← Løgtingsmál

52-180/2021

Príshækkingar hjá SEV

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 7. mai 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
180.21 Svar frá M. Rasmussen til H.Old - SEV.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 3. mai 2022

Sjá útdrigin tekst
U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
GONGIN 7 • POSTSMOGA 377 • 110 TÓRSHAVN
TELEFON 30 66 00 • TELEFAX 30 66 65 • E-MAIL: UVMR@UVMR.FO
Løgtingið Tórshavn, tann 3. mai 2022
Tinghúsvegur 1-3 Journal nr. 22/08178
Postboks 208
110 Tórshavn
Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-180/2021 frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi
príshækkingum hjá SEV
Spurningur:
1. Er tað í lagi, at SEV verður tvingað at keypa orku frá einum privatum felag, tá orkan fer
til spillis og hevur við sær príshækkingar til vinnulívið og føroysku húsarhaldini?
Svar:
Hóast tað ikki er gjørligt í eini skiftistíð at taka í móti allari elframleiðsluni frá
vindmyllulundunum, sum nú verða settar upp omanfyri Tórshavn, so vísa útrokningar, at
elframleiðslan frá vindmyllunum samlað sæð verður munandi bíligari enn elframleiðsla úr olju.
Sum kunnugt er ætlanin at elektrifisera orkunýtsluna á landi. Tí er tað, sum nú hendir, ein
ynskistøða, bæði úr einum búskaparligum sjónarhorni og tá ið hugsað verður um grøna
orkuskiftið.
Tá ið ætlaða pumpuskipanin í Vestmanna er bygd og tikin í nýtslu, væntandi ikki seinni enn
2027, væntar SEV, at møguleiki verður fyri at taka í móti einum munandi størri parti av
elframleiðsluni frá nevndu vindmyllulundum. Tað kann tó væl hugsast, at aðrar áhugaverdar
grønar loysnir fara at vísa seg áðrenn ta tíð, soleiðis at gjørligt verður at taka ímóti uppaftur størri
parti av elframleiðsluni úr vindorku, áðrenn ein pumpuskipan verður sett í verk.
Í seinastu útbjóðingarumførunum til elframleiðslu úr vindorku liggur framleiðsluprísurin millum
21 og 23 oyru/kWt. Kostnaðurin fyri oljugrundaða elframleiðslu fer við verandi oljuprísi at tátta í
100 oyru/kWt.
Fyri at kunna stabilisera vindorkuna, verður neyðugt at gera íløgur í battarískipanir o.a. Hetta er
kostnaður, sum SEV-net skal bera. Um hesin kostnaður verður lagdur afturat kostnaðinum fyri
elframleiðsluna frá nýggju vindmyllulundunum, so er framleiðslukostnaðurin í miðal framvegis
væl niðanfyri kostnaðin fyri oljugrundaða elframleiðslu.
Útbyggingin av vindorkumáttinum eru neyðug stig á grønu kósini. Hvat kostnaði viðvíkur, so
verður mett, at hesar útbyggingarnar av vindorkumáttinum geva positivt íkast til búskapin hjá
SEV longu frá byrjan. Hetta er eisini galdandi, hóast ein partur av elorkuni ikki kann koma til
høldar í einum skiftistíðarskeiði, fram til ein pumpuskipan væntast at verða tikin í nýtslu.

-- 1 of 2 --

U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
2/2
Umframt at elframleiðsla úr vindorku er bíligari enn elframleiðsla úr olju, so snýr útbygging av
vindorkumáttinum seg ikki bert um búskap. Vit skulu útbyggja grønu orkukeldurnar m.a. fyri at
minka um útlátið av vakstrarhúsgassi og fyri at gerast sjálvbjargin við orku.
Samanumtikið kann sigast, at avbjóðingin við, at tað í eini skiftistíð er neyðugt hjá SEV at keypa
orku frá privatum vindorkufelag, hóast partur av hesi orku ikki kann gagnnýtast til fulnar,
isolerað sæð, ikki fer at viðføra príshækkingar til vinnulívið og føroysku húsarhaldini.
Tvørturímóti vísa útrokningar, at trýstið á føroyska elprísin verður minni orsakað av, at
elframleiðslan úr vindorku verður økt.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 3. mai 2022
Magnus Rasmussen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
180.21 Spurningur til M.Rasmussen frá H.Old - SEV.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 26. apr. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Henrik Old, løgtingsmaður
Svarari: Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í vinnumálum
Evni: Príshækkingar hjá SEV
Spurningar:
1. Er tað í lagi, at SEV verður tvingað at keypa orku frá einum privatum felag, tá
orkan fer til spillis og hevur við sær príshækkingar til vinnulívið og føroysku
húsarhaldini?
Viðmerkingar:
Seinastu tíðina hava verið óvanligar príshækkingar í streymprísum í øllum Evropa,
men ikki í Føroyum. Orsøkin er, at SEV hevur tryggjað seg í langtíðaravtalu og kann
tí halda prísstøðið. Tað sama er ikki galdandi í nógvum øðrum londum í Evropa, og
tað hevur merkt stórar príshækkingar fyri brúkaran.
Men í vikuni hoyrdist, at húsarhaldini og vinnulívið í Føroyum kunnu vænta, at
prísurin hækkar, tí SEV verður tvingað at keypa streym, sum fer til spillis.
Stjórin í SEV segði í miðlunum hósdagin, at elframleiðslan frá nýggju vindmyllunum
hjá Vindrøkt verður størri, enn SEV megnar at taka ímóti. Men SEV skal allíkavæl
gjalda fullan prís. Tað er bara ein, sum kann gjalda fyri tað. Tað er brúkarin.
Tí verður hesin fyrispurningurin settur landsstýrismanninum.
Á Løgtingi, 26. apríl 2022
Henrik Old

-- 1 of 1 --