← Løgtingsmál

52-186/2021

Barnatilfar á føroyskum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 16. mai 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
186.21 Svar frá J. av Rana til J. Joensen - Barnatilfar á føroyskum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 16. mai 2022

Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Dagfesting: 11. mai 2022
Tygara ref.:
Máltal.: 21/08502-113
Svar
upp á
§ 52 a fyrispurning nr. 52-186/2021 frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, settur Jenis av
Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum, um barnatilfar á føroyskum.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin at geva Kringvarpinum neyðugu umstøðurnar
at framleiða meira barnatilfar á føroyskum?
Svar
Til 1: Eg havi arbeitt fyri at útvega Kringvarpinum størri fígging so líðandi komandi árini, men
tað hevur tíverri ikki borið á mál enn. Kringvarpið er ein sjálvstøðugur almennur stovnur, sum
virkar óheftur av politisku skipanini. Landsstýrismaðurin hevur tí ikki ávirkan á
programmvirksemið hjá stovninum, men kann sambært kringvarpslógini gera public service-
sáttmála við Kringvarpið, har til ber at raðfesta ávíst virksemi.
Tilfar til børn og ung eigur av mongum góðum grundum at vera ein av aðaltáttunum í virkseminum
hjá Kringvarpinum. Tilfar til børn og ung hevur eisini verið partur av public service-sáttmálanum
frá fyrsta degi. Tó hevur stovnurin ikki kunnað framleitt eins nógv tilfar, sum allir partar kundu
ynskt sær. Tað er kostnaðarmikið at framleiða upprunaføroyskt tilfar, samstundis sum stovnurin
skal fevna breitt og røkka fleiri ymiskum málbólkum. Í public service-sáttmálanum, sum arbeitt
verður við í løtuni, og sum helst skal fáa gildi skjótast til ber, verður ikki bert ásett, at Kringvarp
Føroya skal raðfesta gott tilfar til børn og ung, men eisini nógv tilfar til málbólkin. Partarnir eru
samdir um, at tað er alneyðugt í eini tíð, har stóru stroymingartænasturnar varpa alt meira útlendskt
tilfar, eisini til børn og ung.
Vit hava eisini aðrar stovnar, ið framleiða barnatilfar í stórum og góðum nøgdum, eitt nú Nám og
Bókadeild Føroya Lærarafelags. Tó er Kringvarpið kanska tann mentanarberandi miðilin, ið
røkkur longst, og eg taki tí avgjørt undir við, at meira tilfar til børn verður framleitt á stovninum
ella til stovnin, børnum og ungum og føroyska málinum og samleikanum at gagni.
Vinarliga
Jenis av Rana
landsstýrismaður

-- 1 of 1 --
186.21 Spurningur til J. av Rana frá J. Joensen - Barnatilfar á føroyskum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 3. mai 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum
Evni: Barnatilfar á føroyskum
Spurningar:
1. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin at geva Kringvarpinum neyðugu
umstøðurnar at framleiða meira barnatilfar á føroyskum?
Viðmerkingar:
Í farnu viku kom fram frá royndum lærara, at 30 prosent av føroyskum børnum tosa
enskt sínámillum, og fyri fjórða hvørt barn í fólkaskúlanum er føroyskt eitt
fremmandamál, tí enskt er teirra fyrsta mál.
Sama niðurstøða er eisini komin fram í ritgerð hjá Rakul Skaale Andreasen á
Fróðskaparsetrinum. Staðfest verður, at hetta kann gerast vandamikið fyri
móðurmálið.
Sostatt er stórur tørvur á at framleiða føroyskt barnatilfar og á hendan hátt fáa føroysk
børn at læra og nýta føroyskt mál. Hetta kann eitt nú gerast við at týða væl umtóktar
útlendskar barnasendingar til føroyskt, men tað er eisini týdningarmikið at framleiða
egið føroyskt tilfar sum t.d. barnasendingina Sakin.
Talan er um eitt tíðarkrevjandi og kostnaðarmikið arbeiði, sum skal fyrireikast væl. Tí
verður hesin fyrispurningurin settur landsstýrismanninum.
Á Løgtingi, 3. mai 2022
Jóhannis Joensen

-- 1 of 1 --