← Løgtingsmál

52-174/2021

Mál- og samskiftistrupulleikar hjá børnum og ungum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 5. mai 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
174.21 Svar frá J. av Rana til R. Samuelsen - Mál- og samskiftistrupulleikar hjá børnum og ungum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 5. mai 2022

Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Dagfesting: 4. mai 2022
Tygara ref.:
Máltal.: 21/08502-111
Svar
upp á
§ 52 a fyrispurning nr. 52-174/2021 frá Rósu Samuelsen, løgtingskvinnu, settur Jenis av
Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum, um mál- og samskiftistrupulleikar
hjá børnum og ungum.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvørjir myndugleikar og stovnar hava ábyrgdina av børnum og ungum, sum hava mál-
og samskiftistrupulleikar?
2. Hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur landsstýrismaðurin um at styrkja og menna mál- og
samskiftisførleikar hjá børnum og ungum?
Svar
Til 1: Sum skipanin er, so eru tað fleiri myndugleikar, sum varða av økinum, Almannamálsráðið,
Heilsumálaráðið og Uttanríkis- og mentamálaráðið. Tað er ikki ein einstakur almennur stovnur, ið
hevur ábyrgd av og røkir áhugamálini hjá børnum og ungum í Føroyum, sum hava mál- og
samskiftistrupulleikar, og sum tryggjar, at hesin málbólkur fær neyðuga stuðulin, undirvísing og
upplæring til at kunna virka so væl sum gjørligt í dagsins samfelagi.
Hinvegin eru ymsar skipanir og stovnar, ið stuðla undir, at deyv, hoyriveik, lesi- og skriviveik, tal-
og orðblind og blind kunnu virka í samfelagnum. Hesar skipanir fella inn undir virkisøkið hjá
Almannaráðnum, Heilsumálaráðnum og Uttanríkis- og mentamálráðnum.
Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur ábyrgd av, at øll børn og ung fáa undirvísing, eisini tey, ið
bera brek. Eisini verður dentur lagdur á at skipa undirvísingartilboð, ið eru løgd til rættis til
næmingar, ið hava ávísar avbjóðingar.
Til 2: Uttanríkis- og mentamálaráðið roynir at virka fyri, at nevndu bólkar fáa ta undirvísing og
stuðul teimum tørvar. Eitt ávíst samstarv er á økinum ímillum Almannamálaráðið,
Heilsumálaráðið og Uttanríkis- og mentamálaráðið.
Landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og mentamálum hevur tikið stig til felagsfund fyri øllum
avvaðrandi pørtum; landsstýrismonnum, aðalráðum, stovnum og áhugfeløgum. Endamálið við

-- 1 of 2 --

U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Page 2 of 2
hesum átaki er at finna fram til loysnir, so at verandi skipanir møguliga kunnu samskipast ella
umskipast, so tað gerst einfaldari hjá tí einstaka barninum/familjuni at fáa røttu hjálpina.
Viðmerkjast skal, at sambært Sernámi, so eru tað 7 ársverk innan fakbólkin taliráðgevar (logopedar
og audiologopedar) í starvi á stovninum. Hesi veita tænastu til umleið 64 dagstovnar og 43 skúlar
í Føroyum. Mett verður, at tá ið talan er um børn við álvarsligum samansettum mál- og
samskiftistrupulleikum, er Sernám so gott sum altíð ein partur av hjálpini, ið verður veitt. Hjálpin
er ikki øll samlað á einum staði, tí barna- og ungdómsøkið er býtt út á 3 ymisk ráð -
Almannamálaráðið, Heilsumálaráðið og Uttanríkis- og mentamálaráðið.
Taliundirvísing á dagstovnaøkinum verður raðfest høgt, fyri so tíðliga sum møguligt at veita hjálp
og stuðul. Í løtuni fáa 229 børn á dagstovnaøkinum taliráðgeving, harav 12 børn hava eitt
alternativt samskifti. Í fólkaskúlunum fáa 151 børn taliráðgeving, herav 13 børn hava
eitt alternativt samskifti. Talan er um ein alsamt vaksandi tørv.
Vinarliga
Jenis av Rana
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
174.21 Spurningur til J. av Rana frá R. Samuelsen - Mál- og samskiftistrupulleikar hjá børnum og ungum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 22. apr. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Rósa Samuelsen, løgtingsmaður
Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum
Evni: Mál- og samskiftistrupulleikar hjá børnum og ungum
Spurningar:
1. Hvørjir myndugleikar og stovnar hava ábyrgdina av børnum og ungum, sum
hava mál- og samskiftistrupulleikar?
2. Hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur landsstýrismaðurin um at styrkja og menna
mál- og samskiftisførleikar hjá børnum og ungum?
Viðmerkingar:
Fyri at kunna trívast og mennast er alneyðugt at føla seg at hoyra til í felagsskapinum
og hava tilknýti til samfelagið, men soleiðis er tað ikki hjá øllum børnum og ungum.
Fleiri børn og ung hava álvarsligar mál- og samskiftistrupulleikar og hava tí stórar
avbjóðingar at virka í samfelagnum. Foreldur eru í døpurhuga, tí tey vita ikki, hvønn
tey skulu venda sær til. Tað er ikki eitt stað, har ein kann venda sær til, hvørki til at
fáa ráðgeving ella viðgerð.
Fleiri foreldur eru ørkymlað og mugu gjalda sjálvi nógvan pening fyri at fáa hjálp frá
privatum veitarum. Í ein ávísan mun fáa børn taluundirvísing á dagstovnum frá
Sernámi, men tá eitt barn fer í skúla, er tað ikki ein sjálvsagdur partur av
fólkaskúlanum at fáa hesa tænastu. Tað hevur stóran týdning, at tey vaksnu, sum eru
um barnið, verða førleikament, so tey kunnu skapa mennandi karmar saman við og
fyri barnið. Serliga, tá talan er um børn við álvarsligum samansettum mál- og
samskiftistrupulleikum. Altavgerandi er at seta tíðliga inn við hjálp og stuðli.
Tørvur er á, at tað er ein myndugleiki og ein ávísur stovnur, sum hava ábyrgdina av at
tryggja, at børn og ung fáa undirvísing, tá talan eru um lesi- og skriviveik, blind, deyv,
tunghoyrd, tal- ella orðblind. Talan er eisini um børn, sum tilflytarar, sum ikki duga
føroyskt ella danskt. Í okkara grannalondum er málvegleiðari, sum hevur sum
uppgávu at lofta børnum á dagstovnum, so tey fáa møguleikan at virka í
felagsskapinum.
Skulu øll klára seg í samfelagnum á jøvnum støði, so eg alneyðugt politiskt at fáa
staðfest, hvør hevur ábyrgdina av hesum týdningarmikla øki, og eigur at loysa hesar
uppgávur. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

-- 1 of 2 --

Á Løgtingi, 22. apríl 2022
Rósa Samuelsen

-- 2 of 2 --