52-182/2021
Endurnýtslustøðir
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 9. mai 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
182.21 Svar frá M.Rasmussen til I.Strøm - Endurnýtslustøðir.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 6. mai 2022
Sjá útdrigin tekst
U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð GONGIN 7 • POSTSMOGA 377 • 110 TÓRSHAVN TELEFON 30 66 00 • TELEFAX 30 66 65 • E-MAIL: UVMR@UVMR.FO Løgtingið Tórshavn, tann 6. mai 2022 Tinghúsvegur 1-3 Journal nr. 22/08185 Postboks 208 110 Tórshavn Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-182/2021 frá Ingilín Didriksen Strøm, løgtingsmanni, um endurnýtslustøðir Spurningarnir vóru soljóðandi: 1. Hevur landsstýrið - saman við kommunum og vinnuni - ætlanir um at skipa endurnýtslustøðir, ið hjálpa vinnuni at endurnýta tilfar, sum verður blakað burtur í dag? 2. Um ja, nær verður klárt at nýta endurnýtslustøðirnar? Til nr. 1 og 2 Landsstýrið er ikki beinleiðis í samband við vinnu og kommunur um endurnýtslustøðir í dag, men landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum hevur í gjár, 5. mai 2022, sent eina nýggja kunngerð um burturkast út til hoyring. Tað nýggja við hesi kunngerðini í mun til galdandi kunngerð er, at hon setur karmarnar fyri einum undirstøðukervi til meira endurnýtslu og endurvinning av burturkasti frá húsarhaldum og vinnu, við tí at kunngerðin ásetur, at kommunurnar skulu handfara burturkast sambært fylgjandi raðfesting: 1) endurnýta, 2) endurvinna, 3) gagnnýta á annan hátt, 4) beina burtur. Kommunan kann einans víkja frá raðfestingini, um tað er umhvørvisliga grundað. Ein høvuðstáttur í kunngerðini er, at land og kommunur skulu í samráð gera eina landsætlan fyri burturkasti, og henni á baki eina kommunala ætlan fyri burturkasti, sum skal seta landsætlanina í verk. Ætlanirnar skulu galda í 10 ár, men broytingar kunnu gerast í gildistíðini, um tørvur er á tí. -- 1 of 2 -- U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð 2/2 Í sambandi við arbeiðið at gera lands- og kommunuætlanina fyri burturkast, fara kommunur og landsmyndugleikar, við íkasti frá vinnuni, at fáa eina greiðari fatan av, hvussu tilfar frá vinnuburturkasti best kann endurnýtast ella endurvinnast. Um hetta mál best kann røkkast við kommunalum endurnýtslustøðum ella við aðrari loysn, fer helst at vísa seg, tá ið ætlanirnar eru komnar nakað ávegis. Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 6. mai 2022 Magnus Rasmussen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
182.21 Spurningur til M.Rasmussen til I.Strøm - endurnýtslustøðir.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 27. apr. 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Ingilín D. Strøm, løgtingsmaður Svarari: Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum Evni: Endurnýtslustøðir Spurningar: 1. Hevur landsstýrið - saman við kommunum og vinnuni - ætlanir um at skipa endurnýtslustøðir, ið hjálpa vinnuni at endurnýta tilfar, sum verður blakað burtur í dag? 2. Um ja, nær verður klárt at nýta endurnýtslustøðirnar? Viðmerkingar: Tað er komið fram í miðlunum, at nógv gott tilfar hjá vinnuni fer burtur, tí umstøður eru ikki at endurnýta. Eitt nú snýr tað seg um byggitilfar, men sannlíkt er, at aðrar vinnur eisini kunnu nýta nýggjar og størri endurnýtslustøðir. Endurnýtslan hjá Dugna er eitt dømi um eitt væl eydnað átak, har lutir og innbúgv hjá húsarhaldum verða endurnýtt, tá húsarhaldini ikki hava tørv á teimum longur. Í løtuni eru fá líknandi alternativ til vinnuliga endurnýtslu. Tað hevur nógv at siga fyri umhvørvið, at vit leingja um livitíðina á virðismiklum tilfeingi við at endurnýta tað. Endurnýtsla sparir okkum øllum tíð, tilfar, orku og pening. Eisini kann hetta vera við til at eggja fyritøkum at leggja sítt virksemi um til at brúka endurnýtt tilfar, tí tað er ofta einki galið við tilfarinum, ið verður beint burtur. Umstøðurnar at endurnýta kunnu tískil blíva nógv betri hjá bæði borgarum og vinnuni. Tí verður hesin fyrispurningurin settur. Á Løgtingi, 27. apríl 2022 Ingilín D. Strøm -- 1 of 1 --