← Løgtingsmál

52-176/2021

Útbyggja flogvøllin í Vágum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 5. mai 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
176.21 Svar frá U. Rasmussen til J. Joensen - Útbyggja flogvøllin í Vágum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 3. mai 2022

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 3. mai 2022
J. nr.: 22/07887-3
Viðgjørt: BAB
Svar til fyrispurning nr. 52-176/2021 frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, settur
landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um at útbyggja flogvøllin í Vágum.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvørjar eru ætlanirnar við at útbyggja komuhøllina á flogvøllinum í Vágum?
2. Hvørjar aðrar útbyggingar eru á skránni í næstum?
3. Hvat er tíðarætlanin fyri útbyggingunum?
4. Hvat kosta útbyggingarnar?
5. Hvussu verða útbyggingarnar fíggjaðar?
6. Nær verður byrjað at byggja?
Svar til spurning nr. 1.
Ætlanin er at víðka viðførismóttøkuna. Vága Floghavn hevur gjørt eitt skitsuuppskot at víðka
móttøkuhøllina úr 250 fermetrum uppí 620 fermetrar. Hetta gevur møguleika fyri at tvífalda
longdina á verandi viðførisbandi, umframt at tað verður meira rúmsátt.
Svar til spurning nr. 2.
Vága Floghavn arbeiðir við tveimum øðrum verkætlanum. Talan er um at gera
brennievnisgoymslu og eitt standpláss til flogfør.
Svar til spurning nr. 3.
Verkætlanin at víðka viðførismóttøkuna er komið so mikið áleiðis, at myndugleikaverkætlan er í
gerð. Miðað verður ímóti at hava nýggju hølini til reiðar áðrenn summarferðsluna 2023.
Lendisarbeiðið til oljugoymsluna er um at verða liðugt. Í hesum tíðum er tó ivasamt við
veitingartíðum, millum annað á stáli, men gongur eftir vild verða tangarnir til reiðar at taka í
nýtslu ímóti sumri komandi ár.
Nýggja standplássið verður ætlandi liðugt seinni í ár. Fyrivarni má takast fyri at tað kann verða
trupult at fáa fyritøkur at gera arbeiðið.
Svar til spurning nr. 4.
Vága Floghavn upplýsir, at enn er ov tíðliga at siga, hvat kostnaðurin verður. Arbeiðini verða
boðin út seinni í ár, og ikki fyrr enn tá ber til at siga nakað ítøkiligt um kostnaðin.
Svar til spurning nr. 5.
Vága Floghavn fíggjar hesar verkætlanir ávikavíst yvir raksturin og við lántøku. Í løtuni ber ikki
til at siga neyvt, hvussu stórur partur verður fíggjaður við lántøku.

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
Svar til spurning nr. 6.
Sum nevnt er fyrireikandi arbeiðið við oljugoymsluni byrjað. Hini bæði verða boðin út seinni í
ár, og vónandi verður ikki leingi til farvegur til byggiarbeiði verður at síggja.
Tinganes, 3. mai 2022
Uni Rasmussen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
176.21 Spurningur til U. Rasmussen frá J. Joensen - Útbyggja flogvøllin í Vágum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 22. apr. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Útbyggja flogvøllin í Vágum
Spurningar:
1. Hvørjar eru ætlanirnar við at útbyggja komuhøllina á flogvøllinum í Vágum?
2. Hvørjar aðrar útbyggingar eru á skránni í næstum?
3. Hvat er tíðarætlanin fyri útbyggingunum?
4. Hvat kosta útbyggingarnar?
5. Hvussu verða útbyggingarnar fíggjaðar?
6. Nær verður byrjað at byggja?
Viðmerkingar:
Nú hevur verið frammi fleiri ferðir, at ætlanir eru at útbyggja flogvøllin í Vágum.
Bæði flogvøllin sjálvan, runt flogvøllin og komuhøllina.
Nú ferðafólkatalið um flogvøllin veksur fyri hvønn dag eftir koronufarsóttina, kann
tað hugsast, at tað hevur skund at tryggja betri viðurskifti til føroyingar og ferðafólk
annars, sum ferðast um flogvøllin.
Ein altjóða flogvøllur í einum landi, har yvir 50.000 fólk búgva, krevur eyðsæð at
hava góð flogvallarviðurskifti. Tí er viðkomandi at fáa at vita, um neyðugt er at
útbyggja beinanvegin og um viðurskiftini eftir útbyggingina svara til tørvin í
nærmastu framtíð. Harumframt er týdningarmikið at vita, hvønn leiklut landið hevur í
komandi útbyggingum.
Fyri at fáa greiðu á gongdini í málinum, verða hesir spurningar settir
landsstýrismanninum.
Á Løgtingi, 22. apríl 2022
Jóhannis Joensen

-- 1 of 1 --