← Løgtingsmál

52-187/2021

Føroyskt undirvísingartilfar til miðnám

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 24. mai 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
187.21 Svar frá J. av Rana til H. Jensen - Føroyskt undirvísingartilfar til miðnám.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 24. mai 2022

Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Dagfesting: 24. mai 2022
Tygara ref.:
Máltal.: 21/08502-118
Svar
upp á
§ 52a fyrispurning nr. 52-187/2021 frá Honnu Jensen, løgtingskvinnu, settur Jenis av
Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum, um føroyskt undirvísingartilfar til
miðnám.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu gongur við at útvega føroyskt undirvísingartilfar til miðnám?
2. Eru ætlanir um at fáa føroyskt undirvísingartilfar til alt føroyska miðnámsøkið ella bert til
úrvaldar lærugreinir?
3. Um ja, hvør er tíðarætlanin til at fremja hesa ætlan, og hvussu kann hon gerast veruleiki?
Svar
Til 1: Tað gongur væl at útvega føroyskt undirvísingartilfar til miðnám. Nýggjar bøkur til
undirvísing á miðnámi eru klárar og verða givnar út í næstum. Aðrar eru í gerð og um at verða
lidnar og sambært ætlanini hjá NÁM fara fleiri útgávur í gongd seinni í ár.
Til 2: Fyri tær lærugreinir, sum longu hava fingið føroyskar grundbøkur á miðnámi, er tað ein
stórur bati og menning í lærugreinunum. Henda góða gongdin eigur at halda fram, tí eg haldi tað
vera umráðandi, at okkara ungu á miðnámi fáa dygdargott føroyskt undirvísingartilfar.
Okkara ætlan er, at allar kravdar lærugreinir á B og C stigi í miðnámi, og harumframt at
lærugreinir á A, B og C stigi, sum nógvir næmingar velja, eiga at hava eina upprunaføroyska,
tillagaða ella týdda grundbók.
Vit vilja, at okkara grundbøkur fevna um meiri enn ein miðil. Eingin bók er einans pappír, og
einki tilfar er einans egnað til ein pall. Á miðnámi fevnir ein útgávuheild um grundbók og
arbeiðsbók, ið kann hava læraravegleiðingar. Hetta er vanliga alt flætta inn í eina sBók.
Í summarfrítíðuni kemur ein nýggj útgáva av sBókini við nýggjum og betri funksjónum. Sniðið
er nakað tað sama, sum vit kenna frammanundan, men meira nútímans, og snildari og lættari at
brúka, fyri at skapa tær bestu treytirnar fyri læring.
Til 3: Umframt tær bøkurnar, sum NÁM longu hevur á sølulistanum til miðnám, eru aðrar
føroyskar bøkur á veg innanfyri stutta tíð, m.a. Føroysk samfelagsfrøði B, Virkisbúskap B,
Religión C, Tilfeingisfrøði B og Lestrarmenning.
Av útgávum, sum eru í gerð í løtuni, ella fara í gongd eftir summarfrítíðina, eru:

-- 1 of 2 --

U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Page 2 of 2
- Støddfrøði C, sum eftir ætlan kann royndarkoyrast í heyst, og arbeitt verður eisini við
Støddfrøði B.
- Til Søgu er ein føroysk týðing av bókini «Heimurin fyri 1914» á veg. So hvørt sum
kapitlar eru klárir verða teir lagdir út í skúlaárinum 2022/23, og bókin øll verður ætlandi
klár til skúlaárið 2023/24.
- Arbeiðið við Lívfrøði C er farið í gongd, og verður ætlandi klár til skúlaárið 2022/23.
- Til Miðlakunnleika C fer týðingin av grundbókini Close-up í gongd skúlaárið 2022/2023.
- Harafturat verður undirvísingarbók í ritverkinum hjá Bárði Oskarsson gjørd til fakið
Myndlist, sum eitur «Talandi Tómleiki».
Fyri hálvum øðrum ári síðani gjørdu vit eina meting, sum byggir á tær lærugreinir á miðnámi,
har tørvur er á føroyskum grundbókum.
Tá varð mett, at um alt tilfarið skuldi gerast til miðnám innanfyri 3 ár, so fór kostnaðurin at verða
samanlagt 47,5 mió. kr.
Skal henda tíðarætlan realiserast, krevst ein meirjáttan á uml. 16 mió. kr. um árið, næstu trý til
fýra árini.
Vinarliga
Jenis av Rana
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
187.21 Spurningur til J. av Rana frá H. Jensen - Føroyskt undirvísingartilfar til miðnám.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 11. mai 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Hanna Jensen, løgtingsmaður
Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum
Evni: Føroyskt undirvísingartilfar til miðnám
Spurningar:
1. Hvussu gongur við at útvega føroyskt undirvísingartilfar til miðnám?
2. Eru ætlanir um at fáa føroyskt undirvísingartilfar til alt føroyska miðnámsøkið
ella bert til úrvaldar lærugreinir?
3. Um ja, hvør er tíðarætlanin til at fremja hesa ætlan, og hvussu kann hon gerast
veruleiki?
Viðmerkingar:
Fyri nøkrum árum síðani fór Nám undir at gera undirvísingartilfar til miðnámsstøði
eisini, og fyri tær lærugreinir, sum hava fingið føroyskar grundbøkur, er tað ein stórur
bati og menning í lærugreinunum.
Eftir stendur, at tað tekur lutfalsliga langa tíð at náa at gera tilfar til allar lærugreinir,
ella í minsta lagi til allar kravdar lærugreinir. Eisini á miðnámi er tørvur á at fáa
dagført tilfar og á at hava nakað at velja í til hvørja lærugrein.
Næmingar vísa eisini regluliga á, at tørvur er á meira føroyskum tilfari á miðnámi, har
sera nógv tilfar enn er á donskum máli.
Nógvur peningur er nú settur av til KT-skipanir til samlaða undirvísingarverkið í
Føroyum, men spurningurin er, um eitt av stóru kjarnuøkinum innan skúlagátt,
undirvísingartilfar á móðurmálinum til miðnám, er raðfest nóg høgt fíggjarliga?
Kundi tað hugsast, at føroyska samfelagið kundi gjørt eina skundskipan í eitt ávíst
áramál fyri at fáa útvegað dygdargott føroyskt tilfar til miðnám skjótari, enn tað nú
tykist møguligt. At vit kundu sett nógv meira arbeiðsorku av á Námi í samstarvi við
skúlarnar til arbeiðið í eitt áramál sum eina raðfesting.
Føroyska samfelagið hevur stórar avbjóðingar við at tryggja og styrkja tað føroyska
málið – og eitt av økjunum, har mong kunnu verða rokkin, er miðnám, har nógv
vitanarstørv eru, og stórir partar av okkara ungdómi hava sína gongd í 2-3 ár í hesum
týdningarmikla aldri.
Á Løgtingi, 11. mai 2022
Hanna Jensen

-- 1 of 1 --