52-184/2021
Gjaldsportur
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 11. mai 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
184.21 Svar frá M.Rasmussen til B.L.Jacobsen - Gjaldsportur.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 11. mai 2022
Sjá útdrigin tekst
U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð GONGIN 7 • POSTSMOGA 377 • 110 TÓRSHAVN • TELEFON 30 66 00 • E-MAIL: UVMR@UVMR.FO Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Føroyar Tórshavn, tann 11. mai 2022 J.nr.: 22/08359-2 At tilskila í svari Svar upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-184/2021 frá Beintu Løwe Jacobsen, løgtingsmanni, um gjaldportur Spurningarnir vóru soljóðandi: 1. Heldur landsstýrismaðurin, at tað er í lagi, at gjaldportur eru ella verða sett upp í føroysku náttúruni? 2. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera við gjaldportrið, sum er sett upp í Saksun? Til nr. 1: Landsstýrismaðurin heldur ikki, at skipanir við gjaldportrum eiga at verða settar upp í føroysku náttúruni. Til nr. 2: Viðvíkjandi gjaldportrinum í Saksun, so er støðan tann, at galdandi lóggáva hevur ikki nágreiniligar ásetingar um, hvør eigur strondina (t.e. rondin á landi, ið myndar markið millum land og sjógv), og vanliga fatanin er, at strondin er eitt slag av almenningi, har ein og hvør hevur rætt at ferðast. Við støði í hesum ber í øllum førum til at siga, at gjaldportrið, sum síðan á sumri 2019 hevur forðað fyri atgongd at strondini í Saksun, ikki er í samsvari við vanliga fatan av rættinum til atgongd at strondini. Út frá hesum ber tí eisini til at siga, at gjaldportrið neyvan er lógligt, tí tað forðar fyri atgongd at øki, har ein og hvør hevur rætt til at ferðast. Áhugavert hevði tí verið at roynt málið í rættarskipanini, men sum støðan er í løtuni, verður tað ikki gjørt. Orsøkin er tann, at saman við umboðum fyri hinar samgonguflokkarnar arbeiðir landsstýrismaðurin í løtuni við at finna eina loysn á málinum um skipaða gongd í haga. Í hesum sambandi verður spurningurin um gjaldportur í náttúruni – eisini tað í Saksun – viðgjørdur og vónandi loystur. Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 11. mai 2022 Magnus Rasmussen landsstýrismaður -- 1 of 1 --
184.21 Spurningur til M.Rasmussen frá B.L.Jacobsen - Gjaldsportur.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 29. apr. 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Beinta Løwe Jacobsen, løgtingsmaður Svarari: Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í landbúnaðarmálum Evni: Gjaldsportur Spurningar: 1. Heldur landsstýrismaðurin, at tað er í lagi, at gjaldsportur eru ella verða sett upp í føroysku náttúruni? 2. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera við gjaldsportrið, sum er sett upp í Saksun? Viðmerkingar: Undanfarni landsstýrismaðurin segði í svari 1. juni í fjør í grein 52a fyrispurningi nr. 149/2020, «at gjaldportrið, sum síðan á sumri 2019 hevur forðað fyri atgongd at strondini í Saksun, ikki er í samsvari við vanliga fatan av rættinum til atgongd at strondini. Tað ber eisini til at siga, at gjaldportrið neyvan er lógligt, tí tað forðar fyri atgongd at øki, har ein og hvør hevur rætt til at ferðast.” Hóast hetta svar er gjaldsportrið framvegis ikki tikið niður, tí er áhugavert at vita, hvat landsstýrismaðurin ætlar at gera við hetta. Á Løgtingi, 29. apríl 2022 Beinta Løwe Jacobsen -- 1 of 1 --