52-183/2021
Vrakið á Víkum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 11. mai 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
183.21 Svar frá M.Rasmussen til H.Pálsdóttir- Víkar.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 11. mai 2022
Sjá útdrigin tekst
U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð GONGIN 7 • POSTSMOGA 377 • 110 TÓRSHAVN TELEFON 30 66 00 • TELEFAX 30 66 65 • E-MAIL: UVMR@UVMR.FO Løgtingið Tórshavn, tann 10. mai 2022 Tinghúsvegur 1-3 Journal nr. 22/08361 Postboks 208 110 Tórshavn Svar upp á § 52a fyrispurning frá Hervør Pálsdóttir, nr. 52-183/2021, viðvíkjandi vrakinum á Víkum Spurningar: 1. Er nøkur ætlan um at seta eina tíðarfreist fyri at fáa vrakið av Hellutanga tikið upp? 2. Eru kanningar gjørdar av, hvørji árin kunnu vera av óhappinum á Víkum? 3. Um ja, hvat vísir kanningin? 4. Er tað hugsandi at gera náttúruperluna á Víkum til tjóðargarð ella friðað økið? Svar til nr. 1 Landsstýrið heldur, at tað er týdningarmikið, at ruddað verður upp eftir óhapp. Tí hevur Umhvørvisstovan havt regluligt samband við P/F Luna síðani óhappið við Hellutanga hendi á Víkum í apríl 2021. P/F Luna hevur í hesum samskifti gjørt greitt, at ætlanin var fáa vrakið upp aftur. Fleiri royndir vórðu gjørdar at fáa vrakið av Víkum í fjør summar. Viðurskiftini á Víkum gera, at tað einans ber til at arbeiða við hesum í summarhálvuni, tá ið veðrið er til vildar. P/F Luna hevur gjørt kanningar á Víkum í vár, og fara P/F Luna og Umhvørvisstovan at umrøða støðuna í næstum. Í løtuni eru ongar ætlanir um at seta eina tíðarfreist fyri at fáa vrakið av Hellutanga tikið upp. Svar til nr. 2 -3 Roknað verður ikki við, at Hellutangi fer at hava serligar avleiðingar fyri havumhvørvið. Hellutangi hevði lítið ella einki av olju og øðrum dálkandi evnum umborð. Ei heldur er Hellutangi til ampa fyri eitt nú fiskiskap og skipaferðslu. Umhvørvisstovan veit ikki um, at nakrar kanningar eru gjørdar av árinum av óhappinum á Víkum. Svar til nr. 4 Í løtuni eru ongar ítøkiligar ætlanir um at friða økið á Víkum ella at lýsa tað sum tjóðargarð. Eisini skal havast í huga, at hóast óhappið við Hellutanga hevur P/F Luna galdandi aliloyvi á Víkum. Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 10. mai 2022 Magnus Rasmussen landsstýrismaður -- 1 of 1 --
183.21 Spurningur til M.Rasmussen frá H.Pálsdóttir- Víkar.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 29. apr. 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Hervør Pálsdóttir, løgtingsmaður Svarari: Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum Evni: Víkar Spurningar: 1. Er nøkur ætlan um at seta eina tíðarfreist fyri at fáa vrakið av Hellutanga tikið upp? 2. Eru kanningar gjørdar av, hvørji árin kunnu vera av óhappinum á Víkum? 3. Um ja, hvat vísir kanningin? 4. Er tað hugsandi at gera náttúruperluna á Víkum til tjóðargarð ella friðað økið? Viðmerkingar: Fyri stuttari tíð síðan sóust myndir av náttúruperluni á Víkum. Tó sæst á myndunum, at náttúruperlan er skemd, nú vrakið av Hellutangi er tægað sundur. Føroya Náttúru- og umhvørvisfelag og onnur hava í fleiri umførum mælt frá at loyva aling á Víkum. Hesum hevur ikki verið lurtað eftir, og vit standa nú í støðuni, har Hellutangi liggur tægaður sundur sum vrak og skemmar náttúruøkið har. Við lógaruppskotinum um náttúruvernd fer tað at verða møguligt at skipa øki sum tjóðargarð fyri at verja tey fyri størri náttúruinntrivum. Tí verður spurt, um tað er hugsandi at skipa Víkar sum tjóðgarð ella friðað øki. Á Løgtingi, 29. apríl 2022 Hervør Pálsdóttir -- 1 of 1 --