52-172/2021
Grót úr nýggju tunlunum norður um Fjall
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 3. mai 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
172.21 Svar frá U. Rasmussen til B. Johannesen - Grót úr nýggju tunlunum norður um Fjall.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 3. mai 2022
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 3. mai 2022 J. nr.: 22/07878 Viðgjørt: AE Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-172/2021 frá Beinir Johannesen, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um grót úr nýggju tunlunum norður um Fjall Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Er alt grótið, ið fæst burturúr tunnilsarbeiðinum, umbiðið? 2. Fyriliggur nøkur ætlan, har grótið kann verða gagnnýtt at betra um vegakervið í økinum? Svar til spurning nr. 1 og nr. 2 Arbeiðið við at gera nýggju tunlarnar norður um Fjall gongur væl. Tunlarnir verða boraðir úr Árnafirði, og verður tað mesta av grótinum tí lagt har í fyrsta umfari, inntil borað er ígjøgnum. Mett verður, at tað eru umleið 270 túsund rúmmetrar av føstum gróti í tunlunum, ið verður sprongt út. Landsverk sjálvt brúkar eini 120 túsund rúmmetrar av grótinum til vegagerð, íbindingar og tílíkt í sambandi við nýggju farleiðina norður um Fjall. Sostatt er rættiliga nógv avlopsgrót. Landsverk hevur havt fundir við kommunurnar í økinum, og ynskja tær allar at ogna sær grót til møguligar verkætlanir. Arbeitt verður við eini loysn, har avlopsgrótið verður deilt lutfallsliga millum kommunurnar í økinum. Kommunurnar avgera síðan sjálvar, hvat tær brúka grótið til. Tað hevur verið alment frammi, at Klaksvíkar kommuna ætlar at brúka grót út bergholunum til at útbyggja bátahylin í Árnafirði. Møguleikin hevur eisini verið nevndur um at brúka grót til eina útfylling í Norðhavnini í Ánunum. Hetta ræður kommunan sjálv fyri. Samanumtikið verður grótið eftir ætlan brúkt til vegagerð hjá Landsverki í sambandi við nýggju farleiðina norður um Fjall, og verður avlopsgrótið síðan lutað sundur til kommunurnar. Landsverk hevur tó gjørt innleiðandi kanningar, um ábøtur kunnu gerast á landsvegnum, har grótið eisini kann verða gagnnýtt. Tinganes, 3. mai 2022 Uni Rasmussen Landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 1 of 1 --
174.21 Spurningur til U. Rasmussen frá B. Johannesen - Grót úr nýggju tunlunum norður um Fjall.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 20. apr. 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Beinir Johannesen, løgtingsmaður Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum Evni: Grót úr nýggju tunlunum norður um Fjall Spurningar: 1. Er alt grótið, ið fæst burturúr tunnilsarbeiðinum, umbiðið? 2. Fyriliggur nøkur ætlan, har grótið kann verða gagnnýtt at betra um vegakervið í økinum? Viðmerkingar: Spennandi verkætlanin, teir nýggju tunlanir norður um Fjall, hevur gingið sera skjótt, síðan fyrsta skotið bleiv latið av tann 30. september 2021. Tað hava verið um 100 metrar boraðir um vikuna. Tað hevur verið alment frammi um onkra verkætlan, har grót úr tunlunum verður nýtt, eitt nú útfylling í Norðhavnini í Ánunum. Áhugavert hevði verið at vita, um alt grótið er umbiðið, tí hugsast kann, at kommunurnar í økinum hava áhuga í at ogna sær nakað av grótinum til útbyggingar av ymsum slag. Eisini eru partar av vegakervinum í økinum, ið hava tørv á dagføring, nú nýggju tunlarnir uttan iva fara at hava økta ferðslu við sær. Eitt dømi er svingið, tá komið verður til Depils, ið hevur tørv á at verða dagført. Tí hevði verið áhugavert at vita, um nøkur ætlan er um, hvussu man kann dagføra vegakervið í økinum, har tunnilsgerðin er. Um so er, hevði tað verið upplagt, at grót úr tunnilsgerðini kundi verið gagnnýtt til tær ætlanir. Fyri at fáa greiðu á hesum viðurskiftum, verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 20. apríl 2022 Beinir Johannesen -- 1 of 1 --