← Løgtingsmál

52-185/2021

Samskifti við donsku stjórnina um málsøkjabýti

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 11. mai 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
185.21 Svar frá B.Nielsesen til B.L.Jacobsen - Samskifti við donsku stjórnina um málsøkjabýti.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 12. mai 2022

Sjá útdrigin tekst
L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N
P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e
Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes
Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo
Løgtingið
Svar
uppá
skrivligan fyrispurning nr. 185/2021 eftir tingskipanini § 52a til Bárð á Steig Nielsen, løgmann,
frá Beintu Løwe Jacobsen, løgtingsmanni, um samskifti við donsku stjórnina um málsøkjabýti
Fyrispurningurin var soljóðandi:
1. Hvat samskifti hevur verið millum donsku stjórnina og landsstýrið um málsøkjabýtið millum
Danmark og Føroyar í samband við møgulig tiltøk í samband við kríggið í Ukraina?
2. Umráðandi er fyri Løgtingið at fáa tilfar, tá slík álvarsmál skulu viðgerast, og tí verður løgmaður
spurdur, um hann kann lata løgtingsfólkum møguligt bræv/skriv, ið er komið frá donskum
myndugleikum í samband við málið um møgulig tiltøk í samband við kríggið í Ukraina?
Svar:
Svar til spurning 1
Síðani kríggið í Ukraina brast á 24. februar, hevur landsstýrið havt eitt tætt samskifti við donsku
stjórnina. Samskiftið hevur í stóran mun verið á embætisstigi. Tað hevur fyrst og fremst snúð seg um
ymisku revsitiltøkini, sum ES hevur sett í verk. Somuleiðis hava landsstýrið og danska stjórnin kunnað
hvønn annan um, hvørji stig londini, hvør í sínum lagi, hava havt í hyggju at seta í verk.
Ítøkiligi spurningurin um málsøkjabýtið millum Føroyar og Danmark hevur ikki fylt nógv. Men í
sambandi við arbeiðið at útvega landsstýrinum neyðugu lógarheimildina at taka ímóti flóttafólkum úr
Ukrainu og at seta tiltøk í verk ímóti Russlandi og Hvítarusslandi, hava umboð fyri landsstýrið og
donsku stjórnina samskift nakað um hesi viðurskifti.
Svar til spurning 2
Eftir at uppskotið til sanksjónslógina varð lagt fyri Løgtingið, fekk Uttanríkistænastan bræv, teldupostar
og skrivligar viðmerkingar frá danska Uttanríkisráðnum til uppskotið. Skrivið við viðmerkingum varð
latið Løgtingsins uttanlandsnevnd undir nevndarviðgerðini, og liggur á heimasíðuni hjá Løgtinginum.
Í Tinganesi, 12. mai 2022
Bárður á Steig Nielsen
løgmaður

-- 1 of 1 --
185.21 Spurningur til B.Nielsen frá B.L.Jacobsen - samskifti.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 29. apr. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Beinta Løwe Jacobsen, løgtingsmaður
Svarari: Bárður á Steig Nielsen, løgmaður
Evni: Samskifti við donsku stjórnina um málsøkjabýti
Spurningar:
1. Hvat samskifti hevur verið millum donsku stjórnina og landsstýrið um
málsøkjabýtið millum Danmark og Føroyar í samband við møgulig tiltøk í
samband við kríggið í Ukraina?
2. Umráðandi er fyri Løgtingið at fáa tilfar, tá slík álvarsmál skulu viðgerast, og
tí verður løgmaður spurdur, um hann kann lata løgtingsfólkum møguligt
bræv/skriv, ið er komið frá donskum myndugleikum í samband við málið um
møgulig tiltøk í samband við kríggið í Ukraina?
Viðmerkingar:
Løgmaður hevur upplýst í Løgtinginum í sambandi við svar til ein skrivligan spurning
frá undirritaðu, at danskir myndugleikar hava vent sær til føroyskar mynduleikar í
samband við uppskotið um tiltøk í samband við kríggið í Ukraina.
Hóast spurt varð í løgtingssalinum, so kom løgmaður ikki nærri inn á hetta, annað enn
at hetta snúði seg um málsøkjabýtið. Tískil fekk Løgtingið ikki nærri greiðu á, hvat
hetta samskiftið snúði seg um.
Løgmaður hevur fleiri ferðir víst á, at semjusøkjandi tíðir eru í sokallaða
ríkisfelagsskapinum, tí átti ongin forðing verið fyri, at løgmaður læt Løgtinginum eitt
møguligt skriv ella bræv.
Fyri at fáa greiðu á hesum máli verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 29. apríl 2022
Beinta Løwe Jacobsen

-- 1 of 1 --