← Løgtingsmál

52-171/2021

Sjálvstøðugur limaskapur í Norðurlandaráðnum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 3. mai 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
171.21 Svar frá K. L. H. Johannesen til B. K. Petersen - Sjálvstøðugur limaskapur í Norðurlandaráðnum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 3. mai 2022

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 3. mai 2022
UMMR J. nr.: 21/09341-3
Kaj Leo Holm Johannesen,
Landsstýrismaður
Svar
upp á
Fyrispurning nr. 52-171/2021 eftir § 52a í tingskipanini um sjálvstøðugur limaskapur í
Norðurlandaráðnum, frá Bjarna Kárason Petersen, løgtingsmanni.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Er gongd í málinum um at tryggja Føroyum sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum?
2. Lúka Føroyar formligu treytirnar fyri limaskapi í Norðurlandaráðnum?
3. Um ikki, hvør er forðingin fyri at Føroyar kunnu gerast sjálvstøðugur limur í
Norðurlandaráðnum?
4. Nær kunnu vit vænta, at Føroyar verða sjálvstøðugur limur í Norðurlandaráðnum?
Til spurning 1
Ja, tað er tað. Landsstýrið og løgtingsins limir í Norðurlandaráðnum arbeiða miðvíst saman um hetta mál.
Til spurning 2 og 3
Helsingfors sáttmálin hevur fimm sáttmálapartar. Hesir eru Danmark, Finnland, Ísland, Noreg og Svøríki.
Allir eru teir fullveldisríki.
Uttan at tað verður nevnt ítøkiligt, er eingin ivi um, at Helsingfors sáttmálin setur sum treyt, at limaskapur
er bert møguligur fyri norðurlendsk fullveldisríki.
Orsakað av ríkisrættarligu støðu Føroya, verður mett torført hjá Føroyum at gerast sjálvstøðugur
sáttmálapartur at Helsingfors sáttmálanum. Sjálvstøðugur føroyskur limaskapur hevði í fyrstu atløgu kravt
eina broyting av Helsingfors sáttmálanum. Í øðrum lagi hevði eisini verið neyðugt hjá
ríkismyndugleikunum at broytt støðu í mun til spurningin, hvørt Danmark og Føroyar kunnu verða
sjálvstøðugir sáttmálapartar at Helsingfors sáttmálanum.
Hóast hesi formligu viðurskifti, so verður arbeitt frá føroyskari síðu fyri at fáa undirtøku fyri, at Føroyar
kunnu gerast sjálvstøðugir limir í Norðurlandaráðnum og í Norðurlanda Ráðharraráðnum.
Norðurlendska samstarvið hevur verið neiliga ávirkað av Korona farsóttini, og arbeitt verður í løtuni við
at styrkja norðurlendska samstarvið innan tilbúgving og veitingartrygd. Í hesum sambandi hevur verið
nevnt, at tað møguliga kann gerast neyðugt at broyta Helsingfors sáttmálan.
Til spurning 4
Hetta er trupult at meta um, men tað verður arbeitt miðvíst fyri at vinna okkum fullgildigum limaskap í
Norðurlandaráðnum og Norðurlanda Ráðharraráðnum. Fortreytirnar fyri at røkka hesum máli eru, at
undirtøka er frá øllum norðurlondum til at broyta Helsingfors sáttmálan.
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

-- 1 of 1 --
171.21 Spurningur til K. L. H. Johannesen frá B. K. Petersen - Sjálvstøðugur limaskapur í Norðurlandaráðnum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 22. apr. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður
Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsmálum
Evni: Sjálvstøðugur limaskapur í Norðurlandaráðnum
Spurningar:
1. Er gongd í málinum um at tryggja Føroyum sjálvstøðugan limaskap í
Norðurlandaráðnum?
2. Lúka Føroyar formligu treytirnar fyri limaskapi í Norðurlandaráðnum?
3. Um ikki, hvør er forðingin fyri at Føroyar kunnu gerast sjálvstøðugur limur í
Norðurlandaráðnum?
4. Nær kunnu vit vænta, at Føroyar verða sjálvstøðugur limur í
Norðurlandaráðnum?
Viðmerkingar:
Síðani norðurlendska samstarvið formliga varð skipað í 1952 við
Helsingforssáttmálanum, ið er grundarlag fyri Norðurlandaráðnum, hevur tað verið
eitt brennandi ynski frá politiska myndugleikanum í Føroyum um at luttaka í
Norðurlandaráðnum sum ein sjálvstøðugur limur í Norðurlandaráðnum, á jøvnum føti
við hini Norðurlondini. Millum annað varð hetta ynskið einmælt samtykt á Løgtingi
við løgtingssamtykt frá 1977 og 2003.
Føroyskir mynduleikar hava sent inn 4 umsóknir til Norðurlandaráðið um
sjálvstøðugan føroyskan limaskap. Fyrstu ferð í 1976, aðru ferð í 1980, triðju ferð í
2003 og seinasta umsóknin varð latin inn í 2016. Svarið frá formansskapinum í
Norðurlandaráðnum til seinastu umsóknina var noktandi, og mælti formansskapurin
til ikki at fara víðari við føroysku umsóknini.
Grundgevingin fyri at sýta umsóknina var, at tað í fyrsta umfari er talan um ein
spurning millum Føroyar og Danmark, sigur formansskapurin hjá
Norðurlandaráðnum.
Í samgonguskjalinum hjá verandi samgongu stendur, at umboðanin í fleirtjóða og
altjóða felagsskapum verður styrkt, og at arbeitt verður fyri sjálvstøðugum limaskapi í
Norðurlandaráðnum. Tí verður spurningurin settur.
Á Løgtingi, 20. apríl 2022
Bjarni Kárason Petersen

-- 1 of 1 --