52-177/2021
Bráðfeingis sálarhjálp
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 5. mai 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
177.21 Svar frá K. L. H. Johannesen til Ey. Samuelsen - Bráðfeingis sálarhjálp.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 5. mai 2022
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 5. mai 2022 HMR j. nr. 22/07896-6 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður Svar upp á fyrispurning nr. 52-177/2021 eftir § 52 a í tingskipanini um bráðfeingis sálarhjálp frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu Spurningarnir vóru soljóðandi: 1. Er landsstýrismaðurin vitandi um, at persónar, sum venda sær til heilsuverkið við bráðfeingistørvi á sálarhjálp, verða heimsendir uttan at røttu fakfólkini gera meting av viðkomandi? 2. Hvønn rætt hava persónar við bráðfeingistørvi á sálarhjálp at fáa eina meting frá vakthavandi lækna á psykiatriska deplinum? 3. Nær verður ein skipað sálarfrøðilig skaðastova klár? Svar: Til spurning 1 Landsstýrismaðurin er kunnaður um, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum er gjørd varug við viðurskifti í samstarvinum millum Landssjúkrahúsið og læknavaktina, sum tey fara at kanna nærri. Hetta verður gjørt í samráð við Heilsutrygd, ið varðar av læknavaktini til tess at tryggja, at skipanin virkar best møguligt fyri sjúklingin. Landsstýrismaðurin hevur eisini biðið um eina frágreiðing í kjalavørrinum á teimum fjølmiðlasøgum, sum hava verið frammi um, at fólk ikki hava fingið nøktandi sálarhjálp, eftir at tey hava vent sær til heilsuverkið. Frágreiðingin er ávegis. Til spurning 2 og 3 Tað er ein læknalig meting hjá kommunulæknanum ella læknavaktini, sum avgerð, hvørt sjúklingar hava brúk fyri meting ella viðgerð á sjúkrahúsi uttan mun til, um talan er um likamliga ella sálarliga sjúku. Í “Heildarætlanini fyri sálarheilsu í Føroyum” varð mælt til, at fólk, sum brádliga gerast illa fyri sálarliga, altíð skulu kunna ringja og fáa hjálp. Mett varð, at hetta skuldi vera sama bráðmóttøka, sum tey, ið hava likamligar sjúkur, venda sær til. Tí var mælt til, at Læknavaktin 1870 skuldi styrkjast soleiðis, at starvsfólk við neyðugum førleikum at handfara sálarligar bráðstøður og at veita telefonráðgeving verða knýtt at Læknavaktini 1870. Hetta tilmæli er eisini í samsvar við tilmæli í heildarætlanini um -- 1 of 2 -- rúsevnismisnýtslu, sum í mars varð handað løgmanni, har tað varð mælt til at seta eina skipan í verk “...við bráðfeingis sálarfrøðiligari móttøku, soleiðis at persónar, ið hava ein bráðfeingis tørv á sálarfrøðiligari viðgerð, kunnu sleppa skjótt framat”. Landsstýrismaðurin hevur raðfest psykiatriina á fíggjarlógini 2022. Umframt at seta pening av til at stytta um bíðilistarnar í Barna- og ungdómspsykiatiini er eisini peningur settur av, soleiðis at tilgongdin til at skipa eina bráðfeingis sálarhjálp kann byrja. Peningurin skal nýtast til at førleikamenna útvald starvsfólk á Psykiatriska deplinum til at røkja bráðfeingis sálarhjálp funktiónina, ið kann knýtast at Læknavaktini 1870. Við at førleikamenna starvsfólkini í ár kann funktiónin setast í verk skjótast gjørligt í komandi ári. Hetta hevur fremstu raðfesting hjá landsstýrismanninum. Soleiðis verður møguligt at vísa persónum, sum hava bráðfeingis tørv á sálarhjálp til hesa funktiónina. Harumframt hevur landsstýrismaðurin í 2020 sett í verk eina royndarskipan, har ung og vaksin í aldrinum 15-35 ár, sum stríðast við angist ella lættari til moderat tunglyndi, kunnu ávísast til ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð. Endamálið við hesi skipan er millum annað at fyribyrgja, at hesin málbólkur fær tørv á bráðfeingis sálarhjálp. Heilsumálaráðið, 5. mai 2022 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
177.21 Spurningur til K. L. H. Johannesen frá Ey. Samuelsen - Bráðfeingis sálarhjálp.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 22. apr. 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Eyðgunn Samuelsen, løgtingsmaður Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum Evni: Bráðfeingis sálarhjálp Spurningar: 1. Er landsstýrismaðurin vitandi um, at persónar, sum venda sær til heilsuverkið við bráðfeingistørvi á sálarhjálp, verða heimsendir uttan at røttu fakfólkini gera meting av viðkomandi? 2. Hvønn rætt hava persónar við bráðfeingistørvi á sálarhjálp at fáa eina meting frá vakthavandi lækna á psykiatriska deplinum? 3. Nær verður ein skipað sálarfrøðilig skaðastova klár? Viðmerkingar: Javnan hoyrast neyðarróp frá avvarðandi hjá psykiatriskum sjúklingum, at sjúklingar ikki fáa bráðfeingis sálarhjálp. Fólk, sum møta upp á skaðastovuni við átrokandi tørvi á hjálp, verða vend í hurðini við grundgevingini, at psykiatriski depilin ikki tekur fólk inn. Sama ger seg galdandi, tá sjúklingar seta seg í samband við egnan lækna í dagtímunum. Í fleiri ár hevur politiski myndugleikin arbeitt við eini sálarfrøðiligari skaðastovu. Breið politisk semja tykist at vera um at raðfesta hetta arbeiðið. Kortini má ásannast, at neyðugt er at skipa móttøkuna betur fram til, at arbeiðið er komið á mál. Sum eitt minsta krav eiga psykiatriskir sjúklingar at fáa eina meting frá vakthavandi lækna á psykiatriska deplinum, áðrenn tey verða send heim. Á Løgtingi, 22. apríl 2022 Eyðgunn Samuelsen -- 1 of 1 --