← Løgtingsmál

52-173/2021

Løgur hjá landinum og prosjektleiðsla

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 4. mai 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
173.21 Svar frá U. Rasmussen til J. Dahl - Løgur hjá landinum og prosjektleiðsla.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 10. jun. 2022

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 9. juni 2022
J. nr.: 22/07881
Viðgjørt: AE
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 22/0788 frá Johan Dahl, løgtingsmanni, settur
landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um løgur hjá landinum og
prosjektleiðslu
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu tryggjar Landsverk (LV), at gjørdar verða álítandi og eftirfarandi
kostnaðarmetingar av byggiverkætlanum hjá landinum?
2. Hvat er forkláringin upp á stór frávik í kostnaðarmetingini og endaliga
byggikostnaðinum?
3. Hvussu er samanspælið millum LV og politiska myndugleikan, her málaráðið, um
fyrireikingar, innihald og vavið á verkætlan, kostnaðarmeting o.a.?
4. Kann landsstýrismaðurin gera eitt yvirlit fyri seinastu 15 árini yvir
kostnaðarmetingar, eykajáttanir og endaligan kostnað fyri allar tær einstøku
byggiverkætlanirnar hjá LV - vegir, bygningar til skúlar, ellisheim o.a. og býtt upp á
ár?
5. Hvussu hava kostnaðarmetingarnar hildið fyri Sandoyartunnilin,
Eysturoyartunnilin, Norðoyatunnilin, Vágatunnilin umframt aðrar tunlar á landi,
seinastu 15 árini og sum eru í gerð - og hvussu stórar eykajáttanir eru.
6. Hvørji tiltøk heldur landsstýrismaðurin eiga at setast í verk fyri, at játtanir til
byggiverkætlanir kunnu gerast so realistiskar sum til ber og harvið halda?
7. Er munur á fyrireiking, kostnaðarmeting, byggieftirliti o.ø., tá talan er um
ávikavist útbjóðing av byggiverkætlanum til privatar at loysa, og tá LV loysir
uppgávuna?
Svar til fyrispurning nr. 1
Svarið til hendan fyrispurning er yvirskipað. Tað hevði kravt munandi neyvari kanningar og
gransking at kunnu svara spurninginum, soleiðis sum tingmaðurin óiva kundi hugsað sær, at hann
var svaraður.
Virksemið hjá Landsverki er fjøltáttað og sera umfatandi. Í tíðarskeiðinum 2013-2022 (10 ár)
hevur stovnurin fyrisitið útreiðslur (brutto) uppá 5,1 milliardir kr. samanlagt til íløgur, rakstur,
viðlíkahald og ymiskt annað. Tað vil siga 510 mió kr. í miðal um árið.
Í tíggjuáraskeiðinum eru 3,3 milliardir kr. brúktar til íløgur samanlagt, sum er 330 mió kr. í miðal
um árið. Av hesum eru 1,2 milliardir kr. brúktar til íløgur í infrakervið, sum er til vegir, tunlar,
brýr, havnir og tílíkt, og 2,1 milliardir kr. eru brúktar til íløgur og umvælingar av bygningum.
Landsverk upplýsir, at stovnurin hevur arbeitt við eini 1.400 verkætlanum seinastu 15 árini.

-- 1 of 4 --

F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð
Ministry of Finance
2/4
Tilgongdin í byggiverkætlanum, tað vil siga fyrireikingar viðvíkjandi bygningum, vegum, tunlum
og havnum, er í fleiri fasum, áðrenn verkætlanin kann verða boðin út. Tað er byggiskrá,
skipanaruppskot, prosjektuppskot, forprosjekt og høvuðsprosjekt. Longri frammi ein er í
tilgongdini, neyvari verður kostnaðarmetingin. Ikki fyrr enn høvuðsarbeiðstøkan er boðin út,
tilboðini eru komin inn, og samráðingar hava verið við arbeiðstakara, ber til at siga hampiliga væl,
hvat ein ávís verkætlanin fer at kosta.
Um innkomin tilboð uppá ávísa byggiverkætlan eru hægri enn roknað varð við, eigur verklagslógin
at verða dagførd samsvarandi ella ikki fara í gongd. Politisk ynski um sparingar í mun til innkomin
tilboð eru óheppin.
Tað er ein sannroynd, at játtanarkarmur og krøv til eina verkætlan av og á ikki samsvara. Ein orsøk
kann verða, at verklagslógir verða gjørdar og lagdar fyri Løgtingið, áðrenn ein faklig
kostnaðarmeting fyriliggur, sum tekur støði í veruligu krøvunum til bygningar og annað.
Í flestu førum halda kostnaðarmetingar, sum eru ásettar í verklagslógum, tá vegir, tunlar, brýr og
havnir verða gjørdar.
Í stórum kompliseraðum bygningsverkætlanum, sum eru í fleiri ár og í byggistigum, er umráðandi,
at realistiskar kostnaðarmetingar verða gjørdar, sum byggja á serkunnleika, og har hædd verður
tikið fyri óvantaðum útreiðslum, príshækkingum og neyðugum tillagingum av prosjektinum undir
bygging. Til dømis kunnu bygginevndir, ánarar og brúkarar vísa á nýggjan og broyttan tørv í
byggitíðini.
Nýggja leiðslan á Landsverki setta sær fyri, ikki at byrja nýggjar verkætlanir uttan realistiskar
kostnaðarmetingar. Landsverk upplýsir, at fleiri verkætlanir eru stegðaðar seinastu árini, tí tær eru
undirfíggjaðar.
Svar til spurning 2
Spyrjarin spyr generelt og ikki um nakað ávíst. Oftast eru verkætlanir undirfíggjaðar, tí
kostnaðurin er ikki lættur at meta um, og prosjekt kunnu verða sett í gongd, áðrenn allar
fyrireikingar eru lidnar.
Tí er alneyðugt at lýsa verkætlanina so neyvt sum tilber, áðrenn hon verður sett í verk. Millum
annað hevur Landsverk roynt at lýsa eina nýggja Suðuroyarleið so væl sum tilber. Tá ið ein
verkætlan er á byrjunarstigi er neyðugt at brúka eitt váðaískoyti.
Svar til spurning 3
Spurt verður um samanspælið millum Landsverk og málaráðið (sum varðar av Landsverki), um
fyrireikingar, innihald og vavið á verkætlanum, kostnaðarmetingar og annað.
Samskifti og samstarv um stórar verkætlanir, serliga innan bygging av bygningum, er millum fleiri
politiskar myndugleikar, landsstýrið, Landsverk, aðalráðið, sum varðar av Landsverki, og onnur
aðalráð, innan tey málaøki, sum tey umsita, Løgtingið, løgtingsnevndir, umframt aðrar almennar
myndugleikar, áhugafeløg, byggikøn og onnur.
Ymisku aðalráðini (landsstýrismenninir) handa Landsverki ræðisrættin til byggiverkætlanir, um
tey ynskja tað, og verður Landsverk byggiharri.

-- 2 of 4 --

F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð
Ministry of Finance
3/4
Landsverk ger fyrst eina byggiskrá saman við avvarðandi ráði, sum lýsir tørv, kostnað og annað.
Aðalráðini velja bygginevndir við serkønum. Tað ber til at siga, at aðalráðini keypa ein bygning
frá Landsverki, sum tey ynskja at fáa. Landsverk hevur regluliga fundir við ráðini, sum varða av
játtanum til eina verkætlan til tess at tryggja, at landsstýrisfólk og ráðini altíð eru væl kunnaði um
verkætlanina.
Svar til spurning 4
Yvirlit yvir kostnaðarmetingar og endaligan kostnað fyri einstøku verkætlanirnar eru trupul at
gera. Landsverk hevur arbeitt við eini 2.000 verkætlanum seinastu 20 árini, um alt verður tikið
við.
Svar til spurning 5
Vágatunnilin varð tikin í nýtslu í 2002. Í 1999 varð mett, at verkætlanin kostaði 240 mió. kr.,
umframt fyrireikingar og forkanningar, prísvøkstur, broytingar og rentu í byggitíðini. Hesar
útreiðslur vóru mettar til 35 mió. kr. fram til 2002. Sambært roknskapinum fyri 2003 er samlaða
støðisognin í lendi, vegir og undirsjóvartunnil áleið 300 mió. kr. Hetta er eisini tað, sum felagið
upplýsir fyri Fíggjarmálaráðnum.
Norðoyartunnilin varð tikin í nýtslu í 2006. Í sambandi við framløgu av lógaruppskotinum í 2001
varð tunnilin mettur til at kosta 330 mió. kr. gjørt upp í 2003 prísum uttan fíggjarkostnað og
byggirentu. Felagið upplýsti í 2007, at tunnilin kostaði 378 mió. kr. Tað var 16 mió. kr. minni enn
roknað varð við.
Sambært lógaruppskotinum í 2013 fyri Eystur- og Sandoyartunlar varð verkætlanin mett at kosta
1.865 mió. kr. umframt byggirentur. Fyrsta kostnaðarmetingin hjá P/F Eystur- og Sandoyartunlum
varð gjørd miðskeiðis í 2015. Kostnaðarætlanin var á 2,64 mia. kr. +/- 0,37 mia kr. fyri samlaðu
verkætlanina íroknað prístalsviðgerð í byggitíðini. Her eru allir byggikostnaðir íroknaðir. Samlaði
netto kostnaðurin fyri verkætlanina er mettur til at halda, sum støðan er nú. Felagið roknar tí við,
at samlaða verkætlanin kostar 2,7 mió.kr., tá ið endaliga projektið verður handað í 2023.
Svar til spurning 6
Á sumri 2020 læt Landsverk úr hondum frágreiðing til landsstýrismannin, har partur av
arbeiðssetninginum var at endurhugsa tilverugrundarlagið fyri stovnin. Frágreiðingin lýsir, hvussu
kjarnuuppgávurnar framyvir skulu loysast, og hvørji átøk skulu setast í verk. Nýggja leiðslan á
Landsverki ásannar í frágreiðingini, at arbeiðið við at stýra størri verkætlanum ikki hevur verið
gjørt til fulnar og fremur tí fleiri ábøtur:
• Byggiharraleikluturin skal styrkjast munandi. Allir verkætlanarleiðarar skulu taka eina
projektleiðsluútbúgving. Fyrstu starvsfólkini vóru útbúgvin á vetri 2020/2021 og restin tók
útbúgvingina á vetri 2021/2022. Øll nýggj starvsfólk skulu taka hesa útbúgving.
• Projekthondbók verður gjørd, so allar verkætlanir verða stýrdar eins. Tilfar frá
útbúgvingini verður brúkt í hondbókini. Hetta er sett í verk á vetri 2021/2022.
• Toymisarbeiði er innført, so verkætlanarleiðarar ikki sita einsamallir við síni verkætlan.
Sett í verk 2021.
• Allar nýbyggingarverkætlanir verða savnaðar á “Byggideildini” fyri at tryggja, at
verkætlanir verða stýrdar eins. Gjørt á heysti 2021.

-- 3 of 4 --

F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð
Ministry of Finance
4/4
• Eitt leiðslulið afturat verður sett ímillum verkætlanarleiðarar og deildarleiðaran á
Byggideildini, fyri at tryggja, at toymini rigga og verkætlanirnar verða stýrdar eftir nýggja
leistinum.
• Nýggj fíggjarstýringsskipan er sett í verk á vári 2021, so allar verkætlanir verða stýrdar
eins.
• Eftirlitið við verkætlanum skal betrast munandi við einum controllara.
• Eftirlitsleisturin verður góðkendur av uttanhýsis ríkisgóðkendum grannskoðara.
Arbeitt verður við rundskrivi til mannagongd í sambandi við verkætlanir/verklagslógir. Ein leistur
er, at neyðug játtan, og allar fyrireikingar av verkætlanum skulu verða lidnar, áðrenn verkætlanir
verða bodnar út til byggifeløg.
Roksskaparreglugerðin hjá Landsverki verður dagførd við neyvum ásetingum um
kostnaðarmetingar.
Svar til spurning 7
Ilt er at skilja hvat spyrjarin meinar við. Landsverk bjóðar stórt sæð allar sínar uppgávur út.
Tinganes, 9. juni 2022
Uni Rasmussen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 4 of 4 --
173.21 Spurningur til U. Rasmussen frá J. Dahl - Løgur hjá landinum og prosjektleiðsla.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 21. apr. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður
Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Løgur hjá landinum og prosjektleiðsla
Spurningar:
1. Hvussu tryggjar Landsverk (LV), at gjørdar verða álítandi og eftirfarandi
kostnaðarmetingar av byggiverkætlanum hjá landinum?
2. Hvat er forkláringin upp á stór frávik í kostnaðarmetingini og endaliga
byggikostnaðinum?
3. Hvussu er samanspælið millum LV og politiska myndugleikan, her málaráðið,
um fyrireikingar, innihald og vavið á verkætlan, kostnaðarmeting o.a.?
4. Kann landsstýrismaðurin gera eitt yvirlit fyri seinastu 15 árini yvir
kostnaðarmetingar, eykajáttanir og endaligan kostnað fyri allar tær einstøku
byggiverkætlanirnar hjá LV - vegir, bygningar til skúlar, ellisheim o.a. og býtt
upp á ár?
5. Hvussu hava kostnaðarmetingarnar hildið fyri Sandoyartunnilin,
Eysturoyartunnilin, Norðoyatunnilin, Vágatunnilin umframt aðrar tunlar á
landi, seinastu 15 árini og sum eru í gerð - og hvussu stórar eykajáttanir eru
veittar?
6. Hvørji tiltøk heldur landsstýrismaðurin eiga at setast í verk fyri, at játtanir til
byggiverkætlanir kunnu gerast so realistiskar sum til ber og harvið halda?
7. Er munur á fyrireiking, kostnaðarmeting, byggieftirliti o.ø., tá talan er um
ávikavist útbjóðing av byggiverkætlanum til privatar at loysa, og tá LV loysir
uppgávuna?
Viðmerkingar:
LV fyrireikar tær flestu løgurnar hjá landinum. Talan er vanliga um umfatandi og
stórar byggiverkætlanir, sum, fara tær av sporinum, fáa stórar fíggjarligar avleiðingar,
eitt nú við longri byggitíð og eykajáttanum. Ígjøgnum nógv ár eru endurtiknar skeivar
ella órealistiskar kostnaðarmetingar av byggiverkætlanum ella stór frávik millum
kostnaðarmeting og endaliga kostnaðin - og tað er vorðið meira reglan enn
undantakið. Hetta bendir eisini á, at politiska skipanin í veruleikanum tekur avgerðir á
skeivum grundarlag, nærmast hvørja ferð ein verkætlanarlóg verður samtykt, og tá
játtan verður veitt til eina byggiverkætlan, og tað kann ikki halda fram. Tí verður
hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 21. apríl 2022
Johan Dahl

-- 1 of 1 --