52-181/2021
Fróðskaparsetrið og kampus
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 7. mai 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
181.21 Svar frá J.av Rana til A.Olsen - Fróðskaparsetrið og kampus.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 3. mai 2022
Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 100 Tórshavn Dagfesting: 3. mai 2022 Tygara ref.: Máltal.: 21/08502-104 Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-181/2021, frá Anniku Olsen, løgtingskvinnu, settur Jenisi av Rana, landsstýrismanni, um Fróðskaparsetrið og kampusætlan. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Nær kann væntast, at farið verður undir at byggja kampus á Frælsinum? 2. Hvussu nógv verður eitt kampus á Frælsinum mett at kosta at byggja? 3. Metir landsstýrismaðurin, at avsettu upphæddirnar á fíggjarlógini fyri ætlanina árini 2023 og 2024 eru nøktandi? Svar Til 1: Enn er ikki greitt, nær farið verður undir at byggja kampus á Frælsinum. Kampusbólkurin er í holt við at fyrireika eina arkitektakapping og við at skipa eina byggiskrá fyri økið. Eisini verður arbeitt við at greiða ognarviðurskiftini hjá Tórshavnar kommunu og landsstýrinum á tilætlaða økinum á Frælsinum. Til 2: Samlaði kostnaðurin á kampus er enn ikki greiður, tí vit eru ov tíðliga í tilgongdini til at kunna gera eina samlaða kostnaðarmeting. Tó kann sigast, at ætlanin er at byggja kampus í fleiri stigum, soleiðis at kostnaðurin at byggja verður uppdeildur, sum er ein roynd at halda kostnaðinum fyri byggiverkætlanirnar niðri. Somuleiðis kann sigast, at við yvirtøkuni av økinum á Frælsinum, fylgir Venjingarskúlin við, sum Fróðskaparsetrið betri kann húsast í, eftir at landið hevur yvirtikið skúlan. Fyri at Venjingarskúlin skal kunna húsa Fróðskaparsetrinum, krevjast ábøtur á skúlan, sum leysliga eru mettar at kosta kr. 144 mió., spjatt yvir eitt 6 ára tíðarskeið, fyri at umvæla allan skúlan. Verður hetta gjørt, verður Venjingarskúlin partur av einum komandi kampus, og leiguútreiðslur, sum Fróðskaparsetrið hevur í dag, verða spardar, har hesar sparingar skulu mótroknast í áðurnevnda kostnaði. Til 3: Av tí at ætlanirnar enn eru komnar ov stutt, og kostnaðarmeting tí enn ikki fyriliggur, er ov tíðliga at siga, um merktu upphæddir á løgtingsfíggjarlógini eru nøktandi. -- 1 of 2 -- U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Page 2 of 2 Vinarliga Jenis av Rana landsstýrismaður -- 2 of 2 --
181.21 Spurningur til J.av Rana frá A.Olsen - Fróðskaparsetrið og kampus.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 26. apr. 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Annika Olsen, løgtingsmaður Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum Evni: Fróðskaparsetrið og kampusætlan Spurningar: 1. Nær kann væntast, at farið verður undir at byggja kampus á Frælsinum? 2. Hvussu nógv verður eitt kampus á Frælsinum mett at kosta at byggja? 3. Metir landsstýrismaðurin, at avsettu upphæddirnar á fíggjarlógini fyri ætlanarárini 2023 og 2024 eru nøktandi? Viðmerkingar: Samstarvsavtala er gjørd millum Mentamálaráðið og Tórshavnar kommunu um at staðseta eitt komandi kampus ímillum J.C. Svabosgøtu og Frælsið í Havn. Samstarvsavtalan fevnir um bygningarnar á Frælsinum og um broytingar í byggisamtyktum. Hetta síðsta er eitt arbeiði, sum Tórshavnar kommuna skal standa fyri. Um dagarnar frættist eisini, at ein arkitektakapping skal gerast um eitt kampus á Fræsinum, umframt at ein byggiskrá skal gerast. Tað er landið, sum stendur fyri hesum arbeiði, og eru 5 mió. kr. játtaðar til hetta arbeiðið á fíggjarlógini fyri 2022, meðan ávikavist 12 mió. kr. og 32 mió. kr. eru settar á fyri ætlanarárini 2023 og 2024. Tað sum er áhugavert at vita er, um tað veruliga arbeiðið kann fara í gongd í 2023 og um nøktandi peningur verður settur av til hesa bygging á fíggjarlógini. Tí verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum. Á Løgtingi, 26. apríl 2022 Annika Olsen -- 1 of 1 --