52-178/2021
Mótrokning í fólkapensjón av arbeiðsinntøku
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 7. mai 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
178.21 Svar frá S.Nolsø til Erhard Joensen - Mótrokning í fólkapensjón av arbeiðsinntøku.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 6. mai 2022
Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn Tel: +298 304000 • E-mail: amr@amr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3, Postboks 208 110 Tórshavn 6. mai 2022 Mál: 22/07895-5 Tygara Skriv: Viðgjørt: HP Nr. 52-178/2021 Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-178/2021 frá Erhardi Joensen, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í almannamálum Sólvit E. Nolsø, um mótrokning í fólkpensjón av arbeiðsinntøku Fyrispurningurin ljóðar soleiðis: 1. Hvussu stórar vóru árligu upphæddirnar í 2020 og 2021, sum vórðu mótroknaðar í fólkapensjónini ella viðbótini vegna arbeiðsinntøku? Svar Vit hava í Føroyum tvær pensjónsskipanir – ávikavist fyri persónar føddir áðrenn 1953 og persónar føddir í 1953 ella seinni. Pensjónin til persón føddur áðrenn 1953 er sett saman av eini grundupphædd og viðbót, umframt at hann hevur rætt til brennistuðul. Rætturin til viðbót og til brennistuðul er tengdur at aðrari inntøku, sum pensjonisturin hevur. Pensjónin til persón føddur í 1953 ella seinni er sett saman av eini grundupphædd og viðbót. Rætturin til bæði grundupphædd og viðbót er tengdur at aðrari inntøku. Felags fyri báðar pensjónsskipanirnar er, at tey, sum hava høga inntøku, fáa lægri fólkapensjón enn tey, sum hava lága- ella onga inntøku. Tað er serliga arbeiðsinntøka og útgjald frá lutapensjón og lívrentu, sum hevur týdning í sambandi við rættin til fólkapensjón, men tað kann eisini vera onnur inntøka so sum leiguinntøka ella kapitalinntøkur. Talvan niðanfyri vísir, hvussu nógv landsins útreiðslur til pensjón og brennistuðul er lægri, tí fólkapensjonistar hava aðrar inntøkur. Talan er um lækking orsakað av øllum øðrum inntøkum – t.v.s. eisini aðrari pensjónsinntøku. Lækking av pensjón í 2020 og 2021 (bæði orsakað av arbeiðsinntøku og aðrari inntøku) Tús. kr. 2020 2021 Mótrokning gomul pensjón 55.754 51.732 Mótrokning nýggj pensjón 8.940 25.877 Mótrokning brennistuðul 25.285 24.062 Lækking tilsamans 88.978 101.671 Kelda: Almannaverkið -- 1 of 2 -- ALMANNAMÁLARÁÐIÐ síða 2 av 2 Tað hevur ikki borið til hjá Almannaverkinum í sambandi við hendan spurningin at eyðmerkja, hvussu nógv av mótrokningini í talvuni omanfyri stavar frá arbeiðsinntøku, men Almannaverkið upplýsir, at 27 prosent av mótrokningini stavar frá aðrari pensjón. Tað er bert ein sera lítil partur av mótrokning, sum stavar frá leiguinntøku, kapitalinntøkum o.tíl. Tað verður sostatt mett, at mótrokning, sum stavar frá arbeiðsinntøku, var umleið 65 mió. kr. í 2020 og umleið 74 mió. kr. í 2022. Tað skal gerast vart við, at persónar við útsettari pensjón ikki eru við í yvirlitinum omanfyri. Ein møgulig avtøka av mótrokning í sambandi við arbeiðsinntøku, hevði havt við sær, at skipanin við útsettari pensjón ikki gevur meining, og tí høvdu øll við útsettari pensjón væntandi fingið fulla fólkapensjón. Talið av persónum við útsettari pensjón er økt hvønn mánað, síðani skipanin kom í gildi 1. januar 2020, og í løtuni eru knappliga 200 persónar við útsettari pensjón. Um 1-2 ár væntast talið av persónum við útsettari pensjón støðugt at vera uml. 250. Full fólkapensjón til 250 persónar svarar til umleið 20 til 25 mió. kr., sum sostatt skal leggjast aftrat metingini omanfyri. Almannamálaráðið, 6. mai 2022 Sólvit E. Nolsø landsstýrismaður -- 2 of 2 --
178.21 Spuringur til S.Nolsø frá Erhard Joensen - Mótrokning í fólkapensjón av arbeiðsinntøku.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 26. apr. 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Erhard Joensen, løgtingsmaður Svarari: Sólvit Emilsson Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum Evni: Mótrokning í fólkapensjón av arbeiðsinntøku Spurningar: 1. Hvussu stórar vóru árligu upphæddirnar í 2020 og 2021, sum vórðu mótroknaðar í fólkapensjónini ella viðbótini vegna arbeiðsinntøku? Viðmerkingar: Fólkapensjónin er samansett av einari grundupphædd, sum er líka fyri øll og einari viðbót. Í verandi løtu er grundupphæddin 3.589 kr. um mánaðin fyri støk og 2.733 kr. fyri gift. Fyri støk er verandi viðbót í mesta lagi 3.771 kr. um mánaðin, fyri gift 3.031 kr. Grundupphæddin er skattafrí. Viðbótin er skattskyldug og minkar eisini, um tú hevur aðra inntøku, eitt nú arbeiðsinntøku, leiguinntøku, inntøku frá partabrøvum o.ø. Eisini verður mótroknað í brennistuðlinum. Tá egininntøkan fer upp um 61.900 kr. árliga byrjar mótrokning í viðbótini. Hetta verður gjørt soleiðis, at viðbótin lækkar 60% av upphæddini, ið egininntøkan er upp um 61.900 kr. árliga. Mótrokning heldur fram til viðbótin er uppi. Pensjonistafrádráttur er árligur skattafrádráttur til fólkapensjonistar. Frádrátturin er upp til 6.000 krónur í løtuni. Sostatt er tað møguligt hjá fólkapensjónistum at hava við síðuna av fólkapensjónini ávísa arbeiðsinntøku, uttan at henda verður skattað o.a. Endamálið við hesari skipan er at eggja teimum pensjónistum, sum er førir fyri tí, at hava eitt hóskandi arbeiði, serliga nú arbeiðsloysið er lágt og tørvur er á arbeiðsmegi. Tað politiskt áhugaverda er m.a., hvørja ávirkan hetta hevur á arbeiðsmarknaðin, hvussu nógv taka av møguleikanum, og um t.d. ein avtøka av mótrokningini hevði havt við sær, at pensjónistar høvdu viljað ella ynskt at arbeitt enn fleiri tímar, enn teir gera í løtuni, bæði teir, sum longu hava eitt arbeiði og teir, sum ikki hava eitt arbeiði. Tí verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 26. apríl 2022 Erhard Joensen -- 1 of 1 --