← Løgtingsmál

52-170/2021

Føroyskur limaskapur í IOC

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 3. mai 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
170.21 Svar frá J. av Rana til B. K. Petersen - Føroyskum limaskapur í IOC.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 3. mai 2022

Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Dagfesting: 3. mai 2022
Tygara ref.:
Máltal.: 21/08502-105
Svar
upp á
§ 52a fyrispurning nr. 52-170/2021 frá Bjarna Kárason Petersen, løgtingsmanni, settur
Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum, um føroyskan limaskap í
IOC.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Er gongd í málinum um at tryggja Føroyum limaskap í altjóða olymisku nevndini (IOC)?
2. Lúka Føroyar formligu treytirnar fyri limaskapi í altjóða olympisku nevndini?
3. Um ikki, hvør er forðingin fyri, at Føroyar kunnu gerast limur í altjóða olympisku
nevndini?
4. Nær kunnu vit vænta, at Føroyar kunnu luttaka á olympisku leikunum?
Svar
Til 1: Sambært ÍSF verður støðugt arbeitt við málinum at tryggja Føroyum limaskap í IOC. Talan
er um eitt áhaldandi arbeiði, sum hevur verið í gongd uttan íhald síðani 2017. Hugsanin hjá ÍSF
við hesum arbeiði er, at vit í Føroyum mugu arbeiða fyri limaskapi á øllum mótum, og at vit mugu
vera klár, tá ið møguleikin fyrr ella seinni býðst. Seinastu árini hava fleiri ítróttagreinar fingið
altjóða limaskap, og at fáa limaskap í IOC er ein partur av tilgongdini hjá ÍSF.
Til 2: Í olympisku evstulógini stendur í grein 30: "In the Olympic Charter, the expression
“country” means an independent State recognised by the international community." ÍSF metir, at
Føroyar í dag lúka hesa treytir. Tá ið Føroyar í 1984 upprunaliga søktu um limaskap í IOC, t.e.
áðrenn olympiska evstalóg varð broytt í 1996, hevði IOC í 1987 góðtikið føroysku umsóknina, og
hon lá klár at koma fyri kongressina. Tí er tað fatanin hjá Føroyum, at vit bæði kunnu fáa limaskap
við støði í umsóknini frá 1984 og treytinum, ið eru galdandi í dag.
Til 3: ÍSF upplýsir, at forðingin fyri limaskapi í IOC sambært IOC er, at Føroyar ikki lúka
núverandi formellu treytirnar fyri limaskapi sambært grein 30 í olympisku evstulógini. Hesum eru
Føroyar ósamdar í.
Til 4: So leingi sum Føroyar ikki hava limaskap í IOC, sleppa Føroyar ikki at luttaka í olympisku
leikunum.
Vinarliga
Jenis av Rana
landsstýrismaður

-- 1 of 1 --
170.21 Spurningur til J. av Rana frá B. K. Petersen - Føroyskum limaskapur í IOC.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 20. apr. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður
Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum
Evni: Føroyskur limaskapur í IOC
Spurningar:
1. Er gongd í málinum um at tryggja Føroyum limaskap í altjóða olymisku
nevndini (IOC)?
2. Lúka Føroyar formligu treytirnar fyri limaskapi í altjóða olympisku nevndini?
3. Um ikki, hvør er forðingin fyri, at Føroyar kunnu gerast limur í altjóða
olympisku nevndini?
4. Nær kunnu vit vænta, at Føroyar kunnu luttaka á olympisku leikunum?
Viðmerkingar:
Fyri at føroysk ítróttafólk kunnu luttaka á olympisku leikunum, umboðandi Føroyar
undir føroyskum flaggi, mugu Føroyar fáa limaskap í altjóða olympisku nevndini.
Føroyar hava síðani 1984, tá ið fyrsta umsóknin varð latin inn, strembað eftir at fingið
sjálvstøðugan limaskap í altjóða olympisku nevndini, Skiftandi samgongur hava
arbeitt við málinum, tó uttan, at tað er borið á mál.
Í samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu stendur, at samgongan vil stuðla
føroyskum limaskapi í millumtjóða ítróttafelagsskapum eins og luttøku í millumtjóða
kappingum, og at arbeitt verður framhaldandi fyri føroyskum limaskapi í IOC.
Tí verður spurningurin settur.
Á Løgtingi, 20. apríl 2022
Bjarni Kárason Petersen

-- 1 of 1 --