← Løgtingsmál

52-179/2021

Átøk ímóti harðskapi í býarlívinum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 7. mai 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
179.21 Svar frá B.Nielsen til A.Olsen - Harðskap.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 7. mai 2022

Sjá útdrigin tekst
L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N
P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e
Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes
Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo
Løgtingið
Svar
uppá
skrivligan fyrispurning nr. 52-179/2021 eftir tingskipanini § 52a til Bárð á Steig Nielsen,
løgmann, frá Anniku Olsen, løgtingsmanni, um átøk ímóti harðskapi í býarlívinum
Fyrispurningurin var soljóðandi:
1. Nær verða átøkini í heildarætlanini fyri at basa rúsevnamisnýtslu sett í verk?
2. Eru ætlanir um at seta í verk tiltøk til tess at basa harðskapinum í býarlívinum?
3. Eru nakrar ítøkiligar samráðingar við kommunurnar um átøk ímóti harðskapi?
Svar:
Til spurning 1.
Heildarætlanin um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu varð handa mær tann 18. mars 2022. Eftir
ætlan skal heildarætlanin fremjast yvir 6-7 ár, frá 2022 til 2028. Í heildarætlanini verður mælt til at ein
skipan verður gjørd fyri, hvussu heildarætlanin verður sett í verk og framd.
Eftir hesum skal Løgmansskrivstovan hava samskipandi leikutin og eftirlit við, at heildarætlanin verður
framd í tráð við politska viljan, tilmælini og tíðarætlanina.
Løgmaður og avvarðandi landsstýrisfólk hava høvuðsábyrgd av, at tilmælini verða sett í verk.
Ætlanin er, at seta ein stýrisbólk, sum skal gera eina ætlan fyri, hvussu heildarætlanin kann setast í verk og
hvussu tilmælini kunnu fremjast, umframt at fylgja við gongdini. Løgmansstjórin og avvarðandi
aðalstjórar skulu sita í stýrisbólkinum.
Somuleiðis er ætlanin at seta ein verkbólk, sum verður mannaður við umboðum fyri tey fýra avvarðandi
stjórnarráðini. Verkbólkurin fær ábyrgd av, at tilmælini verða sett í verk í samsvari við avgerðirnar hjá
stýrisbólkinum. Bólkurin skal somuleiðis tryggja tvørgeiraliga samstarvið.
Síðst í mai er ætlanin at hava eina almenna ráðstevnu, har ymisk evni úr heildarætlanini verða tikin fram
og umrødd. Eftir hetta verða stýrisbólkurin og verkbólkurin settir.
Til spurning 2.
Seinastu árini hava nógvar søgur verið um rúsevni í føroysku miðlunum. Samstundis er kriminella
umhvørvið vorðið alsamt harðari.

-- 1 of 2 --

L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N
P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e
Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes
Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo
Sum løgmaður vil eg at Føroyar framvegis skulu vera besta og tryggasta staðið at liva og vaksa upp, og tí
kann eg als ikki góðtaka at harðskapur fer fram í býarlívinum. Hetta var eisini ein av orsøkunum til at eg
setti arbeiðið í gongd við einari heildarætlan fyri rúsevnismisnýtslu. Tað er týdningarmikið, at vit fáa
munadygg tiltøk at seta í verk, til tess at basa trupulleikunum við rúsevnum og harðskapi.
Tí haldi eg at tað er rættast at fara í samskifti við avvarðandi myndugleikar, fyri at fáa nærri greiðu á, um
harðskapurin vit hava hoyrt um síðstu tíðina hongur saman við rúsevnismisnýtslu, hvussu umfatandi
harðskapurin í náttarlívinum er, og um nakað ávíst mynstur er í harðskapinum.
Somuleiðis ynski eg at fáa at vita, hvørji átøk best kunnu avmarka harðskapin og gera náttarlívið tryggari.
Hetta kundi t.d. verið við at politiið patruljeraði til gongu í miðbýnum í vikuskiftinum, og við at
Náttarravnarnir blivu uppraðfestir. Eisini hevur tað verið frammi í seinastuni um at seta vakmyndatól
upp í náttarlívinum.
Fleiri av átøkunum í heildarætlanini kunnu eisini vera við til at avmarka harðskap. Her hugsi eg eg t.d. um
nýggja PSP-samstarvið og SSP+ samastarvið, sum ætlanin er at seta í verk.
PSP-samstarvið er eitt samstarv millum psykiatri, sosialar myndugleikar og politiið, sum serliga er ætlað
borgarum við fjøltáttaðum trupulleikum, sum ikki sjálvir megna at søkja sær hjálp fyri at betra um støðuna.
Í Føroyum fer Kriminalforsorgin eisini at verða part av samstarvinum.
SSP+ samstarvið er ætlað ungum millum 18 og 24 ár, sum hava trupulleikar við rúsevnum og óhepnari
ella kriminellari atferð. Ætlanin við samstarvinum er at hjálpa og stuðla teimum ungu aftur á beina kós.
SSP+ samstarvið fevnir millum annað um politiið, Almannaverkið, ALS, Dugna, Megna Títt Lív og
Kriminalforsorgina.
Til spurning 3.
Løgmansskrivstovan hevur havt eitt gott samskifti við borgarstjóran í Tórshavnar kommunu um støðuna,
men ongar ítøkiligar samráðingar eru annars við kommunurnar um átøk ímóti harðskapi.
Í Tinganesi, 6.mai 2022
Bárður á Steig Nielsen
løgmaður

-- 2 of 2 --
179.21 Spurningur til B.Nielsen frá A.Olsen - harðskap.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 26. apr. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Annika Olsen, løgtingsmaður
Svarari: Bárður á Steig Nielsen, løgmaður
Evni: Átøk ímóti harðskapi í býarlívinum
1. Nær verða átøkini í heildarætlanini fyri at basa rúsevnamisnýtslu sett í verk?
2. Eru ætlanir um at seta í verk tiltøk til tess at basa harðskapinum í býarlívinum?
3. Eru nakrar ítøkiligar samráðingar við kommunurnar um átøk ímóti harðskapi?
Viðmerkingar:
Tað gongur neyvan eitt vikuskifti uttan fráboðanir til løgregluna um harðskap í býarlívinum,
serliga í miðstaðarøkinum. Harðskapurin tykist gerast grovari og eisini ósek, ung sum eldri,
verða álopin. Ógrundaður harðskapur er ein sera álvarsligur trupulleiki, sum hond eigur at
verða tikin um beinanvegin. Mynstrið við harðskapi er broytt munandi seinnu árini, og ofta eru
rúsevni er ein partur av trupulleikanum. Í mars mánaði varð ein heildarætlan um at fyribyrgja
og tálma rúsevnamisnýtslu í Føroyum 2022-2028 handað løgmanni. Tí verða hesir spurningar
settir løgmanni.
Á Løgtingi, 26. april 2022
Annika Olsen

-- 1 of 1 --