjá føroyskum teknmáli. Verður tað lært og
nýtt í stóran ella lítlan mun, og hava vit eitt sterkt umhvørvi, har teknmál verður nýtt.
Ein háttur at tryggja, at børn, ið bera brek, njóta øll mannarættindi og grundleggjandi
frælsi javnbjóðis øðrum børnum og fáa rætt til frítt at siga frá sínum áskoðanum í
øllum málum, sum viðvíkja teimum og soleiðis fáa ávirkan á egið lív kann m.a.
tryggjast við, at børn, sum eru deyv, læra teknmál og fáa undirvísing í hóskandi
málum, samskiftisháttum og samskiftismiðlum, sum á besta hátt tryggja fakliga og
sosiala menning hjá tí einstaka.
Spurningurin kann eisini vera, í hvønn mun vit eiga tryggja og menna føroyskt
teknmál sum eitt mál í Føroyum, tí tað er serstakt og søguligt.
Tí verða hesir spurningar settir.

-- 1 of 2 --

Á Løgtingi, 11. mai 2022
Hanna Jensen

-- 2 of 2 --