← Løgtingsmál

52-175/2021

Tjóðleikhúsið

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 5. mai 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
175.21 Svar frá J. av Rana til A. Olsen - Tjóðleikhúsið.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 3. mai 2022

Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Dagfesting: 3. mai 2022
Tygara ref.:
Máltal.: 21/08502-108
Svar
upp á
§ 52a fyrispurning nr. 52-175/2021 frá Annika Olsen, løgtingskvinnu, settur Jenis av Rana,
landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum, um Tjóðleikhúsið.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Nær kann væntast, at spakin verður settur í at byggja tjóðleikhúsið ?
2. Metir landsstýrismaðurin, at játtanin á fíggjarlógini til tjóðleikhúsið er nøktandi?
3. Hvussu nógvur peningur skal setast á íløgujáttanina komandi árini fyri, at tjóðleikhúsið
verður veruleiki, og ætlar landsstýrismaðurin at raðfesta tjóðleikhúsið á komandi
fíggjarlóg?
Svar
Til 1. Sambært tíðarætlanini verður klárt at bjóða arbeiðið út í seinnu helvt av 2024.
Til 2. Játtanin á fíggjarlógini fyri 2022 røkkur til arkitektakappingina, sum er skrivað út fyri
innbodnum. Í ætlanartølunum fyri 2023 og 2024 á fíggjarlógini er peningur settur av til
projektering. Hesar játtanir eru ikki nøktandi, og tað verður tí ein partur av fíggjarlógararbeiðinum
fyri 2023 at tryggja nøktandi játtan til projektering. Tá arkitektakappingin hevur verið, fæst neyvari
vitan um, hvussu nógv skal setast av, men tað er væl meir enn tær upphæddir, ið nú eru settar av,
ávikavist 7 og 10 mió. kr.
Til 3. Enn er verkætlanin komin ov stutt til at gera eina meting av, hvat hon kemur at kosta.
Staðsetingin er komin upp á pláss, og arkitektakappingin er skrivað út. Tá arkitektakappingin er
liðug, er næsta stig at projektera verkætlanina. Tástani verður grundarlag fyri at gera neyvari
kostnaðarmetingar og taka støðu til, hvussu nógvur peningur skal játtast á fíggjarlógini. Endaligi
kostnaðurin verður tó ikki kendur, fyrr enn verkætlanin hevur verið í útboði, og verklagslóg tá
verður løgd fyri Løgtingið.
Eingin ivi skal vera um, at eg sum landsstýrismaður í mentamálum vil gera tað neyðuga fyri, at
henda verkætlan skal bera á mál. Tá eg byrjaði sum landsstýrismaður, var tað fyrsta, sum eg gjørdi,
at taka málið um staðseting uppaftur til viðgerðar fyri at tryggja bestu loysnina. Endaliga
staðsetingin er nú sum kunnugt á Eystaru bryggju, og er Tjóðleikhúsið nú ein týdningarmikil partur
av heildarætlanini hjá kommununi fyri økið. Eg gleði meg at síggja úrslitið av arkitektakappingini,
og stendur tað til mín, skal verkætlanin fáa neyðugu fíggingina.

-- 1 of 2 --

U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Page 2 of 2
Hartil kann eg upplýsa, at samgongan gongur inn fyri, at verkætlanir sum hesar partvís kunnu
fíggjast við uttanhýsis fígging. Ætlandi verður verulig ferð eisini sett á hetta arbeiðið eftir
arkitektakappingina.
Vinarliga
Jenis av Rana
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
175.21 Spurningur til J. av Rana frá A. Olsen - Tjóðleikhúsið.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 22. apr. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Annika Olsen, løgtingsmaður
Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum
Evni: Tjóðleikhúsið
Spurningar:
1. Nær kann væntast, at spakin verður settur í at byggja tjóðleikhúsið ?
2. Metir landsstýrismaðurin, at játtanin á fíggjarlógini til tjóðleikhúsið er
nøktandi?
3. Hvussu nógvur peningur skal setast á íløgujáttanina komandi árini fyri, at
tjóðleikhúsið verður veruleiki, og ætlar landsstýrismaðurin at raðfesta
tjóðleikhúsið á komandi fíggjarlóg?
Viðmerkingar:
Nú er endalig avgerð tikin um, at tjóðleikhúsið skal byggjast í Havn, og herfyri
samtykti Tórshavnar býráð somuleiðis, at tjóðleikhúsið skal byggjast við Eystaru vág.
At byggja tjóðleikhúsið er ein landsuppgáva, og á fíggjarlógini eru játtaðar 5 mió. kr.
í 2022, meðan tað fyri ætlanarárini eru settar av 7 mió. kr. í 2023 og 10 mió. kr. í
2024. Tað er ein sannroynd, at hesar upphæddir neyvan røkka til at byggja
tjóðleikhúsið, og tí er áhugavert at vita, nær veruliga byggingin fer í gong, og hvussu
nógvur peningur er neyðugur at seta á fíggjarlógina komandi árini. Tí verða hesir
spurningar settir.
Á Løgtingi, 22. apríl 2022
Annika Olsen

-- 1 of 1 --